Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Andi mín er brotin, dagar mínir eru sløktir, einki uttan gravir bíða mær!
2 Sanniliga, spott er lutur mín, og beiskt er tað, ið eygu míni noyðast at skoða!
3 - Set tó pant, gakk í ábyrgd fyri meg hjá Tær sjálvum - hvør annar fer at rætta mær hondina!
4 Tú hevur jú stongt hjarta teirra fyri skili, tí fert Tú ikki at lata teir sigra.
5 Tann, ið við svikum selur vinir til rán, eygu barna hansara skulu tærast burtur.
6 Eg eri settur fólki til orðtak, eg eri maður, sum verður spýttur í andlitið.
7 Eyga mítt er dapurt av gremju, og allir limir mínir eru sum skuggi.
8 Rættsint stívna av ræðslu fyri slíkum, og hin sakleysi ilskast um hin vanheilaga;
9 men hin rættvísi heldur fast við leið sína, og tann, ið hevur reinar hendur, fær enn meiri styrki.
10 Men tit - komið bert aftur allir samlir! Eg finni so kortini ongan vísmann tykkara millum!
11 - Dagar mínir hvurvu burtur, ætlan mín varð sundurskrædd - hjartaogn mín!
12 - Nátt gera teir til dag; ljósið - siga teir - er nærri enn myrkrið, ið liggur beint fyri mær!
13 Táið eg vóni at fáa deyðaríkið til bústað, reiði mær legu í myrkrinum,
14 táið eg rópi til grøvina: "Tú ert faðir mín!" - til maðkin: "Tú ert móðir mín og systir mín!"
15 - hvar er tá vón mín! Vón mína - hvør eygnir hana!
16 Til portursláir deyðaríkisins fer hon niður, táið eg nú sjálvur fari til hvíldar í moldini!"