Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 41
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Eingin er so djarvur, at hann torir at arga hann - hvør vágar sær tá at seta seg upp móti Mær!
2 Hvør gav Mær nakað fyrst, so Eg skuldi givið honum viðurlag! Alt undir himli hoyrir jú Mær til!
3 Eg tigi ikki um limir hansara, hvussu sterkur hann er, hvussu vakurt hann er skaptur.
4 Hvør var mentur at draga klædningin av honum! Hvør vágar sær inn ímillum dupultu tanngarðar hansara!
5 Hvør man fara at opna dyr gaps hansara! - Rundan um tenn hansara er ræðsla.
6 Stolt sita skjaldarøðini; hvørt teirra er fest sum við føstum innsigli.
7 Hvør skjøldurin liggur tætt at øðrum, eingin luft sleppur inn ímillum teirra.
8 Teir eru fastir hvør við annan; teir grípa hvør inn í annan og kunnu ikki skiljast sundur.
9 Táið hann nýsur, skyggir fram ljós; sum eygnalok morgunroðans eru eygu hansara.
10 Brandar rúka úr gapi hansara, neistar fúka haðani.
11 Dampur stendur úr nasagluggum hansara sum úr kókandi potti, ið sevgras brennur undir.
12 Andi hansara fær kol at loga, og logar ganga út úr gapi hansara.
13 Á hálsi hansara hevur styrki bústað sín, og angist loypur framman fyri hann.
14 Tættar sita kjøtknúturnar, sum stoyptar at kroppinum; tær vikast ikki.
15 Hart sum grót er hjarta hansara, hart sum hin niðari kvarnarsteinurin.
16 Táið hann reisist, skelva kappar; teir verða frá sær sjálvum av ræðslu.
17 Um svørð rámar hann, bítur tað ikki á honum, líka lítið lansa, kastispjót ella pílur.
18 Jarn metir hann javnt við hálm, kopar við ormstungnan við.
19 Sonur bogans fær hann ikki at halda undan, sleingisteinarnir verða honum sum hálmur.
20 Stríðsgassar virðir hann ikki meir enn hálmstrá, og hann lær at hinum súsandi spjóti.
21 Á búkinum hevur hann hvassar eggir; hann setur merki í móruna sum foyrurnar eftir treskisleðu.
22 Djúpið fær hann at kóka sum pott; havið ger hann líkt salvuketli.
23 Aftan undan honum lýsir leið hansara; djúpið tykist vera silvurhár.
24 Einki er á jørðini, sum er harri hansara; hann er skaptur til ikki at ræðast.
25 Hann hyggur niður á alt, ið høgt er, hann er kongur yvir øllum stoltum dýrum."