Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 37
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Ja, av hesum skelvur hjarta mítt og hoppar í brósti mínum!
2 Hoyr, hoyr brakið av rødd Hansara, dunið, ið út gongur av munni Hansara!
3 Hann sendir tað avstað, so langt sum himmalin røkkur, og ljós Sítt líka at endum jarðarinnar.
4 Aftaná dunar røddin, Hann tornar við veldigu rødd Síni, Hann sparir ikki snarljós, táið Hann letur rødd Sína ljóða.
5 Gud tornar undurfult við rødd Síni; Hann ger stórverk, og vit fata tey ikki.
6 Hann sigur við kavan: "Fall á jørðina!" - somuleiðis við regnið, sterka grovregn Sítt.
7 Hond hvørs menniskja innsiglar Hann, fyri at øll menniskju, ið Hann hevur skapt, skulu kenna verk Hansara.
8 Hini villu dýrini søkja sær lívd og halda seg inni í bølum sínum.
9 Úr innasta kamari suðursins kemur stormur, og við høgættini kemur kuldi.
10 Av anda Guds kemur ísur, og breið vøtn verða bundin.
11 So fyllir Hann skýggið við vætu og spjaðir snarljósskýggj Síni;
12 tey fara higar og hagar, eftir sum Hann leiðir tey, fyri at tey skulu útinna alt, ið Hann gevur teimum boð um, um alla jørðina, so víð sum hon er
13 - annaðhvørt Hann nú sleingir tey út sum koyril, ella Hann sendir tey at signa.
14 Job, tú mást lurta eftir hesum! Statt stillur og akta eftir undurverkum Guds!
15 Skilir tú, hvussu Gud stýrir teimum og letur snarljósini skyggja fram úr skýggjum Sínum!
16 Skilir tú, hvussu skýggini sveima um í luftini, skilir tú undurverk hins Alvísa,
17 tú, sum klæðini orna á, táið jørðin liggur dósin í sunnanloti!
18 Kanst tú spenna út himmalin við Honum, fastan sum hin stoypta spegilin!
19 Lær okkum, hvat vit skulu siga við Hann! - Vit fáa einki upp fyri myrkri!
20 - Skal tað sigast Honum, at eg vil tosa við Hann! - Man nakar ynskja sín egna undirgang!
21 Og nú - menniskjuni síggja ikki ljósið, tóat tað skínur bjart á himli, og vindur hevur farið fram og reinsað hann!
22 Í gullljóma kemur Hann norðaneftir, ja, rundan um Gud er øgilig dýrd.
23 Hin Alvalda finna vit ikki, Hann, sum so stórur er í mátti; men rættinum og hini fullu rættvísi gongur Hann ikki ov nær.
24 Tí óttast menniskjuni Hann; Hann aktar ongum sjálvklókum manni eftir!"