Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 23
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Tá tók Job til orða og svaraði:
2 "Enn í dag verður gremja mín roknað fyri uppreistur, og tó hvílir hond mín tung á suffi mínum!
3 Hevði eg bert kunnað funnið Hann og komið fram fyri hásæti Hansara!
4 Eg skuldi lagt mál mítt fram fyri ásjón Hansara og fylt munn mín við prógvum!
5 Tá skuldi eg fingið at vitað orðini, ið Hann hevði svarað mær, og hoyrt, hvat Hann hevði sagt við meg!
6 Mundi Hann tá av øllum mátti barst við meg? Mundi ikki júst Hann lurtað eftir orðum mínum?
7 Tá skuldi mótpartur Hansara staðið her sum sannhjartaður maður, ja, tá skuldi eg við alla sloppið undan dómara mínum!
8 - Men fari eg eystureftir, so er Hann ikki har, og fari eg vestureftir, so verði eg ikki varur við Hann;
9 eg leiti í norðri - og síggi Hann ikki, haldi suðureftir - og tekki Hann ikki.
10 Tí Hann kennir leið mína og atburð mín; roynir Hann meg, skal eg ganga út sum gull úr royndini.
11 Fótur mín helt sær í sporum Hansara; vegi Hansara havi eg fylgt og ikki vikið av honum.
12 Frá boðum varra Hansara eri eg ikki vikin; fram um mína egnu lóg aktaði eg eftir orðum muns Hansara.
13 Men Hann er hin einasti - og hvør forðar Honum! Tað, ið Hann hevur hug til, ger Hann.
14 Hann fullførir tað, ið Hann hevur gjørt av, og mangt av sama slagi hevur Hann eftir enn.
15 Tí ræðist eg Hann og óttist við at hugsa um Hann.
16 Ja, Gud hevur gjørt meg mótleysan, hin Alvaldi hevur loypt ræðslu á meg -
17 av tí at eg varð ikki ryktur burt, áðrenn myrkrið kom, og Hann spardi meg ikki fyri at síggja vanlukkunáttina."