Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Tá tók Job til orða og svaraði:
2 "Jú, sanniliga, tit eru menninir, við tykkum doyr vísdómurin út!
3 Vit havi eg eisini, líka væl sum tit; eg standi ikki aftari enn tit - hvør man ikki vita slíkt!
4 Vinum til spott eri eg, eg, sum rópti til Gud og fekk svar; til spott eri eg, hin rættvísi og ólastandi!
5 Vanlukkan eigur bert at verða vanvird - halda hini tryggu; vanvirðing bíðar teimum, ið vingla á fótunum.
6 Tjøld yvirgangskroppa standa í friði, og tryggir eru teir, ið eggja Gud til vreiði, teir, ið bera gud sín í hondini.
7 Men spyr tú dýrini - tey skulu læra teg - og fuglar himmalsins - teir skulu siga tær tað -
8 ella hygg at jørðini - hon skal læra teg - lat fiskar havsins siga tær tað!
9 Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað,
10 Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
11 Roynir oyrað ikki orð, eins og gómarnir smakka matin!
12 Eru elli og vísdómur eitt og tað sama, ella langt lív og vit!
13 Hjá Honum er vísdómur og veldi, hjá Honum er ráð og vit.
14 Tað, ið Hann rívur niður, verður ikki upp aftur bygt; Hann steingir fyri manni, og upp aftur latið verður ikki.
15 Hann heldur vatninum aftur, og turkur verður; Hann sleppir tí leysum, og tað oyðir landið.
16 Hjá Honum er styrki og vísdómur; í valdi Hansara eru bæði tann, ið villist, og tann, ið villleiðir.
17 Ráðharrar leiðir Hann burtur naknar, og dómarar ger Hann til dárar;
18 Hann loysir tað, ið kongar bundu, og bindur teimum tog um lendarnar;
19 prestar leiðir Hann burtur naknar, og koyrir teir umkoll, sum sita fastir í sessi;
20 Hann ger royndar menn málleysar og tekur vitið frá hinum gomlu;
21 Hann hellir út vanvirðing yvir høvdingar og loysir belti hinna sterku;
22 Hann grevur hitt loynda fram úr myrkrinum og dregur deyðaskugga fram í ljósið;
23 Hann letur tjóðirnar nørast, og Hann letur tær ganga til grundar; Hann rúmkar mark tjóðanna, og Hann leiðir tær burt;
24 Hann tekur vitið frá høvdingum landsins og letur teir sløðra í vegleysari oyðimørk;
25 teir trilva í myrkri við ongum ljósi, Hann letur teir sløðra sum druknar."