Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 39
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Veiðir tú fong fyri honleyvuna, og stillar tú hungur ungleyvanna,
2 táið tær krógva seg í bølum sínum, liggja og lúra millum runnarnar!
3 Hvør fær ravninum føði hansara, táið ungar hansara rópa til Gud og flákra higar og hagar uttan føði!
4 Veitst tú tíðina, táið steingeitirnar lemba, og aktar tú eftir verkjum hindanna!
5 Telur tú mánaðirnar, ið tær ganga kvidnar, og veitst tú tíðina, táið tær kálva!
6 Tær leggja seg niður og kálva og sleppa sær skjótt frá verkjunum.
7 Kálvar teirra trívast og vaksa úti á markini; so renna teir burt og koma ikki aftur til teirra.
8 Hvør slepti villeslinum leysum! Hvør loysti bondini av tí,
9 sum Eg gav oyðimørkina til heim og saltslættan til bústað!
10 Tað lær at ganginum í býnum og hoyrir ikki róp rakstrarmansins.
11 Tað, ið tað leitar sær upp á fjøllunum, er beiti tess; tað leitar eftir øllum, ið grønt er.
12 Man villtarvurin hava hug at tæna tær! Man hann vilja standa við krubbu tína um náttina!
13 Kanst tú binda villtarvin við bondum til foyruna! Man hann vilja harva dalarnar eftir tær!
14 Kanst tú líta á hann, fyri tað at hann er so sterkur, og kanst tú líta honum til at gera arbeiði títt!
15 Heldur tú, hann førir grøði tína heim, savnar hana til treskipláss títt!
16 Strutsurin flagsar kátur við veingjunum, men vísa veingir og fjaðrar hansara móðurkærleika!
17 Nei, hann lítur jørðini egg síni til og letur sandin verma tey;
18 og hann hugsar ikki um, at fótur kundi traðkað á tey, og hini villu dýr markarinnar kleyvað tey sundur.
19 Harður er hann við ungar sínar - sum hann hevði ikki átt teir; hann stúrir ikki fyri, at møði hansara skal vera til einkis.
20 Tí Gud sýtti honum vísdóm og gav honum einki vit.
21 Men táið hann flagsar upp í loft, lær hann at hestinum og honum, ið á honum situr.
22 Er tað tú, ið gevur hestinum styrki! Klæðir tú háls hansara við flagsandi faksi!
23 Er tað tú, ið lærir hann at leypa sum grashoppa, alt meðan hann froysir so ræðuliga!
24 Glaður í styrki síni skavar hann markina; so heldur hann fram móti vápnaðum skarum.
25 Hann lær at ræðsluni og óttast ikki, víkur ikki fyri svørðinum.
26 Yvir honum glintar pílahúsin, spjót og lansa skyggja.
27 Við gangi og øði skræðir hann upp markina, hann fær ikki stýrt sær, táið lúðurin ljóðar.
28 Hvørja ferð lúðurin ljóðar, sigur hann: "Hey!" Og langan veg luktar hann bardagan við torurødd høvdinga og herrópi.
29 Er tað verk vits tíns, at falkurin flýgur upp og breiðir út veingirnar suðureftir!
30 Er tað, tí tú gavst boð um tað, at ørnin flýgur so høgt og reiðrast so høgt uppi!
31 Á fjallinum býr hon, har hevur hon tilhald sítt, á tindi og nøv.
32 Haðani hyggur hon eftir føði; víða um skoða eygu hennara.
33 Ungar hennara fylla seg av blóði, og har sum falnir liggja, er hon."
34 Framvegis svaraði HARRIN Job og segði:
35 "Tú, ið lastar hin Alvalda, ætlar tú at træta við Hann? Tú, ið revsar Gud, gev hesum svar!"
36 Tá svaraði Job HARRANUM:
37 "Eg havi lítið at týða - hvat skal eg svara! Eg leggi hond á munn!
38 Eg havi talað eina ferð, men eg taki ikki til orða uppaftur - ja, tvær ferðir, men eg geri tað ikki meir!"