Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Menniskjað, føtt av kvinnu, livir stutta tíð - og mettast av ófriði.
2 Tað veksur upp sum blóman - og følnar, fer avstað sum skuggin, stendur ikki fast.
3 - Og eftir slíkum hevur Tú eyguni, honum vilt Tú stevna til dóms!
4 Ja, hevði reinur kunnað komið av óreinum! Nei, ikki so mikið sum ein!
5 Táið dagatal hansara er ásett, mánaðatal hansara avgjørt hjá Tær, og Tú hevur sett honum mark, sum hann ikki kann fara um,
6 vend tá eyga Tínum av honum, og lat hann fáa so miklan frið, at hann kann gleðast, sum dagløntur maður yvir dag sín!
7 Tí fyri trænum er vón; verður tað høgt um, spírar tað aftur, og tí fattast ikki nýggjar kvistar;
8 um so rótin eldist í jørðini, og stubbin doyr út í moldini
9 - luktar tað vatn, so fær tað nýggjar kvistar, og greinar koma á tað sum á nýplantað træ.
10 Men táið maður doyr, so er úti við honum, táið menniskjað gevur upp andan - hvar er tað tá!
11 Sum vatnið svinnur burtur í tjørn, og sum á so við og við minkar og tornar upp,
12 so legst menniskjað og reisist ikki aftur; ikki so leingi sum himmalin er til, vakna tey; tey verða ikki vakt úr svøvni.
13 Á, at Tú hevði viljað goymt meg í deyðaríkinum, fjalt meg har, inntil vreiði Tín er yvirstaðin - hevði Tú viljað sett mær tíðarmál og so minst meg!
14 Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur! - Tá skuldi eg bíðað tolin allar dagar hertænastu mínar, inntil eg varð avloystur;
15 Tú skuldi tá rópt, og eg skuldi svarað, Tær skuldi longst eftir handaverki Tínum.
16 Men nú telur Tú stig míni, Tú fyrigevur ikki synd mína;
17 innsiglað í pungi liggur misbrot mítt, og Tú seymar saman um misgerð mína.
18 Nei, sum fjall ekur og fellur, sum klettur vikast úr staði sínum,
19 sum vatnið holar steinar, og sum moldin verður skolað burtur, táið tað rennur, so gert Tú vón menniskjans til einkis;
20 Tú slært hann niður við alla, og hann fer burtur, Tú skammskemmir andlit hansara og letur hann fara.
21 Børn hansara koma til heiður, men hann veit einki um tað; tey søkka niður í vanvirðing, men hann leggur tað ikki til merkis;
22 bert hansara egna hold voldir honum pínu, bert hansara egna sál voldir honum sorg."