Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 30
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Men nú læa teir at mær, teir, ið eru yngri enn eg - og fedrar teirra hevði eg ikki hirt at sett millum seyðahundar mínar!
2 Og hvørja hjálp skuldi eg havt av teimum, teir, ið hava mist alla manndómsmegi!
3 Teir eru tærdir burtur av neyð og svongd, teir gnaga hitt turra land, sum longu í gjár var oyðið og oyðimørk!
4 Teir royta sær salturtir millum runnarnar, og gývilrøtur eru føði teirra!
5 Teir verða riknir burtur frá fólki - fólk rópar eftir teimum sum eftir tjóvum!
6 Í øgiligum gjáum noyðast teir at búgva, í jarðholum og hellum í fjøllunum!
7 Millum runnarnar ýla teir, og undir notunum savnast teir saman
8 - børn av dárum og æruleysum, riknir av landinum við høggi og slagi!
9 - Og nú eri eg vorðin teimum háðkvæði og orðtak!
10 Teir skýggja meg, halda seg langt frá mær, nokta sær ikki at spýta á meg!
11 Teir hava loyst hvørt band av sær og eyðmýkt meg; bokslið hava teir kastað av sær fyri eygum mínum!
12 Høgrumegin meg reisist sáð teirra; teir leggja meg fyri fót og leggja vanlukkuvegir sínar móti mær!
13 Gøtu mína ríva teir upp; teir gera alt, ið teir eru mentir, at forkoma mær - teir, sum sjálvir ongan hjálparmann hava!
14 Teir koma sum inn um stórt lið á múrinum; inn um múrar, ið rapla, koma teir bóltandi.
15 Ræðslur hava vent sær móti mær; sum stormurin jagstra teir tign mína, og lukka mín svann sum skýggj.
16 Sál mín loysist upp í mær; trongdardagar halda mær føstum.
17 Náttin tærir bein míni burtur; aldri blunda gnagandi pínur mínar.
18 Fyri veldigari megi vanskapist hold mítt; tað hongur uttan á mær, sum tað hevði verið kyrtil mín.
19 Hann hevur blakað meg út í skarnið; eg eri vorðin sum mold og øska.
20 Eg rópi til Tín, men Tú svarar mær ikki; eg standi har, og Tú hyggur bert at mær.
21 Grummur ert Tú vorðin við meg; við veldigu hond Tíni søkir Tú at mær.
22 Tú lyftir mær og letur meg fúka avstað í storminum, og Tú letur meg farast í ýli hansara.
23 Tí eg veit, at Tú leiðir meg til deyðan, til bústaðin, har alt livandi savnast.
24 Tó - man ikki hann, ið druknar, rætta út hondina og rópa um hjálp, hann, ið gongur undir!
25 - Havi eg ikki sjálvur grátið um tann, ið hevði harðar dagar! Syrgdi sál mín ikki um hin fátæka!
26 - Eg væntaði mær gott, men ilt kom; eg vónaði ljós, men myrkur kom.
27 Tí kókar innan í mær uttan íhald; trongdardagar eru komnir á meg.
28 Svartur gangi eg um - men ikki brendur av sólini; mitt í samkomuni reisist eg og rópi um hjálp.
29 Eg eri vorðin bróðir sjakalanna og felagi strutsanna.
30 Húð mín er svørt og fellur av; bein míni eru brend av hita.
31 Sitari mín er vorðin til sorg, floyta mín til grát og venan."