Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Tá læt Job upp munnin og bannaði føðingardegi sínum.
2 Job tók til orða og segði:
3 "Burt við deginum, ið eg varð føddur á, náttini, ið segði: "Dreingjabarn er gitið!"
4 Tann dagur verði myrkur! Gud haruppi spyrji ikki eftir honum, og einki ljós lýsi yvir honum!
5 Niða og myrkur eigi hann, og toka leggist yvir hann, alt tað, ið ger dag myrkan, ræði hann!
6 Hin nátt - myrkur taki hana! Burt við teirri nátt úr døgum ársins, ei komi hon í mánaðatal!
7 Ja, ófruktbør verði tann nátt, aldri hoyrist gleðiróp á henni!
8 Teir, ið banna døgum, biði ilt yvir hana, teir, sum kønir eru at mana upp Livjatan!
9 Morgunstjørnur hennara lýsi ikki! Hon bíði eftir ljósi, men tað komi ikki! Aldri skoði hon eygnalok morgunroðans -
10 aftur fyri at hon stongdi ikki dyr móðurlívsins - og læt ikki vanlukku verða dulda fyri eygum mínum!
11 Hví doyði eg ikki í móðurlívi? Hví andaðist eg ikki, við tað sama sum eg varð føddur?
12 Hví tóku knø ímóti mær, hví bróst, sum eg fekk sogið?
13 Tá hevði eg nú ligið og hvílt, tá lá eg og svav í friði -
14 millum kongar og ráðharrar jarðarinnar, sum bygdu sær gravhallir,
15 millum høvdingar, ið áttu gull, og sum fyltu hús síni við silvuri -
16 ella eg var ikki til nú, líkur niðurgrivnum fostri, børnum, ið aldri fingu ljósið at síggja!
17 Har eru hini gudleysu givin uppat at leika í, og har hvíla hini troyttu;
18 har hava allir fangar frið, teir hoyra ikki mál hansara, sum koyrir undir;
19 smá og stór eru líka har, og trælurin er sloppin undan harra sínum.
20 Hví letur Gud hin líðandi síggja ljósið? Hví gevur Hann teimum lív, sum hava so beiska sorg,
21 teimum, ið bíða eftir deyðanum, men hann kemur ikki, leita eftir honum meir enn eftir loyndum skattum,
22 teimum, ið gleðast, ja, sum rópa av frøi, táið tey finna eina grøv
23 - tí manni, ið finnur ikki leið sína, og sum Gud setur fastan og steingir inni?
24 Suff míni eru vorðin dagliga breyð mítt, og neyðarróp míni streyma sum vatn.
25 Tí tað, ið eg ræðist, rámar meg, og tað, ið eg skelvi fyri, kemur yvir meg.
26 Eg havi ikki frið, ikki rógv, ikki hvíld - altíð kemur nýggj angist."