Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Nú tók Bildad Suhitur til orða og segði:
2 "So ger nú enda á orðum tínum! Kom til skil, so kunnu vit tosa saman!
3 Hví eru vit roknaðir sum fæ? Hví eru vit óreinir í eygum tínum?
4 Á tú, sum skræðir teg sjálvan sundur í vreiði tíni! Heldur tú, at jørðin skal leggjast í oyði fyri tína skuld, og kletturin vikast úr staði!
5 Nei, ljós hins gudleysa sløknar, og eldslogi hansara gevur ikki ljós;
6 ljósið í tjaldi hansara verður myrkt, og lampa hansara sløknar hjá honum;
7 máttmiklu stig hansara styttast, og hann fellur fyri egnum ráðum;
8 tí hann kemur inn í netið við fótunum, á garni gongur hann;
9 fellan tekur um hæl hansara, garnið heldur honum føstum;
10 snerran liggur fjald fyri honum á jørðini, og saksurin á gøtu hansara;
11 ræðslur loypa ótta á hann allastaðni og jaga hann, hvar hann so setur fót sín;
12 av svongd verður máttur hansara tærdur burt, og vanlukka stendur til reiðar undir lið hansara;
13 húð hansara verður etin upp, eitt stykkið fyri og annað eftir; hin frumborni deyðans etur limir hansara;
14 hann verður rivin burt úr tjaldi sínum, sum hann leit á, og Tú letur hann fara avstað til kong ræðslanna.
15 Í tjaldi hansara hoyrir undirgangur heima, svávul verður stroyddur yvir bústað hansara;
16 niðantil torna røtur hansara burt, og omantil følna greinar hansara.
17 Minnið um hann hvørvur av jørðini, navn hansara verður ikki nevnt á gøtuni;
18 hann verður fírdur úr ljósi út í myrkur, hann verður rikin burtur av jarðarríki.
19 Hann eigur ikki børn og ikki eftirkomarar millum fólk sítt, og eingin undansloppin finst í bústøðum hansara.
20 Tey, sum búgva í vestri, óttast yvir dag hansara, og ræðsla grípur tey, sum búgva í eystri.
21 Ja, so gongst við bústøðum hins lógleysa, við heimi hansara, ið ikki kennir Gud!"