Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Er ikki lív menniskjans á jørðini hertænasta, og dagar hansara sum dagar daglønamansins!
2 Sum trælurin, ið tráar eftir skugga, sum dagløntur maður, ið bíðar eftir lønini,
3 so havi eg fingið í arv mánaðir, fullar av neyð, og møðsamar nætur vórðu lutur mín.
4 Táið eg leggist, sigi eg: "Nær skal eg fara uppaftur?" Og kvøldið verður so langt, so langt, og eg troyttist av at venda mær, inntil lýsir.
5 Kroppur mín er klæddur við møðkum og skruvum, húð mín skorpnar og rivnar sundur aftur.
6 Skjótari enn skjúttil vevarans flúgva dagar mínir, teir svinna burt vónleysir.
7 Minst til, at lív mítt er andablástur! Aldri aftur skal eyga mítt síggja nakað gott.
8 Tann, ið sær meg nú, skal ikki aftur fáa meg at síggja; táið eygu Tíni leita eftir mær, eri eg horvin.
9 Sum skýggið svinnur og rekur avstað, so er við honum, ið fer niður í deyðaríkið - hann kemur ikki upp aftur haðani;
10 hann kemur ikki heimaftur til sín sjálvs, stað hansara fær hann aldri aftur at síggja.
11 So skal eg tá heldur ikki leggja hond á munn, men tala í djúpu kvøl míni, geva meg í beisku sálarneyð míni!
12 Eri eg hav ella ódýr í sjónum - síðani Tú setur vakt yvir mær!
13 Táið eg hugsi: "Song mín skal ugga meg, lega mín skal lætta mær um sorg mína,"
14 tá ræðir Tú meg við dreymum, loypir ótta á meg við sjónum,
15 so at eg fyrr vil køvdna - heldur doyggja enn vera ber bein!
16 Nóg mikið! Eg komi aldri aftur til lívs. Lat meg vera! Dagar mínir eru jú andablástur.
17 Hvat er menniskjað, at Tú gert so nógv burtur úr tí og leggur tað til merkis,
18 heimsøkir tað hvønn morgun, rannsakar tað hvørja løtu!
19 Hvussu leingi skal tað verða, inntil Tú hyggur av mær? Vilt Tú ikki sleppa mær, inntil eg havi svølgt rákan?
20 Havi eg nú syndað, hvat havi eg tá sakt Teg, Tú menniskjavaktari! Hví hevur Tú gjørt meg til mál at skjóta eftir, so eg eri mær sjálvum til byrði?
21 Og hví fyrigevur Tú ikki synd mína? Hví letur Tú ikki vera at akta eftir misgerð míni? - Skjótt liggi eg jú undir moldum; Tú leitar eftir mær, men eg eri ikki til longur!"