Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Elifaz Temanitur tók nú til orða og segði:
2 "Tekur tú tað illa upp, um talað verður til tín? Men hvør kann vera tigandi her!
3 Tú hevur sjálvur rættleitt mong, og máttleysar hendur styrkti tú;
4 orð tíni hildu hinum snávandi uppi, og svíkjandi knø gjørdi tú sterk.
5 - Men nú, nú tað er um teg sjálvan at gera, missir tú mótið; nú tað rámar teg sjálvan, ert tú sligin av ræðslu!
6 Er ikki gudsótti tín álit títt, ólastandi lív títt vón tín?
7 Hugsa teg um! Hvør gekk sakleysur til grundar, og hvar vórðu rættsint týnd!
8 Eftir tí, sum eg havi sæð, hava tey, ið pløgdu órætt og sáaðu neyð, eisini heystað tað sjálv.
9 Fyri anda Guds ganga tey til grundar, fyri vreiðiblástri Hansara hvørva tey.
10 Brøl leyvunnar og øgiliga mál hennara hoyrist ikki longur, og tenn ungleyvunnar verða slignar inn.
11 Leyvan doyr, tí hon fær ongan fong, og leyvuungarnir verða spjaddir.
12 Og til mín kom orð sníkjandi, í oyra mínum ljóðaði sum tesk
13 - undir skiftandi hugsanum í náttarsjónum, táið fastasvøvnur fellur á menniskjuni.
14 Angist og skelvan komu á meg, og hvør liður í mær nøtraði.
15 Og andi streyk fram við andliti mínum, hárini reistust á likami mínum;
16 so steðgaði hann, men eg sá ikki rættiliga, hvussu hann sá út; skepna stóð har fyri eygum mínum, og eg hoyrdi rødd, ið teskaði:
17 "Er menniskja rættvíst fyri Gudi! Er maður reinur fyri skapara sínum!
18 Hann lítur enntá ikki á tænarar Sínar, og hjá einglum Sínum finnur Hann brek
19 - hvussu mikið meiri tá ikki hjá teimum, ið búgva í leirhúsum, og sum hava grundvøll sín í dustinum! Tey verða syndrað sundur sum húsvætti!
20 Frá morgni til kvølds - so eru tey molað sundur; áðrenn nakar gevur tí gætur, eru tey við alla gingin til grundar.
21 Ja, tjaldtog teirra verður rykt upp - tey doyggja, men ikki í vísdómi.""