Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Tá tók Job til orða og segði:
2 "Hvussu leingi ætla tit at volda sál míni sorg og sora meg sundur við orðum?
3 Hetta er nú tíggjunda ferðin, tit háða meg og skammast ikki at fara illa við mær.
4 Um nú so er, at eg eri vilstur, so verði eg sjálvur um mistak mítt!
5 Ella ætla tit at gera tykkum stórar móti mær og vísa mær, at vanæra mín hevur rámt meg við grund?
6 Tit skulu vita, at Gud hevur boygt meg niður og sett garn Sítt rundan um meg!
7 Eg rópi: "Yvirgangur!" men fái einki svar; eg rópi um hjálp, men eingin rættur er.
8 Veg mín hevur Hann stongt, so eg komi ikki fram, og yvir gøtur mínar leggur Hann myrkur.
9 Heiður mínum hevur Hann latið meg úr og tikið krúnuna av høvdi mínum.
10 Frá øllum síðum brýtur Hann meg niður, so eg gangi til grundar, og Hann rykkir vón mína upp sum træ.
11 Hann letur vreiði Sína brenna móti mær og roknar meg fyri fígginda Sín.
12 Herflokkar Hansara koma allir samlir og rudda sær veg móti mær, og teir taka støðu rundan um tjald mítt.
13 Brøður mínar hevur Hann rikið langt burtur frá mær, og kunningar mínir eru vorðnir mær heilt fremmandir.
14 Næstingar mínir halda seg burtur, og tey, ið eg kendi væl, hava gloymt meg.
15 Húsfólk mítt og arbeiðskonur mínar rokna meg fyri fremmandan; eg eri ókunnigur í eygum teirra.
16 Rópi eg tænara mín, so svarar hann ikki; við mínum egna munni má eg bøna hann.
17 Konu míni stendst við anda mín, og brøðrum mínum við hin ringa roykin av mær.
18 Um tað so eru børn, vanvirða tey meg; reisist eg, spotta tey meg.
19 Allir næstu vinir mínir skýggja meg, og tey, ið eg elskaði, hava vent sær ímóti mær.
20 Kroppur mín er einki uttan húð og bein; tað er so, at eg havi tannholdið eftir.
21 Náði, vinir mínir, náði! Tí hond Guds hevur nomið meg.
22 Hví søkja tit at mær - eins og Gud - og mettast ikki av holdi mínum?
23 Á, at orð míni høvdu verðið uppskrivað! Eg vildi, at tey vórðu skrivað í bók,
24 ja, við jarngrifli og blýggi høgd í stein til ævigar tíðir!
25 Men eg veit, at loysnari mín livir, og sum hin síðsti skal Hann stíga fram á dustinum.
26 Og táið henda húð mín er burturtærd, skal eg út úr holdi mínum skoða Gud,
27 Hann, sum eg skal skoða, mær til góða; fyri eygum mínum skal eg síggja Hann, ikki sum fremmandan - eftir tí trái eg innast inni!
28 Táið tit siga: "Sum vit skulu gera okkum inn á hann!" - tit hava jú funnið skyldina hjá mær -
29 tá óttist fyri svørðinum! Tí vreiði er synd, sum verður straffað við svørði. - Hetta sigi eg, fyri at tit skulu hugsa um, at dómur kemur."