Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 "Sál míni leiðist við lívið; eg skal geva gremju míni leysar teymar, tala í beisku sálarneyð míni.
2 Eg sigi við Gud: Dómfell meg kortini ikki, lat meg vita, hví Tú stríðir ímóti mær!
3 Er tað Tær til gagn at gera yvirgangsverk, at vraka tað, ið hendur Tínar hava virkað, men lata ljós Títt skína yvir ráð hinna gudleysu!
4 Hevur Tú tá eygu holdsins! Sært Tú, sum menniskju síggja!
5 Eru dagar Tínir sum dagar menniskjans! Eru ár Tíni sum tíðir mansins
6 - síðani Tú leitar eftir misgerð míni, og roynir at finna synd mína,
7 hóast Tú veitst, at eg eri sakleysur, og at eingin frelsir av hond Tíni!
8 Hendur Tínar hava virkað meg og gjørt meg í einum og øllum - og nú forkemur Tú mær!
9 Minst, at Tú myndaði meg sum leirið - og nú ætlar Tú at gera meg til mold aftur!
10 Hevur Tú ikki helt meg út sum mjólk og latið meg leypa sum ost!
11 Við húð og holdi klæddi Tú meg og flættaði meg saman við beinum og sinum.
12 Lív og náði veitti Tú mær, og umsorgan Tín varðveitti andadrátt mín.
13 - Og so goymdi Tú kortini hetta í hjartanum - eg veit, hvat Tú hevði í huga -:
14 Syndaði eg, so heltst Tú vakt yvir mær og fyrigavst ikki misbrot mítt;
15 var eg sekur - vei mær tá! Og var eg sakleysur, so skuldi eg tó ikki kunna lyfta høvdinum, men mettast av skomm og skoða vanlukku mína!
16 Lyfti eg tí kortini, skuldi Tú vera eftir mær sum leyva og aftur vísa undurmátt Tín á mær;
17 nýggj vitni skuldi Tú leiða fram móti mær, lata meg enn meir kenna vreiði Tína, senda ein herin fyri og annan eftir móti mær.
18 - Hví lætst Tú meg koma út úr móðurlívi! Eg átti at havt givið upp andan, ósæddur av øllum;
19 eg átti at verið, sum eg aldri hevði verið føddur; úr móðurlívi átti eg at verðið borin til gravar!
20 Eru ikki dagar mínir fáir! - Hevði Hann latið meg verið, so eg kundi havt eina stutta gleði,
21 áðrenn eg fari avstað og komi ikki aftur, burtur til land myrkursins og deyðaskuggans,
22 til landið, ið er myrkt sum svartasta náttin, har sum deyðaskuggi og óskil ræður, og ljósið sjálvt er sum myrka náttin."