Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Job
Kapittul 36
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42
1 Elihu helt áfram og segði:
2 "Bíða nú eitt sindur! Eg havi eitt at siga tær; tí enn er nakað at siga til verju Guds.
3 Eg skal fara langan veg eftir kunnskapi mínum, og eg skal vísa, at skapari mín hevur rætt.
4 Tí sanniliga, orð míni eru ikki følsk; mann við fullkomnum kunnskapi hevur tú fyri tær.
5 Sært tú, Gud er veldigur; men Hann vanvirðir ongan; Hann er veldigur í styrki vitsins.
6 Hann letur ikki gudleysan liva, men hini ørmu letur Hann fáa rætt teirra.
7 Hann vendir ikki eygum Sínum frá hinum rættvísu; hjá kongum í hásætinum letur Hann tey sita alla tíð teirra, stórliga heiðrað.
8 Og um tey verða bundin við leinkjum og fangað í vanlukkusnerrum,
9 so er tað, tí Hann vil vísa teimum atburð teirra og syndirnar, tey hava gjørt í hugmóði sínum,
10 og opna oyra teirra fyri ávaringini og áminna tey at venda við frá tí ónda.
11 Hoyra tey tá og boyggja seg, so enda tey dagar sínar í lukku og ár síni í lívsælari frøi.
12 Men hoyra tey ikki, so falla tey fyri svørði og geva upp andan í dárskapi sínum.
13 Men menniskju við gudleysum sinnalagi hýsa vreiði; tey rópa ikki til Gud, táið Hann leggur tey í bond.
14 Í ungdóminum doyggja tey, og lív teirra endar sum lív mansskøkjanna.
15 Hann frelsir hin arma við neyð hansara og opnar oyra hansara við trongdini.
16 Eisini teg lokkar Hann út úr trongdargapinum út á rúmsátt pláss, har ikki er trongt, og har borð títt skal vera fult av feitum rættum.
17 Men ert tú fullur av gudloysismisbroti, so skulu misbrot og dómur fylgjast.
18 Lat bert ikki vreiði lokka teg til spott, og lat ikki stødd bótarinnar fáa teg at villast!
19 Man róp títt kunna gera enda á neyðini, og man alt strev og stríð títt kunna avrika tað!
20 Stunda ikki eftir náttini, táið fólkasløg verða blást burt av staði sínum!
21 Varða teg, vend tær ikki til synd! Tí tað hevur tú meiri hug til enn at líða!
22 Gud er høgur í veldi Sínum - hvør er lærari sum Hann!
23 Hvør fyriskrivaði Honum veg Hansara, og hvør torir siga: "Tú gjørdi órætt!"
24 Síggj til, at tú hálovar verki Hansara, sum menniskjuni hava prísað við songi!
25 Øll menniskju síggja tað við frøi, tóat deyðilig bert skoða tað úr fjarstøðu.
26 - Ja, Gud er stórur, og vit fata Hann ikki; áratal Hansara grundast ikki út.
27 Tí dropar dregur Hann upp úr havinum; í toku Hansara sirma teir niður sum regn,
28 og skýggini lata tað streyma og dryppa niður á mong fólk.
29 Hvør man fata vídd skýggjanna ella dunið úr tjaldi Hansara!
30 Hann breiðir út ljós Sítt rundan um Seg og fjalir við tí røtur havsins.
31 Tí soleiðis straffar Hann fólkasløg, men gevur eisini føði í yvirflóð.
32 Hann sveipar hendur Sínar í ljós og sendir tað út móti fíggindanum.
33 Tora Hansara ber boð um komu Hansara; enntá fæið sigur frá, táið Hann kemur."