Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið nú alt arbeiðið var liðugt, sum Sálomo læt gera til hús HARRANS, læt hann bera inn hagar tað, ið Dávid, faðir hansara, hevði halgað HARRANUM; bæði silvurið, gullið og øll íløtini legði hann inn í skattkømur húss Guds.
2 So sendi Sálomo boð til hinar elstu í Ísrael og allar ættarhøvdingarnar, høvdini yvir fedrahúsum Ísraelsmanna, at teir skuldu koma saman í Jerúsalem at flyta sáttmálaørk HARRANS niðan úr Dávidsbýi, tað er Zion.
3 So savnaðust allir menn Ísraels hjá konginum á høgtíðini í sjeynda mánaði.
4 Táið nú allir hinir elstu í Ísrael vóru komnir, lyftu Levitarnir ørkini upp.
5 Og teir bóru ørk HARRANS niðan, og samkomutjaldið og øll hini heiløgu amboðini, sum í tjaldinum vóru; tað vóru hinir levitisku prestarnir, ið bóru tað niðan.
6 Sálomo kongur og øll samkoma Ísraels, ið saman var komin hjá Sálomo, stóðu framman fyri ørkina; teir ofraðu slíka mongd av smáfæi og neytum, at ikki stóð til at telja og vita skil á.
7 Prestarnir bóru sáttmálaørk HARRANS inn, hagar sum hon skuldi standa í innhúsi tempulsins, í hinum alraheilagasta - inn undir veingir kerúbanna.
8 Tí kerúbarnir breiddu veingirnar út yvir, har sum ørkin stóð, so at kerúbarnir frá í erva fjaldu bæði ørkina og stengur hennara.
9 Stengurnar vóru so langar, at endar teirra - sum stóðu út um ørkina - sóust framman fyri innhúsið, men ikki longur úti. Og har hevur hon verið til henda dag.
10 Einki var í ørkini uttan talvurnar báðar, ið Móses við Horeb hevði lagt niður í hana - ta ferðina ið HARRIN gjørdi sáttmála við Ísraelsmenn, táið teir fóru út av Egyptalandi.
11 Táið prestarnir síðani fóru út úr halgidóminum - allir prestarnir, ið har vóru, høvdu halgað seg, ógjørligt var at halda seg eftir skiftunum -
12 og táið allir hinir levitisku sangararnir, bæði Asaf, Heman og Jedutun og synir og brøður teirra, stóðu, klæddir í hvítum líni, við skáltrummum, hørpum og sitarum eystan fyri altarið, og saman við teimum 120 prestar, sum blástu í lúðrar,
13 táið tá teir, sum blástu í lúðrar, og sangararnir, allir sum ein og í senn, byrjaðu at lova og prísa HARRANUM, og teir lótu lúðrarnar, skáltrummurnar og hini ljóðførini hoyrast og lovaðu HARRANUM, tí Hann er góður, og náði Hansara varir í allar ævir, tá fyltist húsið, hús HARRANS, av einum skýggi,
14 so at skýggið forðaði prestunum at standa og gera tænastu sína; tí dýrd HARRANS fylti hús Guds.