Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Framvegis gjørdi hann koparaltar, 20 alin langt, 20 alin breitt og 10 alin høgt.
2 So gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var 10 alin frá trom til trom og heilt runt; 5 alin var tað djúpt, og eitt 30 alin langt band rakk rundan um tað.
3 Niðri undir tromini vóru tarvar allan vegin runt; teir gingu rundan um havið, 10 á hvørji alin; tvey røð av tarvum vóru, og teir vóru stoyptir í einum við havið.
4 Havið stóð á 12 tarvum; tríggir vendu norðureftir, tríggir vestureftir, tríggir suðureftir, og tríggir eystureftir; havið hvíldi á teimum, og allir vendu afturpartin inneftir.
5 Tað var hondbreidd tjúkt, og tromin á tí var sum tromin á bikari, vorðin sum liljublóma; tað tók 3000 bat.
6 Síðani gjørdi hann 10 íløt og setti 5 høgrumegin og 5 vinstrumegin, til at vaska í; í teimum skolaðu teir tað, sum til brenniofrið hoyrdi; men havið høvdu prestarnir at vaska sær í.
7 Framvegis gjørdi hann 10 ljósastakar av gulli, soleiðis sum teir áttu at vera, og setti teir í hitt heilaga, 5 høgrumegin og 5 vinstrumegin.
8 Hann gjørdi 10 borð og setti tey í hitt heilaga, 5 høgrumegin og 5 vinstrumegin; somuleiðis gjørdi hann 100 offurskálir av gulli.
9 Síðani gjørdi hann prestaforgarðin og hin stóra forgarðin og dyr á forgarðin; hurðarnar klæddi hann við kopari.
10 Havið setti hann høgrumegin, í landsynning.
11 Framvegis gjørdi Huram øskubytturnar, eldspakarnar og skálirnar at sletta blóð við. Nú var Huram liðugur við arbeiðið, ið hann gjørdi fyri Sálomo kong til hús Guds; tað var:
12 Tvær súlur og tvær kúlur á súluhøvdini oman á súlunum, tey bæði ruddu netini, ið fjala skuldu kúlurnar báðar á súluhøvdunum oman á súlunum,
13 og tey 400 granateplini á bæði netini - tvey røð av granateplum á hvørt netið, ið fjala skuldu kúlurnar báðar á súluhøvdunum oman á súlunum.
14 Hann gjørdi stabbarnar og tey 10 íløtini á støbbunum,
15 somuleiðis havið og teir 12 tarvarnar undir tí;
16 øskubytturnar, eldspakarnar, gaflarnar og alt tað, ið til hoyrdi, gjørdi Huram-Abi fyri Sálomo kong til hús HARRANS; alt var av blonkum kopari.
17 Á Jordanslætta læt kongurin tað stoypa, í leirjørðini millum Sukkot og Zeredata.
18 Sálomo læt gera ovurhonds mongd av øllum hesum - hvat koparið vigaði, varð ikki kannað eftir.
19 Sálomo gjørdi eisini alt tað, sum vera skuldi í húsi Guds: Gullaltarið, borðini, ið sýnisbreyðini skuldu liggja á,
20 ljósastakarnar við lampunum, ið tendrast skuldu framman fyri innhúsið, soleiðis sum fyriskrivað var - av reinum gulli,
21 og blómurnar, lampurnar og ljósasaksarnar av gulli - og tað av besta gulli -
22 knívarnar, skálirnar at sletta blóð við, roykilsisskálirnar og eldpannurnar - alt av reinum gulli. Og viðvíkjandi durum tempulsins, vóru bæði hinar innaru hurðarnar - tær inn í hitt alraheilagasta - og hurðarnar inn í hitt heilaga av gulli.