Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Nakað eftir hetta komu Móabitar og Ammonitar og saman við teimum nakrir av Me’unitum móti Jósafat til bardaga.
2 Tíðindi vórðu borin Jósafat um hetta, og sagt varð: "Stórur herur kemur ímóti tær úr landinum hinumegin Havið, úr Áram; teir eru longu í Hazezon-Tamar (tað er En-Gedi)."
3 Tá kom ræðsla á Jósafat, og hann vendi sær í bøn til HARRAN og læt boða føstu um alt Juda.
4 Juda kom tá saman at søkja sær hjálp hjá HARRANUM; ja, úr hvørjum býi í Juda komu tey at søkja HARRAN.
5 Nú steig Jósafat fram millum teirra, ið saman vóru komin úr Juda og Jerúsalem, í húsi HARRANS, framman fyri Nýggja Forgarð,
6 og segði: "HARRI Gud fedra okkara! Er tað ikki Tú, sum ert Gud í Himli! Tú ert HARRI yvir øllum heidningaríkjunum; í hond Tíni er máttur og veldi, og eingin er, sum er mentur at standa seg móti Tær.
7 Hevur ikki Tú, Gud okkara, rikið fólkið í hesum landi út fyri Ísrael, fólki Tínum, og givið eftirkomarum Ábrahams, vinar Tíns, tað í allar ævir!
8 Teir búsettust har, bygdu Tær - navni Tínum - halgidóm har og søgdu:
9 "Kemur vanlukka á okkum, svørð, revsidómur, pestur ella hungursneyð, so skulu vit stíga fram fyri ásjón Tína - fram fyri hetta hús, tí navn Títt býr í hesum húsi - og rópa til Tín í neyð okkara; og Tú skalt hoyra og hjálpa."
10 Hygg nú, hvussu Ammonitar, Móabitar og fólkið úr Se’irsfjøllum - hesi fólk, sum Tú ikki loyvdi Ísraelsmonnum at gera álop á, táið teir komu úr Egyptalandi, nei, teir tóku aðra leið, burt frá teimum, og oyddu tey ikki -
11 hygg nú, hvussu teir løna okkum! Nú koma teir og ætla at reka okkum burt av ogn Tíni, sum Tú hevur givið okkum at eiga.
12 Gud okkara! Fert Tú ikki at halda dóm yvir teimum? Tí vit eru einki mentir móti hesum stóra heri, sum móti okkum kemur, og vit vita ikki, hvat vit skulu gera, men til Tín eru eygu okkara vend."
13 Og alt Juda stóð har fyri ásjón HARRANS, ja, eisini smábørn teirra, konur og synir teirra.
14 Tá kom - mitt í samkomuni - Andi HARRANS yvir Jahaziel Levit, son Zakarja, son Benaja, son Je’iel, son Mattanja, ein av eftirkomarum Asafs;
15 hann segði: "Lurtið eftir, alt Juda, tit, sum í Jerúsalem búgva, og tú, Jósafat kongur! So sigur HARRIN við tykkum: Óttist ikki fyri hesum stóra heri og ræðist hann ikki! Tí hetta er ikki bardagi tykkara, nei, tað er bardagi Guds!
16 Farið móti teimum í morgin! Teir fara tá niðan á Hazzizhædd, og tit koma at hitta teir í dalbotninum, beint yvir av Jeruelsoyðimørk.
17 Tað eru ikki tit, ið berjast skulu her; tit skulu bert stíga fram og standa og síggja, hvussu HARRIN frelsir tykkum, tit av Juda og Jerúsalem! Óttist ikki og ræðist ikki! Farið móti teimum í morgin, og HARRIN skal vera við tykkum!"
18 Tá boygdi Jósafat seg við andlitinum til jarðar, og alt Juda og allir teir úr Jerúsalem fullu niður fyri ásjón HARRANS og tilbóðu HARRAN.
19 Og Levitarnir, sum vóru eftirkomarar Kahatita og Kora’ita, reistust og lovaðu HARRANUM Gudi Ísraels við ovurhonds harðari rødd.
20 Tíðliga morgunin eftir hildu teir avstað og fóru út til Tekoaoyðimørk. Og í tí teir fóru avstað, steig Jósafat fram og segði: "Hoyrið meg, Juda og tit, sum í Jerúsalem búgva! Havið trúgv á HARRAN Gud tykkara, so skulu tit verða standandi! Trúgvið profetum Hansara, so skal eydnan vera við tykkum!"
21 Og táið hann hevði ráðført seg við fólkið, læt hann sangarar stíga fram, sum í heiløgum skrúði skuldu fara út undan hinum vápnaða herinum og lova HARRANUM og siga: "Lovið HARRANUM, tí náði Hansara varir í allar ævir!"
22 Og við tað sama sum teir byrjaðu við gleðirópum og lovsongum sínum, læt HARRIN ein flokk koma aftanfrá yvir Ammonitar, Móabitar og fólkið úr Se’irsfjøllum - teir, sum komu móti Juda - so teir lógu undir.
23 Ammonitar og Móabitar lupu á fólkið úr Se’irsfjøllum og høgdu teir niður og gjørdu enda á teimum; og táið teir vóru lidnir við teir úr Se’ir, gjørdu teir enda hvør á øðrum.
24 Táið so Juda kom niðan á hæddina, haðani ið sást yvir oyðimørkina, og fór at hyggja eftir herinum, ja, tá lógu deyðu kroppar teirra á jørðini; ikki ein var undansloppin.
25 Jósafat og menn hansara fóru tá hagar at ræna, og teir funnu har mongd av góðsi og deyðum kroppum og dýrum lutum; fongurin, ið teir tóku, var so nógvur, at teir fingu ikki borið hann; í samfullar tríggjar dagar rændu teir, so nógvur fongur var har.
26 Fjórða dagin savnaðust teir í Berakadali. Har lovaðu teir HARRANUM; tí verður hetta stað enn í dag rópt Berakadalur.
27 Síðani fór alt fólkið úr Juda og Jerúsalem við Jósafat á odda heimaftur; og teir fóru glaðir aftur til Jerúsalem, tí HARRIN hevði unt teimum gleði yvir fíggindum teirra.
28 Við hørpum, sitarum og lúðrum fóru teir inn í Jerúsalem, í hús HARRANS.
29 Og ótti fyri Gudi kom á øll ríki í londunum, táið tey frættu, at HARRIN hevði barst við fíggindar Ísraels.
30 Ríki Jósafats hevði nú frið - Gud hansara læt hann fáa frið allar vegir.
31 Jósafat stýrdi tá í Juda. Hann var 35 ár, táið hann gjørdist kongur, og 25 ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Azuba og var dóttir Silhi.
32 Hann gekk somu leið sum Asa, faðir sín; hann veik ikki frá henni - hann gjørdi tað, sum beint var í eygum HARRANS.
33 Tó vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt, og fólkið hevði ikki enn vent hjartanum til Gud fedra sína.
34 Tað, ið annars er at siga um Jósafat, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í krøniku Jehu, sonar Hanani - hon er tikin upp í bókina um Ísraelskongar.
35 Seinni gav Jósafat kongur í Juda seg í felag við Ahazja kong í Ísrael, hann, sum hevði so gudleysan atburð.
36 Hann gav seg í felag við hann at gera skip, ið skuldu fara til Tarsis; teir smíðaðu skip í Ezjon-Geber.
37 Tá profeteraði Eliezer úr Maresa, sonur Dodava, móti Jósafat og segði: "Aftur fyri at tú hevur givið teg í felag við Ahazja, skal HARRIN lata tað, ið tú hevur tikið tær fyri, koma upp í einki!" - Og skipini brotnaðu og kundu soleiðis ikki fara til Tarsis.