Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið drotningin í Saba fekk at hoyra orðið um Sálomo, kom hon til Jerúsalem við stórum fylgi og við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; hon ætlaði at royna Sálomo við gátum; táið hon var komin til hansara, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta.
2 Men Sálomo svaraði øllum spurningum hennara; ikki eitt orð av tí, ið hon segði, var Sálomo dult, nei, hann gav henni svar uppá alt.
3 Táið drotningin í Saba sá vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt,
4 rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og klæði teirra og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS - var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran.
5 Hon segði við kongin: "Satt var tað, sum eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín!
6 Eg trúði ikki tíðindunum, ið gingu, fyrrenn eg kom og fekk tað at síggja við mínum egnu eygum; men nú - eg havi ikki frætt helvtina um stóra vísdóm tín! Tú bert av tí, ið eg havi frætt um teg.
7 Lukkuligir eru menn tínir, lukkuligir eru hesir tænarar tínir, ið altíð standa fyri ásjón tíni og hoyra vísdóm tín!
8 Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði tokka til tín, so Hann setti teg í hásæti Sítt sum kong fyri HARRANUM Gudi tínum! Tí at Gud tín elskar Ísrael og ætlar at halda tí uppi til ævigar tíðir, tí setti Hann teg til kong yvir teimum at fremja rætt og rættvísi."
9 Síðani gav hon konginum 120 talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri hevur slík mongd av kryddurtum verið í landinum sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi.
10 Eisini menn Hurams og menn Sálomos, sum fóru til Ofir eftir gulli, høvdu havt sandelvið og dýrar steinar við sær haðani.
11 Av sandelviðinum læt kongurin gera trappur til hús HARRANS og kongshøllina, somuleiðis sitarar og hørpur til sangararnar; tess líki var aldri áður sæddur í Judalandi.
12 Sálomo kongur gav drotningini í Saba alt tað, ið hon vildi hava og bað um, umframt tað, ið hann gav henni aftur fyri tað, ið hon hevði havt við til kongin. - So fór hon avstað og fór heimaftur til land sítt við tænarum sínum.
13 Gullið, ið Sálomo fekk eitt ár, vigaði 666 talentir
14 - umframt tað, ið kom inn frá handilsmonnunum og keypmonnunum; eisini allir kongarnir í Arabia og landshøvdingarnir í landinum lótu gull og silvur til Sálomo.
15 Sálomo kongur læt gera 200 stórar skjøldir av slignum gulli - 600 seklar av slignum gulli fóru í hvønn skjøldin -
16 og 300 smáar skjøldir av slignum gulli - 300 seklar av gulli fóru í hvønn henda skjøldin - og kongurin læt leggja teir í Libanonskóghús.
17 Kongurin læt eisini gera stórt hásæti av fílabeini og klæddi tað við reinum gulli.
18 Hásætið hevði seks trin og fótaskammul av gulli, sum var gjørdur fastur í hásætið; báðumegin setrið vóru armar, og tætt við armarnar stóðu tvær leyvur;
19 báðumegin tey seks trinini stóðu tólv leyvur. - Slíkt hevur aldri verið gjørt í nøkrum øðrum kongaríki.
20 Øll drekkiíløt Sálomos kongs vóru av gulli, og øll íløtini í Libanonskóghúsi vóru av fínum gulli; silvur var einki roknað fyri á døgum Sálomos.
21 Tí kongurin hevði skip, ið fóru til Tarsis saman við monnum Hurams; triðjahvørt ár komu skipini heim, fermd við gulli, silvuri, fílabeini, apum og páfuglum.
22 Sálomo kongur varð størri enn allir kongar á jørðini í ríkidømi og vísdómi.
23 Úr øllum ættum jarðarinnar komu kongar at síggja Sálomo og hoyra vísdóm hansara, sum Gud hevði lagt í hjarta hansara;
24 og allir høvdu teir gávur við: Silvuríløt, gullíløt, klæði, vápn, kryddurtir, hestar og múldýr; soleiðis gekk ár eftir ár.
25 Sálomo hevði 4000 hestapør og vagnar og 12 000 hestmenn; teir læt hann vera, summar í vagnbýunum og summar í Jerúsalem hjá sær.
26 Hann var harri yvir øllum kongum frá Ánni líka til Filistaraland og líka at marki Egyptalands.
27 Kongurin gjørdi í Jerúsalem silvur líka vanligt sum grót og sedrisvið líka vanligan sum morberjatrøini í láglendinum.
28 Hestar vórðu fluttir inn til Sálomo úr Egyptalandi og úr øllum øðrum londum.
29 Tað, ið annars er at siga um Sálomo, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, tað er skrivað í krøniku Natans profets, í tí, sum Ahia úr Silo hevur profeterað, og í sjónini, sum Jedi síggjari sá um Jeroboam, son Nebat.
30 Sálomo var 40 ár kongur í Jerúsalem yvir øllum Ísrael.
31 So legðist Sálomo til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í staði Dávids, faðirs síns. Sonur hansara Rehabeam tók ríkið eftir hann.