Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið nú tey 20 árini vóru gingin, sum Sálomo hevði brúkt til at byggja hús HARRANS og sítt egna hús,
2 bygdi Sálomo upp býirnar, ið Huram hevði latið hann fáa, og læt Ísraelsmenn búsetast í teimum.
3 Síðani fór Sálomo til Hamat-Zoba og legði tað undir seg.
4 Hann bygdi eisini upp Tadmor í oyðimørkini og allar býirnar við goymslum í Hamat, sum hann bygdi.
5 Somuleiðis bygdi hann Ovara-Bet-Horon og Niðara-Bet-Horon og gjørdi teir til víggirdar staðir við múrum, portrum og portursláum;
6 á sama hátt Ba’alat og allar býirnar, ið hann hevði goymslur í, vagnbýirnar, býirnar til hestfólkið - og alt annað, ið hann fekk hug at byggja, bæði í Jerúsalem, á Libanon og í øllum ríki sínum.
7 Alt fólkið, ið eftir var av Hetitum, Amoritum, Perizitum, Hevitum og Jebusitum - teir, ið ikki hoyrdu til Ísraelsmenn -
8 eftirkomarar teirra, sum enn vóru í landinum eftir teir, av tí at Ísraelsmenn høvdu ikki oytt teir, tók Sálomo út til pliktarbeiði - og so hevur verið til henda dag.
9 Men av Ísraelsmonnum gjørdi Sálomo ongan til arbeiðstræl; teir vóru hermenn, høvdingar yvir køppum hansara og høvdingar yvir hervagnum og hestmonnum hansara.
10 Arbeiðsformenn Sálomos kongs vóru 250 í tali; teir vóru yvir fólkinum.
11 Sálomo læt dóttur Farao flyta úr Dávidsstaði inn í húsið, sum hann hevði bygt henni; tí hann segði: "Eingin kvinna skal búgva í høll Dávids ísraelskongs; tí heiløg eru støðini, har sum ørk HARRANS kemur."
12 Tá ofraði Sálomo HARRANUM brennioffur á altari HARRANS, sum hann hevði reist framman fyri forsalin;
13 hann ofraði hvønn dag ofrini, ið Móses hevði fyriskrivað fyri tann dagin - sabbatarnar og sólkomudagarnar og á høgtíðunum tríggjar ferðir um árið, á høgtíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhøgtíðini og á leyvsalahøgtíðini.
14 Hann gjørdi, sum Dávid, faðir hansara, hevði fyriskrivað, og setti prestaflokkarnar til tænastu teirra og Levitarnar til tað, ið teir skuldu gera, til at syngja lovsongin og ganga prestunum til handa, eftir sum hvønn dag tørvaði; og duravaktararnar setti hann við hvørt portrið fyri seg, eftir skiftum teirra - tí so hevði Dávid gudsmaður boðið.
15 Hvørki viðvíkjandi skattunum ella í nøkrum øðrum varð vikið frá tí, sum kongurin hevði boðið um prestarnar og Levitarnar.
16 So var tað nú liðugt, alt, ið Sálomo hevði virkað, frá tí degi ið grundin varð løgd til hús HARRANS, inntil tað var fullført - hús HARRANS stóð liðugt.
17 Um hesa tíðina fór Sálomo til Ezjon-Geber og til Elot úti við havið í Edomslandi.
18 Huram sendi menn til hansara við skipum og sjóvandari manning; teir fóru saman við monnum Sálomos til Ofir og førdu haðani 450 talentir av gulli heim til Sálomo kong.