Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Nú fór Sálomo undir at byggja hús HARRANS í Jerúsalem, á Moriafjalli, har sum Hann hevði opinberað Seg fyri Dávidi, faðir hansara, á staðnum, sum Dávid hevði gjørt til, á treskiplássi Ornans Jebusits.
2 Tann annan í øðrum mánaði, fjórða árið ið hann sat við stýrið, byrjaði hann at byggja.
3 Táið Sálomo nú skuldi byggja hús Guds, legði hann grundvøllin soleiðis: Longdin var 60 alin eftir gomlum máli, og breiddin 20 alin.
4 Forsalurin framman fyri templið var 20 alin langur - svarandi til breidd hússins - og 20 alin høgur; og hann klæddi hann innan við reinum gulli.
5 Hina størru høllina bróstaði hann við syprisviði; harumframt klæddi hann hana við fínum gulli og prýddi hana við pálmum og kransum.
6 Hann prýddi høllina við dýrum steinum. Gullið var parvajimgull.
7 Alt húsið, bæði bjálkar, gáttir, bróst og hurðar, klæddi hann við gulli og læt skera út kerúbar á bróstunum.
8 Framvegis gjørdi hann hitt alraheilagasta; tað var 20 alin langt - svarandi til breidd hússins - og 20 alin breitt; og hann klæddi tað við fínum gulli - 600 talentir gingu til.
9 Naglarnir - sum vóru av gulli - vigaðu 50 seklar; eisini loftsalirnar klæddi hann við gulli.
10 Í hinum alraheilagasta gjørdi hann tveir kerúbar - útskorið arbeiði - og klæddi teir við gulli.
11 Veingir kerúbanna vóru 20 alin; annar vongurin á øðrum kerúbinum var 5 alin og nam við bróst hússins, og hin vongurin var 5 alin og nam við vongin á hinum kerúbinum;
12 og annar vongurin á hinum kerúbinum var 5 alin og nam við bróst hússins, og hin vongurin var 5 alin og rakk at vonginum á hinum fyrra kerúbinum.
13 Soleiðis vóru veingirnir á hesum kerúbunum - heilt útbreiddir - 20 alin; teir stóðu upprættir og vendu andlitini inneftir.
14 Forhangið gjørdi hann av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og hvítari bummull, og gjørdi kerúbar á tað.
15 Framman fyri húsið gjørdi hann tvær súlur, 35 alin høgar, og súluhøvdið ovast á hvørji teirra var 5 alin.
16 So gjørdi hann kransar og setti teir á súluhøvdini, og hann gjørdi 100 granatepli og setti tey á kransarnar.
17 Hesar súlur reisti hann framman fyri halgidómin, aðra til høgru og aðra til vinstru; hana til høgru kallaði hann Jakin, og hana til vinstru Boaz.