Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið Rehabeam var komin til Jerúsalem, savnaði hann saman hús Juda og Benjamin, 180 000 útvaldar hermenn, til at berjast við Ísrael og vinna Rehabeam ríkið aftur.
2 Tá kom orð HARRANS til Semaja gudsmann; Hann segði:
3 "Sig við Rehabeam, son Sálomo, kongin í Juda, og við alt Ísrael í Juda og Benjamin:
4 So sigur HARRIN: Tit skulu ikki fara og berjast við brøður tykkara! Vendið við aftur, hvør heim til sín sjálvs! Tí hetta, ið hent hevur, er komið frá Mær." - Og teir aktaðu orð HARRANS; teir vendu við og fóru ikki móti Jeroboam.
5 Rehabeam búði síðani í Jerúsalem, og hann bygdi fleiri býir í Juda um til víggirdar staðir.
6 Hann bygdi Betlehem, Etam, Tekoa,
7 Bet-Zur, Soko, Adullam,
8 Gat, Maresa, Zif,
9 Adorajim, Lakis, Azeka,
10 Zora, Ajalon og Hebron - sum allir vóru í Juda og Benjamin - um til víggirdar staðir.
11 Hann víggirdi teir sterkt, setti høvdingar yvir teir og læt goyma har mat, olju og vín at taka til;
12 og hvønn býin læt hann fáa skjøldir og spjót og gjørdi teir soleiðis ógvuliga sterkar. - Juda og Benjamin hoyrdu honum til.
13 Prestarnir og Levitarnir í øllum Ísrael komu, allastaðni frá har sum teir búðu, og buðu seg í tænastu hjá honum;
14 tí Levitarnir rýmdu frá jørð síni og ogn síni og fóru til Juda og Jerúsalem, av tí at Jeroboam og synir hansara róku teir burtur úr tænastu teirra sum prestar HARRANS.
15 Hann setti sær sjálvur prestar fyri offurheyggjarnar og fyri bukkarnar og kálvarnar, ið hann hevði latið gera.
16 Við teimum fylgdu úr øllum ættum Ísraels teir, ið høvdu hjartað vent til at søkja HARRAN Gud Ísraels; teir komu til Jerúsalem at ofra til HARRAN Gud fedra sína.
17 Teir styrktu Judaríki og tryggjaðu í trý ár Rehabeam, syni Sálomo, kongadømið - tí í trý ár gingu teir í fótasporum Dávids og Sálomos.
18 Rehabeam tók sær til konu Mahalat, dóttur Jerimot, son Dávid, og Abihajil, dóttur Eliab, son Ísai.
19 Við henni átti hann synirnar Je’us, Semarja og Saham.
20 Seinni giftist hann við Ma’aku, dóttur Absalom; við henni átti hann Abia, Attai, Ziza og Selomit.
21 Av øllum konum og hjákonum sínum var Rehabeam bestur við Ma’aku, dóttur Absalom - hann hevði tikið sær 18 konur og 60 hjákonur, og hann fekk 28 synir og 60 døtur.
22 Rehabeam setti Abia, son Ma’aku, til høvd, til høvdinga millum brøður hansara; tí hann hevði í huga at gera hann til kong.
23 Og hann var klókur - hann læt allar synir sínar búgva um alt Juda og Benjaminsland, í øllum hinum víggirdu støðunum, læt teir fáa ríkligt at liva av og fekk teimum mongd av konum.