Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Men táið kongadømi Rehabeams var grundfest, og vald hansara var styrkt, vendu bæði hann og alt Ísrael lóg HARRANS bakið.
2 Tá kom - fimta árið ið Rehabeam var kongur - Sisak kongur í Egyptalandi móti Jerúsalem - tí teir høvdu verið HARRANUM ótrúgvir.
3 Hann kom við 1200 hervagnum og 60 000 hestmonnum; og fólkið, ið við honum kom úr Egyptalandi - Libýarar, Sukkitar og Etioparar - stóð ikki til at telja.
4 Hann tók teir víggirdu staðirnar í Juda og kom líka at Jerúsalem.
5 Nú kom Semaja profetur til Rehabeam og høvdingarnar í Juda - teir høvdu leitað til Jerúsalem undan Sisak - og segði við teir: "So sigur HARRIN: Tit hava vent Mær bakið; tí havi eisini Eg vent tykkum bakið og givið tykkum í hendur Sisaks!"
6 Tá eyðmýktu teir seg, høvdingarnir í Ísrael og kongurin, og søgdu: "HARRIN er rættvísur!"
7 Táið HARRIN sá, at teir høvdu eyðmýkt seg, kom orð HARRANS til Semaja; Hann segði: "Við tað at teir hava eyðmýkt seg, skal Eg ikki gera enda á teimum, men lata teir so dánt sleppa undan; við Sisak skal vreiði Mín ikki streyma út yvir Jerúsalem!
8 Tó skulu teir koma at standa undir honum og fáa at sanna munin á at tæna Mær og at tæna heidnum kongum."
9 Sisak kongur í Egyptalandi kom tá móti Jerúsalem; hann tók skattirnar í húsi HARRANS og skattirnar í kongshøllini - alt samalt tók hann, eisini gullskjøldirnar, ið Sálomo hevði latið gera.
10 Í stað teirra læt Rehabeam kongur gera koparskjøldir og læt teir høvuðsmonnum lívvaktarinnar upp í hendur, sum hildu vakt við dyr kongshallarinnar.
11 Hvørja ferð kongurin fór inn í hús HARRANS, komu vaktarmenninir og bóru teir og fóru síðani aftur í vaktstovuna við teimum.
12 Við tað at Rehabeam eyðmýkti seg, vendist vreiði HARRANS frá honum, so Hann gjørdi ikki heilt enda á honum; og enn var tó ikki sørt av góðum í Juda.
13 Síðani sat Rehabeam kongur aftur tryggur í kongadømi sínum í Jerúsalem og stýrdi har. Hann var 41 ár, táið hann gjørdist kongur, og 17 ár stýrdi hann í Jerúsalem, býnum, ið HARRIN úr øllum ættum Ísraels hevði útvalt til at lata navn Sítt búgva har. Móðir hansara æt Na’ama og var ammonitisk kvinna.
14 Hann gjørdi tað, ið ónt var; tí hjarta hansara var ikki vent til at søkja HARRAN.
15 Alt tað, ið er at siga um Rehabeam, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í krøniku Semaja profets og í krøniku Iddos síggjara, har sum ættartølini standa. Millum Rehabeam og Jeroboam var alla tíðina ófriður.
16 So legðist Rehabeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Sonur hansara Abia tók ríkið eftir hann.