Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Sætta og tríatinda árið ið Asa sat við stýrið, kom Baesa kongur í Ísrael móti Juda og fór at gera Rama til víggirdan stað, so at eingin maður skuldi sleppa út ella inn hjá Asa kongi í Juda.
2 Tá tók Asa silvur og gull úr skattkømurum húss HARRANS og kongshallarinnar og sendi Benhadad kongi í Áram, sum búði í Damaskus, tað við hesum orðum:
3 "Sáttmáli er jú millum meg og teg, eins og var millum faðir mín og faðir tín. Her sendi eg tær silvur og gull - brót nú sáttmála tín við Baesa kong í Ísrael, so hann fer burtur frá mær!"
4 Benhadad gjørdi, sum Asa kongur segði, og sendi herhøvdingar sínar móti býum Ísraels; teir tóku Ijon, Dan, Abel-Majim og goymslurnar í býum Naftali.
5 Táið Baesa frætti hetta, gav hann uppat at gera Rama til víggirdan stað og steðgaði arbeiðinum.
6 Men Asa kongur tók við sær alt Juda, og teir fluttu burtur grótið og viðin, ið Baesa hevði nýtt, táið hann gjørdi Rama til víggirdan stað, og gjørdu við hesum Geba og Mizpa til víggirdar staðir.
7 Tá kom Hanani síggjari til Asa kong í Juda og segði við hann: "Aftur fyri at tú styðjaði teg við kongin í Áram og ikki við HARRAN Gud tín, er herur kongsins í Áram sloppin undan hondum tínum.
8 Vóru ikki Etioparar og Libýarar stórur herur við hervagnum og stórari mongd av hestfólki! Men av tí at tú styðjaði teg við HARRAN, gav Hann teir í hond tína.
9 Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. Í hesum hevur tú borið teg at sum dári; tí skalt tú hereftir altíð hava bardaga ímóti tær!"
10 Men Asa varð illur við síggjaran og setti hann í stokkhúsið; so illur var hann við hann fyri hetta. Um somu tíð kúgaði Asa eisini onnur av fólkinum.
11 Tað, ið annars er at siga um Asa, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í bókini um kongar Juda og Ísraels.
12 Níggjunda og tríatinda árið ið hann sat við stýrið, varð Asa sjúkur í fótunum, og sjúka hansara versnaði í hvørjum; men heldur ikki í sjúkdómi sínum søkti hann HARRAN, nei, hann fór til læknarnar.
13 So legðist Asa til hvíldar hjá fedrum sínum; hann doyði, fyrsta og fjørutinda árið ið hann sat við stýrið.
14 Teir jarðaðu hann í grøv, sum hann hevði latið høgga sær út í Dávidsstaði; hann varð lagdur á legu, sum var fylt við ymiskum sløgum av kryddurtum, ið vóru gjørdar til sum salvubland. Og ógvuligt bál varð brent, honum til heiður.