Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Tá segði Sálomo: "HARRIN hevur sagt, at Hann skal búgva í bølmyrkrinum.
2 Nú havi eg bygt Tær hús til bústað, eitt stað, har Tú kanst búgva til ævigar tíðir."
3 Síðani vendi kongurin sær á og signaði alla samkomu Ísraels; øll samkoma Ísraels stóð.
4 Hann segði: "Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, sum við munni Sínum talaði við Dávid, faðir mín, og við hond Síni hevur uppfylt tað, ið Hann lovaði, táið Hann segði:
5 "Frá tí degi Eg leiddi fólk Mítt út av Egyptalandi, havi Eg ongan bý í nakrari av øllum ættum Ísraels útvalt, so har skuldi verða bygt hús, navni Mínum til bústað; ei heldur havi Eg útvalt nakran mann til høvdinga yvir Ísrael, fólki Mínum.
6 Men Eg útvaldi Jerúsalem, navni Mínum til bústað, og Eg útvaldi Dávid til at ráða yvir Ísrael, fólki Mínum."
7 Dávid, faðir mín, hevði í huga at byggja navni HARRANS Guds Ísraels hús;
8 men HARRIN segði við Dávid, faðir mín: "At tú hevur í huga at byggja navni Mínum hús, tað er beint av tær;
9 tó skalt ikki tú byggja húsið; nei, sonur tín, sum út skal ganga úr lendum tínum, hann skal byggja navni Mínum húsið."
10 Nú hevur HARRIN uppfylt lyftið, ið Hann gav; eg eri komin í stað Dávids, faðirs míns, og eri setstur í hásæti Ísraels - soleiðis sum HARRIN lovaði - og eg havi bygt navni HARRANS Guds Ísraels húsið;
11 eg havi har sett ørkina, sum sáttmáli HARRANS er í, sáttmálin, ið Hann gjørdi við Ísraelsmenn."
12 - Nú steig Sálomo fram fyri altar HARRANS, meðan øll samkoma Ísraels var hjástødd, og breiddi út hendurnar.
13 Tí Sálomo hevði latið gera pall av kopari, fimm alin langan, fimm alin breiðan og tríggjar alin høgan, og sett hann mitt í garðin; á honum stóð hann nú. Og hann fall á knæ framman fyri alla samkomu Ísraels, breiddi út hendurnar móti himli
14 og segði: "HARRI Gud Ísraels! Eingin gudur er sum Tú, í Himli ella á jørð, Tú, sum heldur sáttmála Tín við tænarar Tínar og goymir teimum náði - táið teir av øllum hjarta sínum liva fyri ásjón Tíni -
15 Tú, sum hevur hildið tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum; Tú lovaði tað við munni Tínum, og við hond Tíni hevur Tú uppfylt tað - sum í dag gongur sjón fyri søgn.
16 Halt tá nú, HARRI Gud Ísraels, tað, ið Tú lovaði tænara Tínum Dávidi, faðir mínum, táið Tú segði: "Aldri skal fattast maður av avkomi tínum til at sita í hásæti Ísraels fyri ásjón Míni - so satt sum synir tínir akta eftir leið síni og liva eftir lóg Míni, soleiðis sum tú hevur livað fyri ásjón Míni"!
17 Lat tí nú, HARRI Gud Ísraels, orðið ganga út, sum Tú talaði við tænara Tín Dávid!
18 Men ber tað nú til, at Gud býr hjá menniskjunum á jørðini? Himlarnir, ja, Himlar Himlanna taka Teg ikki - hvussu mikið minni tá ikki hetta hús, ið eg havi bygt!
19 Kortini skalt Tú venda Tær til bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara - HARRI Gud mín - og hoyra rópið og bønina, ið tænari Tín ber fram fyri ásjón Tína,
20 so eygu Tíni vera opin yvir hesum húsi dag og nátt, yvir staðnum, har sum Tú hevur sagt, at Tú skalt lata navn Títt búgva - so Tú hoyrir bønina, ið tænari Tín biður, vendur móti hesum staði.
21 Tú skalt hoyra tær eyðmjúku ákallanir, ið tænari Tín og Ísrael, fólk Títt, senda upp, vend móti hesum staði; Tú skalt hoyra tær, har sum Tú býrt, í Himli; Tú skalt hoyra og fyrigeva.
22 Táið onkur syndar móti næsta sínum, og teir áleggja honum at gera eið og lata hann svørja - kemur hann tá og ger eiðin fyri altari Tínum í hesum húsi,
23 so skalt Tú hoyra tað í Himli og leggja uppí og lata tænarar Tínar fáa rætt teirra - Tú skalt løna hinum seka aftur og lata gerðir hansara koma yvir hansara egna høvd og døma hin rættvísa rættvísan og lata hann fáa eftir rættvísi hansara.
24 Táið Ísrael, fólk Títt, liggur undir fyri fíggindum sínum, aftur fyri at tey synda móti Tær, men tey so venda við, játta navn Títt og í hesum húsi biðja til Tín og bøna um náði fyri ásjón Tíni,
25 tá skalt Tú hoyra tað í Himli, fyrigeva synd Ísraels, fólks Tíns, og leiða tey aftur í landið, sum Tú gavst teimum og fedrum teirra.
26 Táið himmalin verður afturlatin, so regn kemur ikki, aftur fyri at tey synda móti Tær, og tey tá biðja, vend móti hesum staði, játta navn Títt og venda við frá synd síni - av tí at Tú eyðmýkir tey -
27 tá skalt Tú hoyra tað í Himli og fyrigeva synd tænara Tína og Ísraels, fólks Tíns, ja, Tú skalt vísa teimum hina góðu leið, ið tey skulu ganga, og Tú skalt geva regn yvir land Títt, tað, ið Tú gavst fólki Tínum at eiga.
28 Táið hungursneyð kemur í landinum, táið pestur kemur, táið kornbrenning og gulnan kemur, grashoppur og gnagarar, táið fíggindar teirra treingja tey í landinum, har sum býir teirra liggja - táið onkur plága kemur, onkur sjúka
29 - um tá okkurt menniskja ella alt Ísrael, fólk Títt, ber fram bøn ella eyðmjúka ákallan, tí tey, hvørt fyri seg, kenna pláguna og sorgina, ið yvir tey er komin, og tí breiða út hendurnar móti hesum húsi,
30 so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, fyrgeva og lata ein og hvønn fáa eftir øllum gerðum hansara, av tí at Tú kennir hjarta hansara - tí eingin uttan Tú kennir hjarta menniskjanna -
31 so tey óttast Teg og ganga leiðir Tínar, allar teir dagar tey liva í landinum, sum Tú gavst fedrum okkara.
32 Eisini um ein fremmandur - ein, ið ikki er av Ísrael, fólki Tínum, men kemur úr landi langt burtur, tí hann hevur frætt um stóra navn Títt, sterku hond Tína og útrætta arm Tín - kemur og biður, vendur móti hesum húsi,
33 so skalt Tú hoyra tað í Himli, har sum Tú býrt, og gera alt tað, ið hesin fremmandi rópar til Tín um - so øll fólk á jørðini læra at kenna navn Títt og óttast Teg, eins og Ísrael, fólk Títt, og skilja, at hetta hús, ið eg havi bygt, er uppkallað eftir navni Tínum.
34 Táið fólk Títt fer í bardaga móti fíggindum sínum - leiðina ið Tú sendir teir - og teir tá biðja til Tín, vendir móti hesum býi, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum,
35 tá skalt Tú í Himli hoyra bøn og eyðmjúku ákallan teirra og lata teir fáa rætt teirra.
36 Táið tey synda móti Tær - tí einki menniskja er, sum ikki syndar - og Tú verður illur við tey og gevur tey í hendur fíggindans, og teir, ið hertaka tey, fara við teimum til annað land, tað veri nú langt burtur ella nær,
37 men tey so taka sær tað at hjarta í landinum, har sum tey eru fangar, venda við og bøna Teg um náði í landinum, har sum tey eru fangar, og siga: "Vit hava syndað, vit hava borið okkum illa at og verið ógudlig!"
38 - um tey nú venda við til Tín av øllum hjarta sínum og av allari sál síni í landinum, hagar tey eru flutt burtur og verða hildin fangað, og tey biðja, vend móti landi sínum, sum Tú gavst fedrum teirra, móti býnum, ið Tú hevur útvalt, og húsinum, ið eg havi bygt navni Tínum,
39 so skalt Tú í Himli, har sum Tú býrt, hoyra bøn og eyðmjúku ákallanir teirra, lata tey fáa rætt teirra og fyrigeva fólki Tínum tað, ið tey hava syndað móti Tær.
40 Lat tí nú, Gud mín, eygu Tíni vera opin, lat oyru Tíni lurta eftir bønini, ið biðin verður á hesum staði!
41 Reis Teg nú, HARRI Gud, og kom til hvíldarstað Títt, Tú og veldisørk Tín! Lat prestar Tínar, HARRI Gud, vera klæddar í frelsu, og heiløgu Tíni gleðast í tí góða!
42 HARRI Gud! Vís ikki frá Tær ásjón hins salvaða Tíns, minst hina ríku miskunn, ið Tú hevur lovað Dávidi, tænara Tínum!"