Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krřnikubók
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Síđani gjřrdu teir, sum í Jerúsalem búđu, Ahazja, yngsta son hansara, til kong eftir hann; tí ránsmannaflokkurin, iđ komin var í tilhaldiđ saman viđ Arabarum, hevđi dripiđ allar hinar eldru. Soleiđis varđ Ahazja, sonur Jóram, kongur í Juda.
2 Ahazja var 22 ár, táiđ hann gjřrdist kongur, og eitt ár stýrdi hann í Jerúsalem; móđir hansara ćt Atalja og var dóttir Omri.
3 Eisini hann gekk somu leiđir sum hús Akabs; tí móđir hansara villleiddi hann viđ ráđum sínum til gudloysi.
4 Hann gjřrdi tađ, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og hús Akabs; tí eftir at fađir hansara var deyđur, vóru tey ráđgevarar hansara - til hansara egna undirgang.
5 Tađ var eisini teirra ráđum, hann fylgdi, táiđ hann saman viđ Jóram ísraelskongi, syni Akab, fór í bardaga móti Hazael kongi í Áram, viđ Ramot í Gilead. Men Áramearar sćrdu Jóram.
6 Tá fór hann aftur til Jizre’el at lata grřđa sár síni, sum hann hevđi fingiđ viđ Rama, í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. Og Azarja kongur í Juda, sonur Jóram, fór til Jizre’el at vitja Jóram, son Akab, viđ tađ at hann lá sjúkur.
7 Men Ahazja til undirgang hevđi Gud stýrt tí so, at hann skuldi koma til Jóram; tí táiđ hann var komin hagar, fór hann viđ Jóram út móti Jehu, syni Nimsi, sum HARRIN hevđi salvađ til at týna hús Akabs.
8 Og táiđ Jehu fullfřrdi dómin yvir hús Akabs, hitti hann hřvdingarnar í Juda og bróđursynir Ahazja, sum vóru í tćnastu hjá Ahazja, og hann drap teir.
9 Síđani lćt hann leita eftir Ahazja, og hann varđ tikin, međan hann krógvađi seg í Samaria; teir fóru so til Jehu viđ honum og drópu hann. Síđani jarđađu teir hann; tí teir sřgdu: "Hann var kortini sonur Jósafat, sum sřkti HARRAN av řllum hjarta sínum!" Men av ćtt Ahazja var eingin eftir, sum var mađur fyri at taka viđ kongadřminum.
10 Táiđ Atalja, móđir Ahazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyđur, tók hon sćr fyri at týna alla kongaćttina í húsi Juda.
11 Men kongadóttirin Jósabat tók Jóas, son Ahazja, fekk hann loyniliga burtur frá kongasonunum, iđ drepast skuldu, og fjaldi hann og daddu hansara í sovikamarinum; har krógvađi Jósabat, dóttir Jóram kong, kona Jójada prest - hon var jú systir Ahazja - hann fyri Atalju, so hon fekk ikki dripiđ hann.
12 Síđani var hann hjá teimum í húsi Guds og varđ fjaldur har í seks ár, međan Atalja ráddi í landinum.