Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 31
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið teir nú vóru lidnir við alt hetta, fóru allir Ísraelsmenn, ið har vóru staddir, út í býir Juda; teir brutu sundur minnissteinarnar, høgdu sundur Asjerurnar og rivu niður offurheyggjarnar og altarini í øllum Juda og Benjamin og í Efra’im og Manasse, inntil einki var eftir av teimum; síðani fóru allir Ísraelsmenn heimaftur í býir sínar, ein og hvør til ogn sína.
2 So setti Ezekias presta- og levitaflokkarnar, eftir flokkaskipan teirra - hvønn eftir presta- ella levitatænastu hansara við brennioffur ella takkoffur - til at tæna og takka og lovsyngja í portrum tilhalds HARRANS.
3 Tað, ið kongurin gav av ogn síni, var til brenniofrini - morgun- og kvøldbrenniofrini og brenniofrini sabbatarnar, sólkomudagarnar og á høgtíðunum - soleiðis sum skrivað stendur í lóg HARRANS.
4 Og hann segði við fólkið, sum búði í Jerúsalem, at tey skuldu lata prestarnar og Levitarnar fáa tað, ið teir skuldu hava, so teir fingu hildið fast við lóg HARRANS.
5 Táið hetta boð kom út, komu Ísraelsmenn við ivaleysa nógvum frumgróðri av bæði korni, víni, olju, hunangi og allari aðrari grøði markarinnar; og tey komu við ivaleysa nógvari tíggjund av øllum.
6 Teir Ísraelsmenn og Judamenn, sum búðu í býum Juda, komu eisini við tíggjund - av neytum og smáfæi, somuleiðis við tíggjund av halgigávunum - ið halgaðar vóru HARRANUM Gudi teirra - og løgdu rúgvu hjá rúgvu.
7 Í triðja mánaði byrjaðu tey at dunga saman rúgvurnar, og í sjeynda mánaði vóru tey liðug við tað.
8 Táið tá Ezekias og høvdingarnir komu og sóu rúgvurnar, prísaðu teir HARRANUM og fólki Hansara, Ísrael.
9 Og táið Ezekias nú spurdi prestarnar og Levitarnar um rúgvurnar,
10 svaraði Azarja av ætt Zadoks, høvuðspresturin: "Síðani tey byrjaðu at koma við gávum til hús HARRANS, hava vit etið okkum mett og fingið ríkligt til avlops; tí HARRIN hevur signað fólk Sítt, so vit hava fingið alt hetta ríkidømi til avlops."
11 Ezekias gav tá boð um at gera kømur í húsi HARRANS; og táið tað var gjørt,
12 kom fólkið trúliga við frumgróðrinum, tíggjundini og halgigávunum og legði hetta inn hagar. Konanja Levitur hevði umsjón yvir hesum, og honum næstur var bróðir hansara Sime’i.
13 Men Jehiel, Azazja, Nahat, Asael, Jerimot, Józabad, Eliel, Jismakja, Mahat og Benaja vóru umsjónarmenn undir Konanja og bróður hansara Sime’i - eftir boði Ezekiasar kongs og Azarja, høvuðsmans yvir húsi Guds.
14 Kore Levitur, sonur Jimna, duravaktarin fyri eystan, hevði umsjón yvir hinum sjálvkravdu gávum, ið latnar vórðu til Gud, og skuldi býta út offurgávur HARRANS og hinar háheiløgu gávur.
15 Undir honum stóðu Eden, Minjamin, Jesua, Semaja, Amarja og Sekanja; teir skuldu vera álitismenn í prestabýunum og býta út gávurnar til brøður sínar eftir flokkum teirra, bæði til stórar og smáar.
16 Undantiknir frá hesum vóru allir av mannkyni, frá tríáraaldri og uppeftir, sum vóru uppskrivaðir á ættarlistarnar, og sum komu til hús HARRANS at fáa, hvønn dag tað, ið teimum tørvaði tann dagin, undir tænastuni, ið teir høvdu at gera eftir flokkum sínum.
17 Prestarnir vóru uppskrivaðir á listarnar eftir fedrahúsum sínum, og Levitarnir frá tjúguáraaldri og uppeftir - eftir tí, sum teir høvdu at ansa eftir í flokkum sínum.
18 Teir skuldu eisini býta út gávurnar til teirra, ið uppskrivað vóru av smábørnum, konum, sonum og døtrum teirra, so mong sum tey vóru; tí við trúskapi halgaðu teir seg til tænastu sína.
19 Fyri teir av sonum Áron, prestunum, ið búðu á markunum rundan um býir sínar, vóru í hvørjum býi nakrir menn - nevndir við navni - sum skuldu býta út til alt mannkyn millum prestarnar tað, ið teir skuldu hava, og somuleiðis til allar teir av Levitunum, ið uppskrivaðir vóru á ættarlistarnar.
20 Soleiðis gjørdi Ezekias í øllum Juda, og hann gjørdi tað, sum gott, rætt og satt var í eygum HARRANS Guds hansara.
21 Og alt tað, ið hann tók sær fyri - søkjandi Gud sín - viðvíkjandi tænastuni í húsi Guds ella lógini og boðnum - gjørdi hann av øllum hjarta sínum, og tað eydnaðist honum.