Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 29
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Ezekias var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 29 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Abia og var dóttir Zakarja.
2 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum faðir hansara Dávid hevði gjørt.
3 Í fyrsta mánaði, fyrsta árið ið hann sat við stýrið, læt hann upp dyrnar á húsi HARRANS og vældi um tær.
4 So sendi hann boð eftir prestunum og Levitunum og savnaði teir saman á tí opna plássinum fyri eystan.
5 Hann segði við teir: "Hoyrið meg, Levitar! Halgið nú tykkum sjálvar, og halgið hús HARRANS Guds fedra tykkara, og fáið óreinskuna út úr halgidóminum!
6 Tí fedrar okkara hava borið seg trúleyst at, gjørt tað, sum ónt er í eygum HARRANS Guds okkara, og eru farnir burtur frá Honum; teir hava vent andliti sínum burtur frá tabernakli HARRANS og vent Honum bakið.
7 Teir hava eisini stongt dyr forsalsins, sløkt lampurnar, ikki brent roykilsi og ikki ofrað Gudi Ísraels brennioffur í halgidóminum.
8 Tí er vreiði HARRANS komin yvir Juda og Jerúsalem, og Hann hevur givið tey upp at verða illa viðfarin, til oyðing og spott - soleiðis sum tit við egnum eygum síggja.
9 Tí eru fedrar okkara falnir fyri svørði, og synir, døtur og konur okkara eru flutt burtur sum fangar - fyri hetta.
10 Nú havi eg í huga at gera sáttmála við HARRAN Gud Ísraels, so brennandi vreiði Hansara kann vendast burtur frá okkum.
11 Latið tí nú ikki íðinskap vanta hjá tykkum, synir mínir! Tí tykkum hevur HARRIN útvalt at standa fyri ásjón Síni og tæna Sær, at vera tænarar Sínar og brenna roykilsi fyri Sær."
12 Tá reistust hesir Levitarnir: Mahat, sonur Amasai, og Jóel, sonur Azarja, av eftirkomarum Kahatita; av Meraritum Kis, sonur Abdi, og Azarja, sonur Jehallelel; av Gersonitum Jóa, sonur Zimma, og Eden, sonur Jóa;
13 av eftirkomarum Elizafans Simri og Je’uel; av eftirkomarum Asafs Zakarja og Mattanja;
14 av eftirkomarum Hemans Jehuel og Sime’i, og av eftirkomarum Jedutuns Semaja og Uzziel.
15 Teir fingu brøður sínar saman, halgaðu seg og fóru so inn at reinsa hús HARRANS - soleiðis sum kongurin eftir orði HARRANS hevði givið boð um.
16 Prestarnir fóru heilt inn í hús HARRANS at reinsa tað, og alla óreinskuna, ið teir funnu í templi HARRANS, bóru teir út í forgarð húss HARRANS; har tóku Levitarnir við henni og fóru út í Kidronsdal við henni.
17 Tann fyrsta í fyrsta mánaði byrjaðu teir at halga, og tann áttanda í mánaðinum vóru teir komnir til forsal HARRANS; so halgaðu teir hús HARRANS í átta dagar, og tann sekstanda í fyrsta mánaði vóru teir lidnir.
18 Síðani komu teir inn til Ezekias kong og søgdu: "Vit hava reinsað alt hús HARRANS og brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðaborðið við øllum tí, ið til hoyrir.
19 Og øll íløtini, ið Akaz kongur í trúloysi sínum hevði vanhalgað, meðan hann var kongur, hava vit sett í stand og halgað; nú standa tey framman fyri altari HARRANS."
20 Tíðliga morgunin eftir stevndi Ezekias kongur saman høvdingunum í býnum og fór niðan í hús HARRANS.
21 So vórðu leiddir fram sjey tarvar, sjey veðrar, sjey lomb og sjey bukkar til syndoffur fyri ríkið, fyri halgidómin og fyri Juda; og hann gav sonum Áron, prestunum, boð um at ofra tað á altari HARRANS.
22 Teir drópu nú tarvarnar, og prestarnir tóku við blóðinum og slettu tað á altarið; síðani drópu teir veðrarnar og slettu blóðið á altarið, og so drópu teir lombini og slettu blóðið á altarið.
23 Nú leiddu teir syndoffurbukkarnar fram fyri kongin og samkomuna, og teir løgdu hendurnar á teir;
24 síðani drópu prestarnir teir og slettu blóð teirra á altarið sum syndoffur, til at gera bót fyri alt Ísrael; tí kongurin hevði givið boð um, at brenniofrið og syndofrið skuldu vera fyri alt Ísrael.
25 Levitarnar læt hann fara og standa í húsi HARRANS við skáltrummum, hørpum og sitarum - soleiðis sum Dávid og Gad, síggjari kongsins, og Natan profetur høvdu fyriskrivað; tí tað var HARRIN, ið - við profetum Sínum - hevði givið hesa fyriskipan.
26 Levitarnir stóðu so við ljóðførum Dávids, og prestarnir við lúðrunum.
27 Síðani segði Ezekias, at brenniofrið skuldi verða ofrað á altarinum, og samstundis sum byrjað varð at ofra, byrjaðu eisini songur HARRANS og lúðrarnir at ljóða, og ljóðfør Dávids ísraelskongs stýrdu songinum.
28 Øll samkoman kastaði seg niður, meðan songurin ljóðaði, og blást varð í lúðrarnar; og alt hetta vardi við, inntil liðugt var at ofra.
29 Táið teir vóru lidnir at ofra, fullu teir á knæ, bæði kongurin og allir teir, ið har hjá honum vóru, og tilbóðu.
30 Síðani søgdu Ezekias kongur og høvdingarnir, at Levitarnir skuldu lovsyngja HARRANUM við orðum Dávids og Asafs síggjara; og teir lovaðu Honum við gleði og boygdu seg niður og tilbóðu.
31 Ezekias tók nú til orða og segði: "Tit hava nú vígt tykkum til HARRAN; komið tí nú higar og farið við sláturofrum og takkofrum til hús HARRANS!" Tá kom samkoman við sláturofrum og takkofrum, og ein og hvør, ið var leiddur til tað av hjarta sínum, kom við brenniofrum.
32 Talið á brenniofrunum, ið samkoman kom við, var: 70 tarvar, 100 veðrar og 200 lomb; hetta var alt brennioffur til HARRAN.
33 Takkofrini, ið fram vórðu borin, vóru: 600 tarvar og 3000 kríatúr av smáfæi.
34 Men prestarnir vóru ov fáir, so teir komust ikki út fyri at fletta øll brenniofrini; tí hjálptu brøður teirra, Levitarnir, teimum, inntil arbeiðið var liðugt, og inntil prestarnir høvdu halgað seg; tí Levitarnir høvdu víst seg rættsintari í at halga seg enn prestarnir.
35 Umframt hetta var eisini mongd av brenniofrum, og hartil komu tey feitu stykkini av takkofrunum og drykkjuofrini, sum hoyrdu til brenniofrini. - Soleiðis kom tænastan í húsi HARRANS í rættlag.
36 Og Ezekias og alt fólkið gleddust um tað, ið Gud hevði gjørt fyri fólkið; tí so heilt knappliga kom alt hetta í lag.