1 | Sálomo, sonur Dávid, grundfesti seg í kongadømi sínum, og HARRIN Gud hansara var við honum og gjørdi hann ovurhonds stóran. |
| 2 | Sálomo læt boð fara um alt Ísrael, til høvuðsmenninar yvir 1000 og 100, til dómararnar og allar høvdingarnar í øllum Ísrael, ættarhøvdingarnar. |
| 3 | So fóru teir - Sálomo og øll samkoman við honum - til offurheyggin í Gibeon; tí har stóð samkomutjald Guds, tað, ið tænari HARRANS Móses hevði latið gera í oyðimørkini. |
| 4 | Ørk Guds hevði Dávid flutt úr Kirjat-Jearim, hagar sum Dávid hevði gjørt henni stað til; tí hann hevði reist henni tjald í Jerúsalem. |
| 5 | Koparaltarið, ið Bezalel, sonur Uri, son Hur, hevði gjørt, stóð har framman fyri tabernakul HARRANS, og Sálomo og øll samkoman leitaðu hagar. |
| 6 | Har - á koparaltarinum, ið hoyrdi til samkomutjaldið - bar Sálomo fram offur fyri ásjón HARRANS; 1000 brennioffur ofraði hann á tí. |
| 7 | Somu nátt opinberaði Gud Seg fyri Sálomo og segði við hann: "Sig, hvat tú vilt, at Eg skal geva tær!" |
| 8 | Sálomo svaraði Gudi: "Tú hevur víst Dávidi, faðir mínum, stóra náði og gjørt meg til kong eftir hann. |
| 9 | Lat tí nú, HARRI Gud, tað, ið Tú lovaði Dávidi, faðir mínum, roynast satt! Tí Tú hevur gjørt meg til kong yvir fólki, ið er líka nógv í tali sum dustið á jørðini. |
| 10 | Gev mær tí vísdóm og kunnskap, so eg dugi at bera meg beint at við hetta fólk! Tí hvør er førur fyri at døma hetta fólk Títt, sum so stórt er!" |
| 11 | Tá segði Gud við Sálomo: "Aftur fyri at tað var hetta, ið búði tær í hjarta, og tú ikki baðst um ríkidømi, skattir, heiður ella lív fígginda tína, ei heldur um langt lív - nei, baðst um vísdóm og kunnskap, so tú kanst døma fólk Mítt, sum Eg havi gjørt teg til kong yvir - |
| 12 | so er vísdómur og kunnskapur givin tær; og Eg skal eisini geva tær ríkidømi, skattir og heiður, meiri, enn nakar kongur undan tær hevur havt, og meiri, enn nakar eftir teg skal hava." |
| 13 | Síðani fór Sálomo frá offurheygnum í Gibeon, frá samkomutjaldinum, aftur til Jerúsalem. Og hann stýrdi Ísrael. |
| 14 | Sálomo fekk sær nógvar hervagnar og hestmenn; hann hevði 1400 hervagnar og 12 000 hestmenn; teir læt hann vera, summar í vagnbýunum og summar í Jerúsalem hjá sær. |
| 15 | Kongurin gjørdi í Jerúsalem silvur og gull líka vanligt sum grót, og sedrisvið líka vanligan sum morberjatrøini í láglendinum. |
| 16 | Hestarnir, ið Sálomo fekk sær, komu úr Egyptalandi; keypmenn, ið kongurin sendi avstað, komu við einum flokki fyri ásett virði; |
| 17 | hvør vagnur, ið teir fóru eftir og fluttu inn úr Egyptalandi, kostaði 600 seklar av silvuri, og hvør hestur 150. Og á sama hátt fóru teir eisini hagar eftir vagnum og hestum fyri allar hetitakongarnar og kongarnar í Áram. |
| |
|