Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krřnikubók
Kapittul 27
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Jótam var 25 ár, táiđ hann gjřrdist kongur, og 16 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móđir hansara ćt Jerúsa og var dóttir Zadok.
2 Hann gjřrdi tađ, sum rćtt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum Uzzias, fađir hansara, hevđi gjřrt - og hann fór ikki inn í halgidóm HARRANS. Men atburđur fólksins var ringur viđ sama lagi.
3 Hann lćt reisa Ovara Portur á húsi HARRANS, og at Ofelsmúri bygdi hann nógv.
4 Hann reisti eisini býir í Judafjřllum, og í skógunum bygdi hann borgir og torn.
5 Hann bardist viđ ammonitakongin og vann sigur á teimum, so at Ammonitar noyddust tađ áriđ at geva honum 100 talentir av silvuri, 10 000 kor av hveiti og 10 000 kor av byggi; eisini annađ og triđja áriđ noyddust Ammonitar at lata hann fáa hetta sama.
6 Soleiđis fekk Jótam stórt vald - av tí at hann trúliga gekk leiđ sína fyri ásjón HARRANS Guds síns.
7 Tađ, iđ annars er at siga um Jótam, um allar bardagar hansara og alt, iđ hann tók sćr fyri, er skrivađ í bókini um kongar Ísraels og Juda.
8 Hann var 25 ár, táiđ hann gjřrdist kongur, og 16 ár stýrdi hann í Jerúsalem.
9 So legđist Jótam til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarđađu hann í Dávidsstađi. Sonur hansara Akaz tók ríkiđ eftir hann.