Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 So legðist Abia til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Sonur hansara Asa tók ríkið eftir hann. Á døgum hansara var 10 ár friður í landinum.
2 Asa gjørdi tað, sum gott og rætt var í eygum HARRANS Guds hansara.
3 Hann fekk burtur altar hinna fremmandu guda og offurheyggjarnar, breyt sundur minnissteinarnar og høgdi Asjerurnar sundur.
4 Og hann segði við Juda, at tey skuldu søkja HARRAN Gud fedra sína, og halda lógina og boðini.
5 Úr øllum býunum í Juda fekk hann burtur offurheyggjarnar og sólstólparnar, og ríkið hevði frið tíð hansara.
6 Hann bygdi víggirdar staðir í Juda; tí landið hevði frið, og eingin byrjaði ófrið við hann tey árini - tí HARRIN gav honum frið.
7 Hann segði við Juda: "Latið okkum byggja hesar býir og reisa rundan um teir múrar og torn við portrum og portursláum! Enn hava vit vald yvir landinum, av tí at vit hava søkt HARRAN Gud okkara; vit hava søkt Hann, og Hann hevur givið okkum frið allar vegir." Teir bygdu nú, og tað gekk væl.
8 Asa hevði her - 300 000 mans úr Juda, sum vóru vápnaðir við spjótum og stórum skjøldum, og 280 000 úr Benjamin, sum bóru smáar skjøldir og skutu við boga; teir vóru allir raskir hermenn.
9 Men Zera Etiopari kom ímóti honum við heri, sum var eina millión, og 300 hervagnum. Táið hann var komin at Maresa,
10 helt Asa út ímóti honum, og teir fylktu seg til bardaga í Zefatadali við Maresa.
11 Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: "HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara - lat ikki menniskja standa seg móti Tær!"
12 Tá sló HARRIN Etioparar fyri Asa og Juda, og Etioparar flýddu.
13 Asa og menn hansara eltu teir líka at Gerar, og allir Etioparar fullu, ikki ein livdi eftir av teimum; teir vórðu feldir fyri HARRANUM og heri Hansara. Og teir høvdu við sær haðani ómetaligan herfong.
14 Allar býirnar rundan um Gerar tóku teir; tí ótti fyri HARRANUM var fallin á tey. Og teir rændu allar býirnar, tí har var nógv at ræna í teimum.
15 Um tað so vóru fætjøldini, so tóku teir tey; og teir høvdu við sær haðani mongd av smáfæi og kamelum. Síðani fóru teir aftur til Jerúsalem.