Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið Jósafat hevði vunnið nógv ríkidømi og miklan heiður, svágdi hann seg við Akab.
2 Og táið nøkur ár vóru gingin, fór hann til Samaria til Akab. Akab læt tá drepa nógv av smáfæi og neytum fyri honum og monnunum, ið hann hevði við sær; síðani yvirtalaði hann hann at koma við og herja á Ramot í Gilead.
3 Akab ísraelskongur segði við Jósafat kong í Juda: "Vilt tú koma við mær móti Ramot í Gilead?" Hann svaraði: "Sum tú, so eg, sum fólk títt, so fólk mítt - eg skal koma við tær í bardagan!"
4 Men Jósafat segði framvegis við ísraelskong: "Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur!"
5 Ísraelskongur sendi tá boð eftir profetunum, 400 monnum, og spurdi teir: "Skulu vit fara og herja á Ramot í Gilead, ella skal eg sláa av?" Teir svaraðu: "Far! Gud skal geva tað í hendur kongsins."
6 Men Jósafat spurdi: "Er her eingin profetur HARRANS eftir, sum vit kunnu spyrja HARRAN við?"
7 Ísraelskongur svaraði Jósafat: "Her er ein maður enn, sum vit kunnu spyrja HARRAN við; men eg hati hann, av tí at hann aldri spáar mær gott, men eina ilt; tað er Mika, sonur Jimla." Men Jósafat segði: "Kongurin má ikki tosa so!"
8 Tá rópti ísraelskongur ein hirðmann og segði: "Skunda tær eftir Mika, syni Jimla!"
9 Ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda sótu, skrýddir í kongaklæðum, hvør í sínum hásæti, á einum treskiplássi uttan fyri portur Samaria; og allir profetarnir spáddu framman fyri teir.
10 Zedekias, sonur Kena’ana, gjørdi sær horn av jarni og segði: "So sigur HARRIN: Við hesum skalt tú stanga Áramearar, inntil endi er á teimum!"
11 Og allir profetarnir spáddu hetta sama og søgdu: "Far móti Ramot í Gilead! Eydnan skal vera við tær, og HARRIN skal geva tað í hendur kongsins."
12 Boðið, ið farið var eftir Mika, segði við hann: "Profetarnir hava allir sum ein spátt kongi gott; lat nú orð tíni vera eins og teirra, og spáa gott!"
13 Mika svaraði: "So satt sum HARRIN livir: Tað, ið Gud mín talar, skal eg siga!"
14 Táið hann nú kom til kongin, segði kongurin við hann: "Mika! Skulu vit fara og herja á Ramot í Gilead, ella skal eg sláa av?" Hann svaraði: "Farið! Eydnan skal vera við tykkum, og teir skulu verða givnir í hendur tykkara."
15 Men kongurin segði við hann: "Hvussu mangan skal eg taka teg í eið, at tú sigur mær ikki annað enn sannleikan í navni HARRANS!"
16 Tá segði hann: "Eg sá alt Ísrael spjatt á fjøllunum sum seyðafylgi, ið ongan hirða hevur; og HARRIN segði: "Hasir hava ongan harra; lat teir fara í friði, hvønn heim til sín!""
17 Tá segði ísraelskongur við Jósafat: "Var tað ikki tað, ið eg segði tær, at hann spáar mær aldri gott, men eina ilt!"
18 Nú segði Mika: "Hoyrið tá nú orð HARRANS! Eg sá HARRAN sita í hásæti Sínum og allan her Himmalsins standa høgrumegin og vinstrumegin Hann.
19 HARRIN segði: "Hvør vil dára Akab kong í Ísrael, so hann fer móti Ramot í Gilead - og fellur har?" Ein segði nú hetta, og annar hitt.
20 Men so steig andi fram, fór og stóð fyri ásjón HARRANS og segði: "Eg skal dára hann!" HARRIN spurdi hann: "Hvussu?"
21 Hann svaraði: "Eg skal fara og vera lygiandi í munni alra profeta hansara." Tá segði HARRIN: "Ja, tú kanst dára hann, og tað fer at eydnast tær - far og ger so!"
22 - Sært tú - soleiðis hevur HARRIN lagt lygianda í munn alra profeta tína, ið her eru - men HARRIN hevur spátt tær vanlukku!"
23 Tá steig Zedekias, sonur Kena’ana, fram, sló Mika undir vangan og segði: "Hvørja leið er Andi HARRANS farin frá mær at tala við teg!"
24 Mika svaraði: "Tað skalt tú fáa at síggja, tann dag tú flýggjar úr einum kamari í annað at krógva teg!"
25 Ísraelskongur segði nú: "Takið Mika og leiðið hann aftur til Amon, høvuðsmannin í staðnum, og til Jóas kongason
26 og sigið: "So sigur kongur: Setið henda mann í fangahús og gevið honum neyðarbreyð og neyðarvatn, inntil eg komi aftur í øllum góðum!""
27 Men Mika segði: "Kemur tú aftur í øllum góðum, so hevur HARRIN ikki talað við mær!" Og hann segði: "Hoyrið hetta, øll tit fólkasløg!"
28 So fóru ísraelskongur og Jósafat kongur í Juda móti Ramot í Gilead.
29 Ísraelskongur segði við Jósafat: "Eg skal lata meg í dularbúna, áðrenn eg fari í bardagan; men ver tú klæddur, sum tú ert vanur!" So læt ísraelskongur seg í dularbúna, og teir fóru í bardagan.
30 Áramskongur hevði givið vagnhøvdingum sínum hetta boð: "Tit skulu ongan herja á, hvørki lítlan ella stóran, uttan ísraelskong eina!"
31 Táið nú vagnhøvdingarnir sóu Jósafat, søgdu teir: "Hatta er ísraelskongur!" Og teir kringsettu hann og skuldu herja á hann. Tá skar Jósafat í róp, og HARRIN hjálpti honum; Gud vendi teimum burtur frá honum.
32 Tí táið vagnhøvdingarnir raktu við, at tað var ikki ísraelskongur, vendu teir við og lótu hann vera.
33 Men ein maður, ið spenti bogan og skeyt av handahógvi, rakti ísraelskong millum reimarnar og brynjuna. Tá segði hann við vagnstýraran: "Vend við og kom burtur úr orrustuni við mær, tí eg eri særdur!"
34 Bardagin harðnaði í hvørjum henda dag; og ísraelskongur varð standandi í vagninum, vendur móti Áramearum, líka til kvølds; men um sólsetur doyði hann.