Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Krønikubók
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36
1 Táið Sálomo hevði endað bøn sína, fall eldur niður av himli og oyddi brenniofrini og sláturofrini, og dýrd HARRANS fylti húsið.
2 Prestarnir fingu ikki farið inn í hús HARRANS, tí dýrd HARRANS fylti hús HARRANS.
3 Allir Ísraelsmenn sóu, hvussu eldurin fall niður, og hvussu dýrd HARRANS kom yvir húsið; tá kastaðu tey seg niður í tí steinsetta garðinum við andlitinum móti jørðini og tilbóðu og lovaðu HARRANUM, tí Hann er góður, tí náði Hansara varir í allar ævir.
4 Kongurin og alt fólkið ofraðu nú sláturoffur fyri ásjón HARRANS.
5 22 000 neyt og 120 000 kríatúr av smáfæi var sláturofrið, ið Sálomo bar fram. Soleiðis vígdu kongurin og alt fólkið hús Guds.
6 Prestarnir stóðu, har sum teir áttu at standa, og Levitarnir stóðu við ljóðførum HARRANS, sum Dávid kongur hevði latið gera at prísa HARRANUM við, tí náði Hansara varir í allar ævir. Teir bóru nú fram lovsong Dávids, og prestarnir stóðu beint yvir av teimum og blástu í lúðrar, og alt Ísrael stóð.
7 Mittasta part forgarðsins, ið framman fyri hús HARRANS var, halgaði Sálomo; tí har ofraði hann brenniofrini og tey feitu stykki takkoffursins - av tí at brenniofrið, matofrið og tey feitu stykkini rúmaðust ikki á koparaltarinum, ið Sálomo hevði latið gera.
8 Í sjey dagar helt Sálomo tá høgtíðina, og alt Ísrael við honum, ein ófør mannamúgva, ið samankomin var, haðani frá sum leiðin liggur til Hamat og líka at Egyptalandsá.
9 Áttanda dagin varð hildin hátíðarsamkoma; tí tey hildu altarvígsluna sjey dagar og høgtíðina sjey.
10 Tann triðja og tjúgunda í sjeynda mánaði læt hann fólkið fara heimaftur, og tey vóru glað og í góðum lagi um alt tað góða, ið HARRIN hevði gjørt Dávidi og Sálomo og fólki Sínum, Ísrael.
11 Sálomo var nú liðugur at byggja hús HARRANS og kongshøllina; alt tað, ið hann hevði havt í huga at gera í húsi HARRANS og sínum egna húsi, hevði hann havt eydnu til at útinna.
12 Tá opinberaðist HARRIN um náttina fyri Sálomo og segði við hann: "Eg havi hoyrt bøn tína og útvalt Mær hetta stað til offurstað.
13 Táið Eg lati himmalin aftur, so einki regn kemur, táið Eg gevi grashoppum boð um at eta upp landið, og táið Eg sendi pest millum fólk Mítt
14 - um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
15 Nú skulu eygu Míni vera opin, og oyru Míni lurta eftir bønini, ið biðin verður á hesum staði.
16 Eg havi nú útvalt og halgað hetta hús, so navn Mítt skal búgva har til ævigar tíðir, og eygu Míni og hjarta Mítt skulu allar dagar vera har.
17 Livir tú nú lív títt fyri ásjón Míni, soleiðis sum Dávid, faðir tín, gjørdi, so tú gert alt tað, ið Eg havi álagt tær, og heldur boð Míni og lógir Mínar,
18 so skal Eg staðfesta kongahásæti títt, eftir sáttmálanum, ið Eg gjørdi við Dávid, faðir tín, táið Eg segði: "Aldri skal saknast ein av eftirkomarum tínum at ráða yvir Ísrael."
19 Men venda tit tykkum burtur, venda tit lógunum og boðunum bakið, sum Eg havi lagt fyri tykkum, og fara at tæna øðrum gudum og tilbiðja teir,
20 so skal Eg rykkja tey upp úr landi Mínum, sum Eg havi givið teimum; og hetta hús, ið Eg havi halgað navni Mínum - Eg skal ikki loyva tí at vera fyri ásjón Míni longur, men gera tað til orðtak og spott millum øll fólk.
21 Ein og hvør, sum kemur fram við hesum húsi - sum so høgt hevur verið sett - skal ræðast; og spyr tá onkur: "Hví hevur HARRIN gjørt so við hetta land og hetta hús?"
22 so skal verða svarað: "Tí tey vendu HARRANUM Gudi fedra sína bakið, Honum, sum leiddi tey út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, tilbóðu teir og dýrkaðu teir - tí hevur Hann latið alla hesa vanlukku koma yvir tey.""