Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær til grøvina og høvdu við sær hinar angandi urtirnar, ið tær høvdu gjørt til.
2 Og tær funnu steinin veltan frá grøvini.
3 Táið tær so fóru inn í hana, funnu tær ikki likam Harrans Jesusar.
4 Táið tær nú ikki vitstu, hvat tær skuldu hugsa um hetta, stóðu hjá teimum tveir menn í skínandi klæðum.
5 Tær ræddust og boygdu andlit síni móti jørðini. Men teir søgdu við tær: "Hví leita tit eftir hinum livandi millum hini deyðu!
6 Hann er ikki her, Hann er risin upp; minnist tað, ið Hann talaði til tykkara, meðan Hann enn var í Galilea, hvussu Hann segði,
7 at Menniskjasonurin skuldi verða givin syndigum menniskjum upp í hendur og verða krossfestur og rísa upp aftur triðja dagin!"
8 Tá mintust tær orð Hansara.
9 Tær fóru nú avstað aftur frá grøvini og søgdu alt hetta fyri hinum ellivu og fyri øllum hinum.
10 Tað vóru Maria Magdalena, Jóhanna og Maria, móðir Jákup, og hinar kvinnurnar við teimum; tær søgdu ápostlunum hetta.
11 Men orð teirra tyktust teimum at vera leyst tos; teir trúðu teimum ikki.
12 Men Pætur reistist og leyp út til grøvina, og táið hann bukkaði seg niður, sá hann einki uttan línklæðini liggja har; hann fór tá aftur til hús í undran um tað, ið hent hevði.
13 Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus og var 60 stadiur frá Jerúsalem.
14 Teir tosaðu hvør við annan um alt hetta, ið hent hevði.
15 Meðan teir nú tosaðu saman og spurdu hvør annan, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum.
16 Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so teir kendu Hann ikki.
17 Hann segði við teir: "Hvat er tað, tit tosa um hvør við annan, meðan tit ganga?" Og teir stóðu sorgarfullir.
18 Annar teirra - hann æt Kleopas - svaraði Honum: "Ert Tú einsamallur so fremmandur í Jerúsalem, at Tú veitst ikki, hvat har hevur hent hesar dagar?"
19 Hann spurdi teir: "Hvat tá?" Teir svaraðu Honum: "Tað við Jesusi úr Nazaret, sum var profetur, mektigur í verki og orði fyri Gudi og øllum fólkinum,
20 og hvussu høvuðsprestarnir og ráðharrar okkara hava givið Hann upp til deyðadóm og krossfest Hann.
21 Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó - oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi.
22 So hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum ovfarnar. Tær vóru tíðliga í morgun við grøvina
23 og funnu ikki likam Hansara; so komu tær og søgdu, at tær høvdu sæð sjón - einglar, sum høvdu sagt, at Hann livir.
24 Nakrir av teimum, ið við okkum vóru, fóru tá út til grøvina og funnu tað so, sum kvinnurnar høvdu sagt; men Hann sóu teir ikki."
25 Tá segði Hann við teir: "Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað!
26 Átti Kristus ikki at líða hetta og so fara inn til dýrd Sína!"
27 Hann byrjaði nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann.
28 Nú nærkaðust teir bygdini, ið teir fóru til, og Hann lætst, sum Hann ætlaði Sær longur.
29 Tá noyddu teir Hann og søgdu: "Verð hjá okkum, tí tað líður at kvøldi, og dagurin hallar!" Tá fór Hann inn at vera hjá teimum.
30 Táið Hann so sat til borðs við teimum, tók Hann breyðið, signaði og breyt tað og gav teimum.
31 Tá vórðu eygu teirra latin upp, og teir kendu Hann; men so hvarv Hann teimum úr sjón.
32 Teir søgdu nú hvør við annan: "Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!"
33 Og teir reistust í sama tíma og fóru aftur til Jerúsalem; har funnu teir hinar ellivu savnaðar, og teir, ið við teimum vóru. Teir søgdu
34 "Tað er satt, at Harrin er risin upp - Hann er sæddur av Símuni!"
35 Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið.
36 Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: "Friður veri við tykkum!"
37 Tá óttaðust teir og ræddust og hildu, at tað var anda, teir sóu.
38 Men Hann segði við teir: "Hví ræðast tit, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?
39 Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!"
40 Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar.
41 Og táið teir ikki trúðu enn - fyri gleði - og undraðust, segði Hann við teir: "Hava tit okkurt etandi her?"
42 Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku.
43 Hann tók tað og át tað fyri eygum teirra.
44 Og Hann segði við teir: "Hetta eru orð Míni, sum Eg talaði við tykkum, meðan Eg enn var hjá tykkum, at alt mátti ganga út, sum skrivað er um Meg í Móselóg, profetunum og sálmunum."
45 So læt Hann upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar.
46 Og Hann segði við teir: "So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu,
47 og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerúsalem.
48 Tit eru vitni um hetta.
49 Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini."
50 So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir.
51 Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals.
52 Tá tilbóðu teir Hann og fóru aftur til Jerúsalem við stórari gleði.
53 Og teir vóru altíð í templinum, og prísaðu Gudi.