Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara -
2 soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum -
3 so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus,
4 fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt.
5 Á døgum Heródesar kongs í Judea var prestur, ið æt Zakarias, av skifti Abia; hann hevði konu av døtrum Áron; hon æt Elisabet.
6 Tey vóru bæði rættvís fyri Gudi og livdu ólastandi í øllum boðum og fyriskipanum Harrans.
7 Men tey áttu einki barn; tí Elisabet var ófruktbør; og tey vóru bæði væl við aldur.
8 Nú hendi tað, meðan hann tænti sum prestur fyri Gudi, táið skifti hansara átti at gera tænastuna,
9 at tað, soleiðis sum siður var í prestatænastuni, fall honum í lut at fara inn í tempul Harrans og bera fram roykilsisofrið.
10 Øll mannfjøldin helt bøn uttanfyri, meðan roykilsisofrið varð borið fram.
11 Tá vísti eingil Harrans seg fyri honum, standandi høgrumegin roykilsisaltarið.
12 Zakarias ræddist, táið hann sá hann, og ótti fall á hann.
13 Men eingilin segði við hann: "Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd - Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.
14 Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur.
15 Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi.
16 Mong av børnum Ísraels skal hann umvenda til Harran Gud teirra.
17 Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk."
18 Tá segði Zakarias við eingilin: "Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!"
19 Eingilin svaraði honum: "Eg eri Gabriel, sum standi fyri ásjón Guds, og eg eri sendur út at tala við teg og bera tær hesi gleðiboð.
20 Og nú skalt tú verða málleysur og ikki fáa talað, inntil tann dag hetta hendir - aftur fyri at tú trúði ikki orðum mínum, sum tó skulu ganga út á tíð síni."
21 Fólkið stóð og bíðaði eftir Zakariasi; og tey undraðust á, at hann varð so leingi í templinum.
22 Táið hann nú kom út, fekk hann ikki talað til teirra; tey skiltu tá, at hann hevði sæð sjón í templinum. Og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur.
23 Táið so tænastutíð hansara var at enda, fór hann heim til sín sjálvs.
24 Men eftir hesar dagar varð Elisabet, kona hansara, við barn; og hon helt seg fjalda fimm mánaðir og segði:
25 "So hevur Harrin gjørt við meg, teir dagar Hann sá til mín, at taka burt vanæru mína millum menniskjuni!"
26 Í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Gudi til bý í Galilea, sum eitur Nazaret,
27 til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria.
28 Eingilin kom inn til hennara og segði: "Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!"
29 Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða.
30 Tá segði eingilin við hana: "Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi.
31 Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus.
32 Hann skal verða stórur og kallast Sonur hins Hægsta; og Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara.
33 Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara."
34 Tá segði Maria við eingilin: "Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?"
35 Eingilin svaraði henni: "Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.
36 Og nú, Elisabet, skyldkona tín - eisini hon er vorðin við barn og gongur við syni í elli síni; hesin mánaður er hin sætti hjá henni, ið kallað verður ófruktbør.
37 Tí einki er Gudi ómøguligt."
38 Tá segði Maria: "Eg eri tænastukvinna Harrans - mær verði, sum tú hevur sagt!" So fór eingilin frá henni.
39 Á hesum døgum fór Maria við skundi avstað til fjallalandið, til ein bý í Juda.
40 Hon kom inn hjá Zakariasi og heilsaði Elisabet.
41 Táið tá Elisabet hoyrdi heilsu Mariu, spældi fostrið í lívi hennara. Og Elisabet fyltist av Heilaga Andanum,
42 rópti hart og segði: "Signað ert tú millum kvinnur, og signað er lívsfrukt tín!
43 Hvussu hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur til mín?
44 Tí veitst tú - í tí eg hoyrdi ljóðið av heilsu tíni, spældi fostrið av frøi í lívi mínum!
45 Og sæl er hon, ið trúði; tí tað skal ganga út, sum henni er sagt av Harranum."
46 Tá segði Maria: "Sál mín setur Harran høgt,
47 og andi mín gleðist í Gudi, Frelsara mínum;
48 tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla,
49 tí Hann hevur gjørt stórverk við meg, Hann, hin veldigi. Heilagt er navn Hansara.
50 Ætt eftir ætt er miskunn Hansara yvir teimum, ið óttast Hann.
51 Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína.
52 Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða.
53 Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum.
54 Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn
55 móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir - soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara."
56 Maria steðgaði nú einar tríggjar mánaðir hjá henni og fór so heimaftur til sín sjálvs.
57 So kom tíðin hjá Elisabet, táið hon skuldi eiga. Og hon átti son.
58 Táið grannar og skyldfólk hennara frættu, at Harrin hevði gjørt miskunn Sína stóra móti henni, gleddust tey saman við henni.
59 Áttanda dagin komu tey so at umskera barnið; og tey ætlaðu at kalla hann Zakarias eftir faðir hansara.
60 Men móðir hansara tók til orða og segði: "Nei, hann skal eita Jóhannes!"
61 Tá søgdu tey við hana: "Eingin er jú í ætt tíni, sum eitur so!"
62 Tey gjørdu tá tekin til faðir hansara fyri at fáa at vita, hvat hann vildi, at barnið skuldi eita.
63 Hann bað fáa sær talvu, og skrivaði hesi orð: "Jóhannes er navn hansara." Tá undraðust øll.
64 Í somu stund opnaðust muður og tunga hansara; og hann talaði og prísaði Gudi.
65 Ótti kom á øll, sum búðu har rundanum; í øllum fjallalandinum í Judea var nógv tos um alt hetta.
66 Øll, ið hoyrdu tað, løgdu sær tað á hjarta og søgdu: "Hvat man fara at verða av hesum barni?" Tí hond Harrans var við honum.
67 Zakarias, faðir hansara, fyltist nú av Heilaga Andanum, profeteraði og segði:
68 "Lovaður veri Harrin Gud Ísraels! Tí Hann hevur vitjað fólk Sítt og loyst tað út.
69 Hann hevur reist okkum upp frelsuhorn í húsi Dávids, tænara Síns,
70 eins og Hann talaði við munni heiløgu profeta Sína frá fornum tíðum -
71 frelsu frá fíggindum okkara og frá hond alra teirra, ið hata okkum,
72 fyri at gera miskunn móti fedrum okkara og minnast heilaga sáttmála Sín,
73 eiðin, ið Hann svór Ábrahami, faðir okkara -
74 at Hann skuldi veita okkum, at vit, bjargað av hond fígginda okkara, skuldu kunna tæna Honum óttaleys,
75 í heilagleika og rættvísi, fyri ásjón Hansara, allar dagar okkara.
76 Eisini tú, barn, skalt verða kallaður profetur hins Hægsta; tí tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans at gera vegir Hansara til reiðar,
77 fyri at læra fólk Hansara frelsu at kenna í fyrigeving synda teirra.
78 Hetta er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum -
79 til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins."
80 Barnið vaks nú og varð sterkt í Andanum; og hann var í oyðimørkunum, inntil tann dag hann steig fram fyri Ísrael.