Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Men Jesus kom aftur frá Jordan, fullur av Heilaga Andanum; og Hann varð av Andanum leiddur um í oyðimørkini
2 og varð 40 dagar freistaður av Djevulinum. Hann át einki teir dagarnar; og táið teir vóru á enda, fór Hann at hungra.
3 Tá segði Djevulin við Hann: "Ert Tú Sonur Guds, so sig við henda stein, at hann skal verða breyð!"
4 Jesus svaraði honum: "Skrivað er: "Menniskjan livir ikki bert av breyði.""
5 Tá fór hann niðan við Honum og vísti Honum alt í einum øll ríki heimsins.
6 Og Djevulin segði við Hann: "Tær skal eg geva valdið yvir øllum hesum, og dýrdina, sum í hesum ríkjum er; tí mær er tað givið í hendur, og eg gevi hvørjum tað, sum eg vil.
7 Vilt Tú nú falla niður og tilbiðja meg, skal tað alt vera Títt."
8 Jesus svaraði honum: "Skrivað er: "Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.""
9 Nú fór hann til Jerúsalem við Honum, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann: "Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður!
10 Tí skrivað er: "Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, at teir skulu varðveita teg,
11 og at teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.""
12 Jesus svaraði honum: "Sagt er: "Tú mást ikki freista Harran Gud tín.""
13 Táið Djevulin hevði endað alla freisting, veik hann frá Honum eina tíð.
14 Jesus kom nú í kraft Andans aftur til Galilea, og tíðindini um Hann komu út um alt landið har rundanum.
15 Hann lærdi í sýnagogum teirra og varð prísaður av øllum.
16 Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.
17 Teir fingu Honum tá bók Esaiasar profets. Táið Hann læt sundur bókina, kom Hann niður á staðið, har skrivað stóð:
18 "Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
19 at kunngera náðiár Harrans."
20 So legði Hann bókina saman, fekk tænaranum hana aftur og settist; og øll í sýnagoguni stardu á Hann.
21 Tá fór Hann at tala til teirra: "Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara."
22 Tey góvu Honum øll vitnisburð og undraðust á hini lívsælu orð, ið út gingu av munni Hansara - og tey søgdu: "Er hesin ikki sonur Jósef!"
23 Tá segði Hann við tey: "Sjálvsagt fara tit at minna Meg á orðtakið: "Lækni, grøð teg sjálvan!" "Ger eisini her í heimbygd Tíni slík stórverk, sum vit hava frætt, hava hent í Kapernaum!""
24 Men Hann segði: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin profetur verður væl fagnaður á heimstaði sínum!
25 Eg sigi tykkum tað satt, at nógvar einkjur vóru í Ísrael á døgum Eliasar, ta ferðina himmalin varð afturlatin trý ár og seks mánaðir, og stórur hungur var í øllum landinum;
26 og til onga teirra varð Elias sendur, men bert til eina einkju í Sarepta við Sidon.
27 Mong spitølsk vóru í Ísrael á døgum Elisa profets; og eingin teirra varð reinsaður, men bert Na’aman Sýrlendingur."
28 Táið tey, sum í sýnagoguni vóru, hoyrdu hetta, fyltust tey øll av vreiði;
29 og tey reistust og róku Hann av býnum, og fóru við Honum út á egg fjalsins, ið staður teirra var bygdur á, at stoyta Honum oman.
30 Men Hann gekk mitt ígjøgnum flokkin og fór avstað.
31 Hann kom tá til Kapernaum, bý í Galilea; og Hann lærdi tey sabbatin.
32 Tey vóru sligin av undran yvir læru Hansara; tí tala Hansara var við myndugleika.
33 Í sýnagoguni var nú maður, ið hevði óreinan, illan anda; hann rópti hart:
34 "Burt! Hvat hava vit við Teg at gera, Jesus úr Nazaret! Tú ert komin at týna okkum; eg kenni Teg, hvør Tú ert, Tú hin Heilagi Guds!"
35 Men Jesus hótti at honum og segði: "Tig, og far út úr honum!" Hin illi andin kastaði hann tá niður mitt ímillum teirra og fór út úr honum og hevði einki mein gjørt honum.
36 Tá kom ræðsla á øll, og tey tosaðu hvørt við annað og søgdu: "Hvat er hetta fyri orð? Við valdi og kraft býður Hann hinum óreinu andum, og teir fara út!"
37 Tíðindini um Hann komu út allastaðni har um vegir.
38 Hann reistist nú og fór út úr sýnagoguni og inn hjá Símuni. Vermóðir Símun lá við sterkum fepri, og tey bóðu Hann fyri henni.
39 Tá fór Hann og stóð uppi yvir henni; og Hann hótti at feprinum. Og hon slapp frá honum og fór alt fyri eitt upp og borðreiddi fyri teimum.
40 Men táið sólin gekk undir, komu øll, sum høvdu sjúk fólk við alskyns sjúkum, til Hansara við teimum; og Hann legði hendurnar á hvørt eitt teirra og grøddi tey.
41 Illir andar fóru eisini út úr mongum, og teir róptu: "Tú ert Sonur Guds!" Men Hann hótti at teimum og læt teir ikki sleppa at tala; tí teir vitstu, at Hann var Kristus.
42 Táið dagur var komin, fór Hann út og fór til oyðið stað; fólkið leitaði tá eftir Honum, og tey komu líka til Hansara og hildu Honum, so Hann skuldi ikki fara frá teimum.
43 Men Hann segði við tey: "Eisini í hinum býunum má Eg kunngera evangeliið um ríki Guds; tí tað eri Eg sendur til."
44 Hann prædikaði nú í sýnagogunum í Galilea.