Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Høgtíðin hini ósúrgaðu breyðini, sum rópast páskir, var nú nær.
2 Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu royndu, hvussu teir kundu taka Hann av døgum; tí teir ræddust fólkið.
3 Men Satan fór í Judas, sum kallaðist Iskariot og var ein av hinum tólv.
4 Hann fór og tosaði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar um, hvussu hann skuldi geva Hann í vald teirra.
5 Tá vórðu teir glaðir og lovaðu at geva honum pening.
6 Hann gav teimum so orð sítt og hevði nú í huga, nær best bar til at geva Hann í vald teirra, uttan at tað voldi nakran ófrið millum fólkið.
7 So kom dagurin í hinum ósúrgaðu breyðunum, táið páskalambið skuldi verða dripið.
8 Tá sendi Hann Pætur og Jóhannes avstað og segði: "Farið og gerið okkum páskalambið til, so vit kunnu eta tað!"
9 Teir spurdu Hann: "Hvar vilt Tú, at vit skulu gera tað til?"
10 Hann svaraði teimum: "Táið tit koma inn í staðin, skal maður, ið ber vatnkrukku, møta tykkum; fylgið honum til húsið, sum hann fer inn í,
11 og sigið við húsbóndan í húsinum: "Meistarin sigur: "Hvar er herbergið, sum Eg kann eta páskalambið í við lærisveinum Mínum?""
12 So skal hann vísa tykkum stóran sal, til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera tað til."
13 Teir fóru tá avstað og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; og teir gjørdu páskalambið til.
14 Táið so tímin kom, settist Hann til borðs, og ápostlarnir við Honum.
15 Hann segði við teir: "Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði.
16 Tí Eg sigi tykkum: Eg skal aldri aftur eta tað, fyrrenn tað er vorðið fullkomið í ríki Guds."
17 Hann tók nú kalik, takkaði og segði: "Takið hetta og býtið tað millum tykkara!
18 Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skal Eg ikki drekka av ávøksti víntræsins, fyrrenn ríki Guds kemur."
19 So tók Hann breyð, takkaði og breyt tað, gav teimum og segði: "Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!"
20 Somuleiðis tók Hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: "Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.
21 Men hond hansara, sum svíkur Meg, er við Mær á borðinum.
22 Tí víst fer Menniskjasonurin burtur, soleiðis sum avgjørt er; men vei tí menniskja, sum Hann verður svikin við!"
23 Tá fóru teir at tala hvør við annan um, hvør teirra tað tó mundi vera, sum skuldi gera hetta.
24 Eisini varð træta millum teirra um, hvør teirra ið skuldi verða roknaður størstur.
25 Tá segði Hann við teir: "Kongar tjóðanna valda yvir teimum, og teir, ið lata tær kenna vald sítt, kallast vælgerðamenn.
26 Men ikki so hjá tykkum; nei, hin størsti av tykkum - hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir!
27 Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs! Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.
28 Men tit eru teir, ið hava hildið út við Mær í freistingum Mínum;
29 og Eg tilsigi tykkum ríkið, eins og Faðir Mín hevur tilsagt Mær tað,
30 so tit skulu eta og drekka við borð Mítt í ríki Mínum og sita í hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.
31 Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti.
32 Men Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja; og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!"
33 Tá segði hann við Hann: "Harri, eg eri til reiðar at fara við Tær, bæði í fangahús og í deyðan!"
34 Men Hann svaraði: "Pætur, Eg sigi tær: Hanin skal ikki gala í dag, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur noktað, at tú kennir Meg."
35 So segði Hann við teir: "Táið Eg sendi tykkum út uttan pung, tasku og skógvar, fattaðist tykkum tá nakað?" Teir svaraðu: "Nei, einki!"
36 Hann segði við teir: "Men nú - tann, ið hevur pung, taki hann við, somuleiðis tasku, og tann, ið einki svørð hevur, selji kappa sín og keypi sær eitt!
37 Tí Eg sigi tykkum, at tað, ið skrivað er, má ganga út við Mær, hetta: "Hann varð roknaður millum lógloysingar." Tí tað, ið sagt er um Meg, er at enda."
38 Tá søgdu teir: "Harri, hygg, her eru tvey svørð!" Hann svaraði teimum: "Tað er nóg mikið."
39 Hann fór nú út og fór, sum Hann var vanur, til Oljufjallið; og lærisveinarnir fóru eisini við Honum.
40 Táið Hann var komin til staðið, segði Hann við teir: "Biðið um ikki at koma í freisting!"
41 So fór Hann burtur frá teimum, okkurt um steinkast, fall á knæ, bað og segði:
42 "Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!"
43 Tá vísti eingil av Himli seg fyri Honum og styrkti Hann.
44 Og Hann kom í deyðaangist og bað enn tráligari; sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina.
45 Táið Hann so reistist frá bønini og kom til lærisveinarnar, fann Hann teir sovandi av sorg.
46 Tá segði Hann við teir: "Hví sova tit! Reisist og biðið, fyri at tit skulu ikki koma í freisting!"
47 Meðan Hann enn talaði, kom flokkur av fólki, og hann, ið æt Judas, ein av hinum tólv, gekk undan teimum; hann nærkaðist Jesusi at kyssa Hann.
48 Men Jesus segði við hann: "Judas, svíkur tú Menniskjasonin við kossi!"
49 Táið nú teir, ið rundan um Hann vóru, sóu, hvussu fór at ganga, søgdu teir: "Harri, skulu vit sláa til við svørði?"
50 Og ein teirra høgdi til tænara høvuðsprestsins og hevði høgra oyrað av honum.
51 Men Jesus tók til orða og segði: "Latið teir gera hetta við!" So nam Hann við oyra hansara og grøddi hann.
52 Síðani segði Jesus við høvuðsprestarnar, høvuðsmenninar fyri tempulvaktini og hinar elstu, sum komnir vóru móti Honum: "Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum!
53 Táið Eg hvønn dag var hjá tykkum í templinum, rættu tit ikki út hendur tykkara móti Mær. Men hetta er tími tykkara og vald myrkursins."
54 So tóku teir Hann, fóru avstað við Honum og leiddu Hann inn í hús høvuðsprestsins; og Pætur fylgdi eftir langt aftaná.
55 Teir kyndu nú eld mitt í garðinum og sótu saman har, og Pætur sat mitt ímillum teirra.
56 Men ein arbeiðskona sá hann sita har í ljósinum frá eldinum; hon stardi uppá hann og segði: "Eisini hesin var við Honum!"
57 Men hann avnoktaði Hann og segði: "Eg kenni Hann ikki, kvinna!"
58 Eitt sindur seinni sá eitt annað, ein av monnunum, hann og segði: "Eisini tú ert ein av teimum!" Men Pætur svaraði: "Maður, eg eri tað ikki!"
59 Okkurt um tíma eftir hetta gjørdi ein annar tað av og segði: "So sanniliga var eisini hesin við Honum! Hann er jú eisini Galileari."
60 Tá svaraði Pætur: "Maður, eg skilji ikki, hvat tú sigur!" Í tí sama, meðan hann enn talaði, gól hanin.
61 Og Harrin vendi Sær og hugdi uppá Pætur, og Pæturi kom orð Harrans í hug, hvussu Hann hevði sagt við hann: "Áðrenn hanin gelur í dag, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg."
62 Og hann fór út og græt beiskliga.
63 Menninir, ið hildu Jesusi, spottaðu og slógu Hann.
64 Teir kastaðu klæði yvir Hann og spurdu Hann: "Profetera - hvør var tað, ið sló Teg?"
65 Og mong onnur háðorð talaðu teir móti Honum.
66 Táið nú var vorðið dagur aftur, savnaðust hinir elstu fólksins og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu; teir leiddu Hann fram fyri ráð sítt
67 og søgdu: "Ert Tú Kristus, so sig okkum tað!" Men Hann svaraði teimum: "Um Eg sigi tykkum tað, trúgva tit tí ikki,
68 og um Eg spyrji, svara tit ikki!
69 Men hereftir skal Menniskjasonurin sita við høgru hond kraftar Guds."
70 Tá søgdu teir allir: "Ert Tú tá Sonur Guds?" Hann svaraði teimum: "Tit siga tað; Eg eri tað."
71 Tá søgdu teir: "Hvat nýtist okkum longur vitnisburð! Nú hava vit jú sjálvir hoyrt tað av Hansara egna munni!"