Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið Hann nú hevði endað øll orð Síni, meðan fólkið lurtaði eftir, fór Hann inn í Kapernaum.
2 Og høvuðsmaður hevði tænara, ið var sjúkur og deyðanum nær, og hann var ógvuliga góður við hann.
3 Táið hann nú hoyrdi um Jesus, sendi hann nakrar av hinum elstu Jødanna til Hansara og bað Hann koma og grøða tænara sín.
4 Teir komu so til Jesus og bóðu Hann bønliga og søgdu: "Hann er væl verdur, at Tú gert hetta fyri hann;
5 tí hann elskar fólk okkara, og tað er hann, ið hevur bygt okkum sýnagoguna."
6 Jesus fór tá við teimum. Men táið Hann ikki hevði langt eftir til húsið, sendi høvuðsmaðurin nakrar vinmenn til Hansara og læt siga við Hann: "Harri, ómaka Teg ikki, tí eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt!
7 Tí helt eg heldur ikki meg sjálvan vera verdan at koma til Tín; men sig orð, so verður drongur mín frískur!
8 Eg eri jú maður, ið sjálvur standi undir yvirmonnum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: "Far!" so fer hann, við ein annan: "Kom!" so kemur hann, og við tænara mín: "Ger hetta!" so ger hann tað."
9 Táið Jesus hoyrdi hetta, undraðist Hann á hann, og Hann vendi Sær á og segði við fólkið, ið fylgdi Honum: "Eg sigi tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv - nei, ikki í Ísrael heldur!"
10 Og táið teir, ið út vóru sendir, komu aftur til hús, funnu teir hin sjúka tænaran frískan.
11 Dagin eftir fór Hann so til bý, sum eitur Nain, og nógvir av lærisveinum Hansara og hópur av fólki fóru við Honum.
12 Táið Hann nú nærkaðist býportrinum, varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur móður sína, og hon var einkja; og nógv fólk úr býnum var við henni.
13 Táið Harrin sá hana, tykti Honum hjartaliga synd í henni, og Hann segði við hana: "Grát ikki!"
14 So steig Hann til og nam við børuna, og teir, ið bóru, steðgaðu. Og Hann segði: "Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!"
15 Tá reisti hin deyði seg og fór at tala, og Hann gav móður hansara hann.
16 Tá fall ótti á øll, og tey prísaðu Gudi og søgdu: "Stórur profetur er risin upp millum okkara!" og: "Gud hevur vitjað fólk Sítt!"
17 Hetta tosið um Hann kom út um alt Judea og alt landið har um vegir.
18 Alt hetta fekk Jóhannes at frætta um frá lærisveinum sínum. Tá kallaði Jóhannes tveir lærisveinar sínar til sín,
19 sendi teir til Harran og læt siga: "Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?"
20 Táið nú menninir komu til Hansara, søgdu teir: "Jóhannes doypari hevur sent okkum til Tín og letur siga: "Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?""
21 Júst tá grøddi Hann mong fyri sjúkur og plágur og illar andar og gav mongum blindum sjón.
22 Hann svaraði teimum tá: "Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind síggja, lamin ganga, spitølsk verða reinsað, deyv hoyra, deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum -
23 og sælur er tann, ið ikki tekur sær ilt av Mær!"
24 Táið nú sendimenn Jóhannesar vóru farnir, tók Hann at tala til fólkið um Jóhannes: "Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Rør, ið sveiggjar fyri vindinum?
25 Ella hvat fóru tit út at síggja? Mann í fínum klæðum? - Teir, sum ganga í dýrum klæðum og liva í góðgæti, eru í kongahøllunum.
26 Ella hvat fóru tit út at síggja? Profet? Ja, sigi Eg tykkum: Og meir enn profet!
27 Hann er tann, ið skrivað er um: "Eg sendi boðbera Mín undan Tær; hann skal gera Tær veg Tín til reiðar."
28 Eg sigi tykkum: Størri profetur enn Jóhannes er ikki millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Guds er størri enn hann.
29 Og alt fólkið, sum hoyrdi hann, gav Gudi rætt, tollararnir við, og lótu seg doypa við dópi Jóhannesar;
30 men Fariseararnir og hinir lógkønu hava vanvirt ráð Guds viðvíkjandi sær, við tað at teir lótu seg ikki doypa av honum.
31 Hvat skal Eg tá líkna menniskjuni í hesi ætt við, og hvørjum eru tey lík?
32 Tey líkjast børnum, ið sita á torginum og rópa hvørt til annað: "Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki, vit sungu sorgarsongir fyri tykkum, og tit grótu ikki!"
33 Tí Jóhannes doypari kom - hann hvørki át breyð ella drakk vín - og tit siga: "Hann hevur illan anda!"
34 Menniskjasonurin kom - Hann etur og drekkur - og tit siga: "Hygg - átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!"
35 Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av øllum børnum sínum."
36 Ein av Farisearunum bað Hann koma og eta hjá sær; Hann fór tá inn hjá Farisearanum og setti Seg til borðs.
37 Og har í býnum var syndafull kvinna; táið hon fekk at vita, at Hann sat til borðs heima hjá Farisearanum, kom hon við alabasturkrukku við salvu
38 og stóð aftan fyri Hann, við føtur Hansara, græt og fór at væta føtur Hansara við tárum sínum, turkaði teir við hári sínum, kysti føtur Hansara og salvaði teir við salvuni.
39 Táið nú Farisearin, ið hevði boðið Honum inn, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: "Var hesin profetur, so vitsti Hann, hvør og hvussu henda kvinna er, ið nemur við Hann, at hon er syndafull kvinna."
40 Tá tók Jesus til orða og segði við hann: "Símun, Eg havi nakað at siga við teg!" Hann svaraði: "Meistari, sig tað!"
41 "Ein maður, ið lænti út pening, átti hjá tveimum; annar skyldaði honum 500 denarar, og annar 50.
42 Við tað at teir nú einki áttu at gjalda við, gav hann báðum tað eftir. Hvør teirra man nú fara at elska hann meiri?"
43 Símun svaraði: "Eg haldi, tann, ið hann gav meiri eftir." Tá segði Hann við hann: "Tú dømdi beint!"
44 So vendi Hann Sær móti kvinnuni og segði við Símun: "Sært tú hesa kvinnu! Eg kom inn hjá tær - tú gavst Mær ikki vatn til føtur Mínar, men hon vætti føtur Mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.
45 Tú gavst Mær ongan koss, men hon helt ikki uppat at kyssa føtur Mínar, frá tí Eg kom inn.
46 Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu.
47 Tí sigi Eg tær: Hinar mongu syndir hennara eru henni fyrigivnar - hon hevur jú elskað nógv. Men tann, ið lítið verður fyrigivið, elskar lítið."
48 So segði Hann við hana: "Syndir tínar eru fyrigivnar."
49 Tá fóru teir, ið sótu til borðs við Honum, at siga við sær sjálvum: "Hvør er hesin, ið líka fyrigevur syndir!"
50 Men Hann segði við kvinnuna: "Trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!"