Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Næstfyrsta sabbat gekk Hann nú gjøgnum akur; og lærisveinar Hansara slitu øks og gníggjaðu tey sundur við hondunum og ótu.
2 Tá søgdu nakrir av Farisearunum: "Hví gera tit tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat?"
3 Jesus svaraði teimum: "Hava tit tá ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, hann og teir, ið við honum vóru -
4 hvussu hann fór inn í hús Guds og tók sýnisbreyðini og át, og gav eisini teimum, ið við honum vóru? Og tey hevur eingin loyvi at eta uttan prestarnir eina."
5 Og Hann segði við teir: "Menniskjasonurin er Harri sabbatsins við."
6 Ein annan sabbat kom Hann inn í sýnagoguna og lærdi. Har var tá maður, sum høgra hond var visin á.
7 Hinir skriftlærdu og Fariseararnir høvdu eyguni eftir Honum, um Hann mundi fara at grøða sabbat, fyri at teir kundu finna okkurt at klaga Hann fyri.
8 Men Hann vitsti, hvat teir hugsaðu, og so segði Hann við mannin, sum hevði hina visnu hondina: "Reis teg og kom fram higar!" Hann reisti seg tá og kom.
9 So segði Jesus við teir: "Eg spyrji tykkum: Hvat er loyviligt sabbat: At gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at forkoma tí?"
10 Hann hugdi runt á teir allar, og so segði Hann við hann: "Rætt út hondina!" Hann so gjørdi; tá varð hond hansara frísk aftur sum hin.
11 Men teir vórðu heilt ovursintir og tosaðu hvør við annan um, hvat teir skuldu gera við Jesus.
12 Um ta tíðina fór Hann einaferð niðan á fjallið at biðja; og Hann varð har alla náttina í bøn til Gud.
13 Táið so dagurin kom, kallaði Hann til Sín lærisveinar Sínar og útvaldi tólv av teimum, sum Hann eisini kallaði ápostlar:
14 Símun, sum Hann eisini nevndi Pætur, og Andrias, bróður hansara, Jákup og Jóhannes, Filip og Bartolomeus,
15 Matteus og Tummas, Jákup, son Alfeus, og Símun, sum kallaðist Zelotes,
16 Judas, son Jákup, og Judas Iskariot, hann, sum varð svíkjari.
17 So fór Hann oman við teimum og steðgaði á einum slætta; og har var stórur flokkur av lærisveinum Hansara og stór mongd av fólki úr øllum Judea, úr Jerúsalem og úr landinum fram við sjógvin við Týrus og Sidon,
18 sum vóru komin at hoyra Hann og verða grødd fyri sjúkur sínar. Tey, sum vóru plágað av óreinum andum, vórðu grødd;
19 og alt fólkið royndi at fáa nomið við Hann; tí kraft gekk út frá Honum og grøddi øll.
20 Hann lyfti tá upp eygu Síni, hugdi á lærisveinar Sínar og segði: "Sæl eru tit fátæku; tí ríki Guds er tykkara.
21 Sæl eru tit, sum nú hungra; tí tit skulu verða mettað. Sæl eru tit, sum nú gráta; tí tit skulu læa.
22 Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum, táið tey ikki vilja vita av tykkum, og táið tey háða tykkum og kasta navn tykkara frá sær sum nakað ilt, fyri Menniskjasonarins skuld.
23 Gleðist tann dag og leypið av frøi! Tí løn tykkara er stór í Himli. Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við profetarnar.
24 Men vei tykkum, tit ríku! Tí tit hava longu fingið troyst tykkara.
25 Vei tykkum, tit, sum nú eru mett! Tí tit skulu hungra. Vei tykkum, tit, sum nú læa! Tí tit skulu syrgja og gráta.
26 Vei tykkum, táið øll menniskju tosa væl um tykkum! Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við lygiprofetarnar.
27 Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
28 signið tey, sum banna tykkum, og biðið fyri teimum, ið spilla tykkum út!
29 Táið ein slær teg undir annan vangan, so rætt honum hin við, og táið ein tekur kappan frá tær, so sýt honum heldur ikki kyrtilin!
30 Gev einum og hvørjum, sum biður teg, og um ein tekur tað, ið títt er, so krev tað ikki aftur!
31 Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.
32 Um tit elska tey, sum tykkum elska, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar elska tey, sum elska teir.
33 Um tit gera teimum gott, sum gera tykkum gott, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar gera tað sama.
34 Og um tit læna teimum, sum tit vóna at fáa aftur frá, hvat er tað at takka tykkum fyri! Eisini syndarar læna syndarum uppá at fáa líka mikið aftur.
35 Nei, elskið fíggindar tykkara, gerið gott, og lænið uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara vera stór, og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí Hann er góður móti hinum ótakksomu og óndu.
36 Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur!
37 Og dømið ikki, so skulu tit ikki verða dømd, fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd! Fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið!
38 Gevið, so skal tykkum verða givið - gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur."
39 Hann segði teimum eisini líknilsi: "Man blindur kunna leiða blindan! Koma teir ikki báðir at falla í grøvina!
40 Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum; men ein og hvør, ið er fulllærdur, verður sum meistari hansara.
41 Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan, sum er í tínum egna eyga?
42 Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: "Bróðir, lat meg taka út flísina, sum er í eyga tínum!" - tú, sum sært ikki bjálkan í tínum egna eyga! Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka út flísina, sum er í eyga bróður tíns!
43 Tí einki gott træ er, sum ber ringan ávøkst, og einki ringt træ er, sum ber góðan ávøkst.
44 Hvørt træ kennist av ávøksti sínum. Tey sanka jú ikki fikur av tornum, ei heldur henta tey vínber av tornarunni.
45 Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið hjarta tess hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til; tí muður tess talar tað, sum hjartað er ov fult av.
46 Men hví kalla tit Meg: "Harri, Harri!" - og gera ikki tað, sum Eg sigi?
47 Hvør tann, ið kemur til Mín og hoyrir orð Míni og ger eftir teimum - hvørjum hann er líkur, skal Eg vísa tykkum.
48 Hann er líkur manni, ið skuldi byggja hús, og sum tá gróv djúpt niður og legði grundina á hellu. Táið tá vatnflóð kom, skolaði streymurin á tað hús, og hann var ikki mentur at vika tí, av tí at tað var væl bygt.
49 Men tann, ið hoyrir og ger ikki eftir tí, er líkur manni, ið bygdi hús sítt oman á jørðini við ongum grundarlagi undir. Streymurin skolaði á tað, og tað fall við tað sama, og fall tess húss varð stórt."