1 | Táið Hann nú ein sabbat kom inn hjá einum av hinum hægstu Farisearunum at halda máltíð - og teir høvdu eyguni eftir Honum - |
|
2 | stóð vatnsjúkur maður framman fyri Honum. |
|
3 | Jesus tók tá til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar: "Er loyviligt at grøða sabbat, ella ikki?" |
|
4 | Teir tagdu. Tá tók Hann í hann og grøddi hann og læt hann fara. |
|
5 | So tók Hann til orða og segði við teir: "Um sonur ella oksi hjá onkrum tykkara dettur í brunn - hvør er hann, sum tá ikki við tað sama dregur hann uppúr aftur sabbat!" |
|
6 | Hetta fingu teir ikki svarað Honum uppá. |
|
7 | Hann setti nú fram líknilsi fyri gestirnar, táið Hann legði til merkis, hvussu teir valdu sær hini ovastu sætini við borðið. Hann segði við teir: |
|
8 | "Táið tú verður boðin av onkrum í brúdleyp, set teg tá ikki ovastan við borðið! Tí ein mætari enn tú kann vera boðin; |
|
9 | og hann, ið beyð tær og honum, kann tá koma og siga við teg: "Gev hesum rúm!" - Og so kemur tú við skomm at sita niðastur. |
|
10 | Nei, táið tú verður boðin, far tá og set teg niðastan, so hann, ið beyð tær, kann siga við teg, táið hann kemur: "Vinur, set teg hægri upp!" Tá verður tú ærdur í eygum alra teirra, sum sita til borðs við tær. |
|
11 | Tí hvør tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt." |
|
12 | Hann segði eisini við tann, ið hevði boðið Honum inn: "Táið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum! Tí teir bjóða tær aftur, so at tú fært viðurlag. |
|
13 | Nei, táið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum! |
|
14 | Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal verða tær afturlønt, táið hini rættvísu rísa upp." |
|
15 | Táið ein av teimum, ið sótu til borðs við, hoyrdi hetta, segði hann við Hann: "Sælur er tann, ið sleppur at sita til borðs í ríki Guds!" |
|
16 | Tá segði Hann við hann: "Maður var, sum gjørdi stóran nátturða og beyð mongum. |
|
17 | Og hann sendi út tænara sín, um ta tíðina nátturðin skuldi verða, at siga við hinar bodnu: "Komið, tí nú er alt til reiðar!" |
|
18 | Men teir fóru allir sum ein at umbera seg. Hin fyrsti segði við hann: "Eg havi keypt nakað av jørð og eri noyddur at fara út at hyggja at henni; eg biði teg - halt mær til góða!" |
|
19 | Ein annar segði: "Eg havi keypt fimm pør av oksum og fari út at royna teir; eg biði teg - halt mær til góða!" |
|
20 | Uppaftur ein annar segði: "Eg havi tikið mær konu, og tí fái eg ikki komið." |
|
21 | Tænarin kom so og segði harra sínum hetta. Tá varð húsbóndin illur og segði við tænara sín: "Far skjótt út á gøtur og stræti í býnum, og fá fátæk og kryplar, lamin og blind inn higar!" |
|
22 | Tænarin segði tá: "Harri! Tað, sum tú gavst boð um, er gjørt; og rúm er enn." |
|
23 | Tá segði harrin við tænaran: "Far út á vegirnar og út at gørðunum og noyð tey at koma inn, so hús mítt kann verða fult! |
|
24 | Tí eg sigi tykkum, at eingin av hinum monnum, ið bodnir vóru, skal smakka nátturða mín."" |
|
25 | Nógv fólk gekk saman við Honum. Hann vendi Sær nú á og segði við tey: |
|
26 | "Um onkur kemur til Mín og hatar ikki faðir sín og móður sína, konu, børn, brøður og systrar, ja, sítt egna lív við - hann kann ikki vera lærisveinur Mín. |
|
27 | Tann, ið ikki ber kross sín og fylgir Mær eftir, kann ikki vera lærisveinur Mín. |
|
28 | Tí hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri! |
|
29 | Tí annars - táið hann hevur lagt grundina og er ikki mentur at fullføra tað - fara øll, ið síggja tað, at spotta hann og siga: |
|
30 | "Hesin maður fór at byggja og var ikki førur fyri at gera tað liðugt!" |
|
31 | Ella hvør kongur, sum fer avstað at møta øðrum kongi í bardaga, setur seg ikki fyrst niður og heldur ráð, um hann er førur fyri við 10 000 at møta honum, sum kemur ímóti honum við 20 000! |
|
32 | Men er hann tað ikki, letur hann, meðan hin enn er langt burtur, sendimenn fara avstað og tinga um frið. |
|
33 | Soleiðis kann eingin av tykkum, sum ikki sigur frá sær alt, ið hann eigur, vera lærisveinur Mín. |
|
34 | Víst er saltið gott; men missir eisini saltið kraft sína, við hvørjum skal tað tá fáa hana aftur! |
|
35 | Tað dugir hvørki í mold ella í tøð; tað verður kastað út. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!" |
|
|