Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Hann setti teimum fram líknilsi um tað, at tey skuldu altíð biðja og ikki troyttast.
2 Hann segði: "Í einum býi var dómari, sum ikki óttaðist Gud og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja.
3 Í sama býi var einkja, sum kom til hansara og segði: "Hjálp mær at fáa rætt yvir mótparti mínum!"
4 Eina tíð vildi hann ikki. Men at endanum segði hann við sær sjálvum: "Um eg so ikki óttist Gud, ei heldur firnist fyri nøkrum menniskja,
5 so skal eg tó, við tað at henda einkja ikki letur meg hava frið, hjálpa henni at fáa rætt, so hon skal ikki í heilum ganga og plága meg.""
6 Harrin segði: "Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur!
7 Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu Sínum at fáa rætt, teimum, ið rópa til Hansara dag og nátt, og er Hann seinur, táið tað viðvíkur teimum!
8 Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt. Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?"
9 Hann segði eisini hetta líknilsið við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og vanvirdu hini:
10 "Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; annar var Fariseari, og annar tollari.
11 Farisearin stóð fyri seg sjálvan og bað so: "Gud! Eg takki Tær, at eg eri ikki sum onnur menniskju - ránsmenn, órættvís, horkallar - ella tá sum hasin tollari.
12 Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni."
13 Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: "Gud! Ver mær syndara náðigur!"
14 Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur aftur til hús, og hin ikki; tí ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt."
15 Tey bóru eisini hini smáu børnini til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men táið lærisveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum.
16 Men Jesus kallaði tey til Sín og segði: "Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.
17 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti ríki Guds eins og barnið, skal als ikki koma inn í tað."
18 Ein ráðharri spurdi Hann: "Góði meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?"
19 Jesus segði við hann: "Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.
20 Tú veitst boðini: "Tú mást ikki dríva hor"; "tú mást ikki drepa"; "tú mást ikki stjala"; "tú mást ikki bera rangan vitnisburð"; "ær faðir tín og móður tína!""
21 Hann svaraði: "Alt hetta havi eg hildið, frá tí eg var ungur."
22 Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við hann: "Eitt fattast tær enn: Sel alt, ið tú eigur, og být tað sundur millum fátæk! So skalt tú hava skatt í Himli; kom so og fylg Mær!"
23 Men táið hann hoyrdi hetta, varð hann fullur av sorg; tí hann var ógvuliga ríkur.
24 Táið Jesus nú sá, hvussu tungur hann varð, segði Hann: "Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds!
25 Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds."
26 Teir, ið hetta hoyrdu, søgdu: "Hvør kann tá verða frelstur!"
27 Men Hann svaraði: "Tað, sum er menniskjum ómøguligt, er Gudi møguligt."
28 Tá segði Pætur: "Vit eru farnir frá øllum okkara egna og hava fylgt Tær."
29 Hann segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, foreldrum, brøðrum, konu ella børnum fyri Guds ríkis skuld,
30 uttan hann skal fáa tað mangar ferðir aftur her í tíðini og í hinum komandi heimi ævigt lív."
31 Hann tók nú hinar tólv til Sín og segði við teir: "Vit fara nú niðan til Jerúsalem, og alt, ið skrivað er við profetunum um Menniskjasonin, skal ganga út.
32 Tí Hann skal verða givin heidningunum upp í hendur og verða spottaður og háðaður og spýttur á.
33 Teir skulu húðfleingja Hann og drepa Hann, og triðja dagin skal Hann rísa upp aftur."
34 Men teir skiltu einki av hesum; hetta orð var teimum dult, og teir fataðu ikki tað, ið sagt varð.
35 Táið Hann nú nærkaðist Jeriko, sat ein blindur við vegin og biddaði.
36 Táið hann hoyrdi nógv fólk fara framvið, spurdi hann, hvat hetta var.
37 Tey søgdu honum, at Jesus úr Nazaret kom framvið.
38 Tá rópti hann: "Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!"
39 Tey, sum undan gingu, høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: "Sonur Dávids, miskunna mær!"
40 Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til Hansara; og táið hann var komin fram, spurdi Hann hann:
41 "Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?" Hann svaraði: "Harri, at eg kann fáa sjón mína!"
42 Jesus segði við hann: "Hav sjón tína! Trúgv tín hevur frelst teg."
43 Við tað sama fekk hann sjónina aftur; og hann fylgdi Honum og prísaði Gudi. Og alt fólkið, ið sá hetta, lovaði Gudi.