Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Hann kallaði nú saman hinar tólv og gav teimum mátt og vald yvir øllum hinum illu andum og til at grøða sjúkur.
2 Og Hann sendi teir út at prædika ríki Guds og grøða sjúk.
3 Hann segði við teir: "Takið einki við á ferðini, hvørki stav, tasku, breyð ella pening! Heldur ikki skulu tit hava tveir kyrtlar.
4 Í tí húsi, sum tit koma inn í, skulu tit verða, og haðani skulu tit fara longur.
5 Allastaðni har tey ikki taka ímóti tykkum, úr tí býi skulu tit fara burtur og eisini rista dustið av fótum tykkara til vitnisburð móti teimum."
6 So fóru teir avstað og ferðaðust um býirnar og prædikaðu evangeliið og grøddu fólk allastaðni.
7 Men Heródes fjórðingshøvdingi frætti alt tað, sum hendi; og hann var í døpurhuga, tí summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá hinum deyðu,
8 summi, at Elias hevði víst seg, onnur uppaftur, at ein av hinum gomlu profetunum var risin upp.
9 Men Heródes segði: "Jóhannes læt eg hálshøgga; men hvør er hesin, ið eg hoyri slíkt um?" Og hann lá eftir at fáa Hann at síggja.
10 Ápostlarnir komu so aftur og søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt. Tá tók Hann teir við Sær og fór burtur, so teir vóru einsamallir, til bý, sum eitur Betsaida.
11 Men táið fólkið fekk tað at vita, fóru tey aftan á Honum, og Hann tók ímóti teimum og talaði við tey um ríki Guds og grøddi tey, sum tørvaði heilsubót.
12 Men dagurin var farin at halla. Tá komu hinir tólv til Hansara og søgdu: "Lat fólkið fara avstað, so tey kunnu fara í bygdirnar og garðarnar her rundanum og fáa sær innivist og okkurt at eta - vit eru jú her á staði, sum er oyðið!"
13 Hann segði við teir: "Gevið tit teimum at eta!" Men teir søgdu: "Vit hava ikki meir enn fimm breyð og tveir fiskar - uttan so er, at vit skulu fara og keypa mat til alt hetta fólk!"
14 Tí har vóru okkurt um 5000 menn. Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: "Latið tey seta seg niður í flokkum, 50 í hvørjum!"
15 Teir so gjørdu og lótu øll seta seg niður.
16 So tók Hann hini fimm breyðini og fiskarnar báðar, hugdi upp móti himli og signaði tey; so breyt Hann tey og gav lærisveinum Sínum tey at leggja fyri fólkið.
17 Tey ótu nú og vórðu øll mett. Bitarnir, ið av lupu, vórðu savnaðir saman, tólv kurvar.
18 Einaferð meðan Hann bað, og eingin var hjá Honum uttan lærisveinarnir, spurdi Hann teir: "Hvønn sigur fólkið Meg vera?"
19 Teir svaraðu: "Jóhannes doypara; onnur siga Elias; uppaftur onnur siga, at ein av hinum gomlu profetunum er risin upp."
20 Hann segði við teir: "Men tit, hvønn siga tit Meg vera?" Pætur svaraði: "Krist Guds!"
21 Tá beyð Hann teimum strangliga ongum at siga hetta;
22 tí Hann segði: "Menniskjasonurin skal líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu, høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin."
23 Og Hann segði við allar: "Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og dagliga taka upp kross sín og fylgja Mær.
24 Tí tann, ið vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.
25 Tí hvat batar tað menniskjanum, um tað hevur vunnið allan heimin, men mist seg sjálvt ella latið seg sjálvt afturfyri!
26 Tann, ið skammast við Meg og orð Míni, skal Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Síni og Faðirsins og hinna heiløgu eingla.
27 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Nøkur av teimum, ið her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrrenn tey síggja ríki Guds."
28 Einar átta dagar eftir at Hann hevði talað hetta, tók Hann Pætur, Jóhannes og Jákup við Sær og fór niðan á fjallið at biðja.
29 Meðan Hann bað, varð andlit Hansara øðrvísi at síggja, og klæði Hansara vórðu hvít og skyggjandi.
30 Og tveir menn talaðu við Hann; tað vóru Móses og Elias;
31 teir vístu seg í dýrd og talaðu um burturferð Hansara, sum Hann skuldi fullføra í Jerúsalem.
32 Men Pætur og teir, ið við Honum vóru, vóru tungir í svøvni; men táið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd Hansara og menninar báðar, ið hjá Honum stóðu.
33 Táið teir so skiltust frá Honum, segði Pætur við Jesus: "Meistari! Her er okkum gott at vera; lat okkum gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og Eliasi ein!" - Hann vitsti ikki, hvat hann segði.
34 Sum hann segði hetta, kom skýggj og skuggaði yvir teir, og teir ræddust, táið teir komu inn í skýggið.
35 Úr skýnum kom rødd: "Hesin er Sonur Mín, hin útvaldi - hoyrið Hann!"
36 Táið røddin kom, sást eingin uttan Jesus eina. Og teir tagdu og søgdu á teimum døgum ongum nakað av tí, sum teir høvdu sæð.
37 Dagin eftir, táið teir komu oman av fjallinum, kom nógv fólk ímóti Honum.
38 Tá rópti ein maður millum fólkið: "Meistari, eg biði Teg, hygg til son mín! Hann er einkabarn mítt;
39 og andi tekur hann, og við tað sama fer hann at nísta; hann slítur í hann, so skúmið drívur honum av munni; og tað er nóg illa, hann sleppir honum, og illa fer hann tá við honum.
40 Eg bað lærisveinar Tínar reka hann út, men teir vóru ikki mentir."
41 Tá svaraði Jesus: "Tú vantrúna og rangvørga ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum og tola tykkum? Kom higar við syni tínum!"
42 Eisini meðan hann var á veg til Hansara, reiv og sleit hin illi andin í hann. Tá hótti Jesus at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur.
43 Øll vóru tá sligin av undran yvir stórleika Guds. Men táið øll undraðust á alt tað, sum Hann gjørdi, segði Hann við lærisveinar Sínar:
44 "Goymið í oyrum tykkara hesi orð: Menniskjasonurin skal verða givin menniskjum í hendur!"
45 Hetta orð skiltu teir ikki; tað var teimum dult, so teir fataðu tað ikki; og teir tordu ikki at spyrja Hann um hetta orð.
46 Men tann hugsan steig upp hjá teimum, hvør teirra nú mundi vera størstur.
47 Men við tað at Jesus sá, hvat teir hugsaðu í hjartanum, tók Hann lítið barn og læt tað standa hjá Sær.
48 Og Hann segði við teir: "Tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni Mínum, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg; tí tann, sum er hin minsti av tykkum øllum, hann er stórur."
49 Tá tók Jóhannes til orða og segði: "Meistari, vit sóu ein, sum rak út illar andar í navni Tínum; og vit forbuðu honum tað, av tí at hann er ikki í fylgi við okkum!"
50 Men Jesus segði við hann: "Forbjóðið honum tað ikki! Tí tann, sum ikki er ímóti tykkum, er við tykkum."
51 Táið nú leið at tíðini, at Hann skuldi verða tikin upp, vendi Hann andliti Sínum móti Jerúsalem, til at fara hagar.
52 Og Hann læt sendimenn fara undan Sær; teir fóru avstað og komu inn í eina bygd Samverja at fáa Honum innivist.
53 Men tey tóku ikki ímóti Honum, tí Hann var á ferð til Jerúsalem.
54 Táið Jákup og Jóhannes, lærisveinar Hansara, sóu hetta, søgdu teir: "Harri, vilt Tú, at vit skula bjóða eldi at falla niður av himli og oyða tey, eins og Elias gjørdi?"
55 Men Hann vendi Sær á og hevði at teimum og segði: "Tit vita ikki, hvørjum anda tit eru av!
56 Tí Menniskjasonurin er ikki komin at oyða mannalív, men at frelsa." Síðani fóru teir í aðra bygd.
57 Sum teir nú hildu ferðina fram, segði ein við Hann: "Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert."
58 Jesus svaraði honum: "Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður, men Menniskjasonurin hevur ikki tað, ið Hann kann halla høvdinum at."
59 Hann segði við ein annan: "Fylg Mær!" Men hann svaraði: "Harri, loyv mær fyrst at fara og jarða faðir!"
60 Tá segði Hann við hann: "Lat hini deyðu jarða síni deyðu, men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!"
61 Uppaftur ein annar segði: "Harri, eg skal fylgja Tær, men loyv mær fyrst at siga teimum farvæl har heima við hús!"
62 Tá svaraði Jesus honum: "Eingin, ið leggur hondina á plógvið - og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds."