Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Allir tollarar og syndarar hildu seg nær hjá Honum, at hoyra Hann.
2 Men bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: "Hesin tekur ímóti syndarum og etur við teimum!"
3 Tá setti Hann fram fyri teir hetta líknilsi - Hann segði:
4 "Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum - hvør er hann, sum fer ikki frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann!
5 Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar.
6 Og táið hann kemur til hús, kallar hann saman vinir og grannar sínar og sigur við teir: "Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!"
7 Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending.
8 Ella um kvinna hevur 10 drakmur og missir eina drakmu burtur - hvør er hon, sum tendrar ikki ljós og sópar húsið og ger sær ómak at leita, inntil hon finnur hana!
9 Táið hon so hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur og grannkonur sínar og sigur: "Gleðist við mær! Eg havi funnið drakmuna, ið eg hevði mist."
10 Soleiðis, sigi Eg tykkum, verður gleði hjá einglum Guds um ein syndara, ið vendir við."
11 Og Hann segði: "Maður hevði tveir synir.
12 Hin yngri teirra segði við faðir sín: "Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!" Tá skifti hann góðsið millum teirra.
13 Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.
14 Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð.
15 Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.
16 Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.
17 Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: "Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði - og her doyggi eg í hungri!
18 Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær!
19 Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!"
20 So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.
21 Men sonurin segði við hann: "Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín."
22 Tá segði faðirin við tænarar sínar: "Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!
23 Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!
24 Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin." Tey byrjaðu nú at vera glað.
25 Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans.
26 Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða.
27 Hann svaraði honum: "Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum."
28 Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann.
29 Men hann svaraði faðirinum: "So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.
30 Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!"
31 Tá segði hann við hann: "Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
32 men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.""