Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Fimtanda árið ið Tiberius var keisari - táið Pontius Pilatus var landshøvdingi í Judea, Heródes fjórðingshøvdingi í Galilea, Filip, bróðir hansara, fjórðingshøvdingi í Iturea og landspartinum Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene -
2 meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar - kom orð Guds til Jóhannes, son Zakarias, í oyðimørkini.
3 Hann fór út og prædikaði allastaðni í landinum við Jordan umvendingardóp til syndafyrigeving,
4 soleiðis sum skrivað er í bókini við orðum Esaiasar profets: "Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: "Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!
5 Hvør dalur skal fyllast upp, og hvørt fjall og hvør heyggjur skal slættast niður; tað, sum bogið er, skal beinast; hitt óslætta skal verða slættir vegir;
6 og alt hold skal síggja frelsu Guds.""
7 Hann segði nú við fólkið, ið kom út at verða doypt av honum: "Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur?
8 Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending! Og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: "Vit hava jú Ábraham til faðir!" Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum.
9 Øksin liggur eisini longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin."
10 Fólkið spurdi hann: "Hvat skulu vit tá gera?"
11 Hann svaraði teimum: "Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum, ið ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal gera á sama hátt."
12 Eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: "Meistari, hvat skulu vit gera?"
13 Hann svaraði teimum: "Krevjið ikki meir, enn tykkum er fyriskrivað!"
14 Eisini hermenn spurdu hann: "Hvat skulu vit tá gera?" Hann svaraði teimum: "Gerið ikki yvirgangsverk móti nøkrum, brúkið ikki svik móti nøkrum, og verið nøgdir við løn tykkara!"
15 Táið nú fólkið gekk í væntan, og øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, um hann mundi ikki vera Kristus,
16 svaraði Jóhannes teimum øllum: "Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er sterkari enn eg, og sum eg ikki eri verdur at loysa skóreimina hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
17 Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, fyri at Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveitina inn í løðu Sína; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi."
18 Eisini mangar aðrar áminningar gav hann fólkinum og kunngjørdi teimum evangeliið.
19 Men táið Heródes fjórðingshøvdingi varð átalaður av honum viðvíkjandi Heródias, bróðurkonu síni, og fyri alt hitt illa, ið Heródes gjørdi,
20 legði hann eisini tað aftrat øllum hinum, at hann setti Jóhannes í fangahús.
21 Meðan nú alt fólkið varð doypt, hendi tað, táið eisini Jesus var doyptur og bað, at Himmalin opnaðist,
22 og Heilagi Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: "Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka."
23 Jesus sjálvur var um 30 ár, táið Hann byrjaði verk Sítt; og Hann var - sum tey hildu - sonur Jósef, son Eli,
24 son Mattat, son Levi, son Melki, son Jannai, son Jósef,
25 son Mattatias, son Amos, son Na’um, son Esli, son Naggai,
26 son Ma’at, son Mattatias, son Sime’i, son Jósek, son Jóda,
27 son Jóanan, son Resa, son Zerubbabel, son Sealtiel, son Neri,
28 son Melki, son Addi, son Kósam, son Elmadam, son Er,
29 son Jesus, son Eliezer, son Jórim, son Mattat, son Levi,
30 son Símeon, son Juda, son Jósef, son Jónam, son Eljakim,
31 son Melea, son Menna, son Mattata, son Natan, son Dávid,
32 son Ísai, son Obed, son Boas, son Salmon, son Nason,
33 son Amminadab, son Ram, son Hezron, son Perez, son Juda,
34 son Jákup, son Ísak, son Ábraham, son Tara, son Nakor,
35 son Serug, son Re’u, son Peleg, son Eber, son Sala,
36 son Kenan, son Arpaksad, son Sem, son Nóa, son Lamek,
37 son Metusala, son Enok, son Jared, son Malalael, son Kenan,
38 son Enos, son Set, son Ádam, son Gud.