Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Eftir hetta ferðaðist Hann um gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um ríki Guds, og hinir tólv við Honum,
2 somuleiðis nakrar kvinnur, ið grøddar vóru frá illum andum og sjúkum: Maria, ið kallaðist Magdalena, sum sjey illir andar vóru farnir út úr,
3 Jóhanna, sum gift var við Kuza, húsfúta Heródesar, Súsanna og mangar aðrar, ið tæntu teimum við tí, sum tær áttu.
4 Táið nú nógv fólk streymaði saman, og tey fóru út til Hansara úr hvørjum býi, segði Hann í líknilsi:
5 "Sáðmaður fór út at sáa sáð sítt. Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin; tað varð traðkað niður, og fuglar himmalsins ótu tað upp.
6 Nakað fall í gaddajørð; táið tað vaks upp, følnaði tað, av tí at tað hevði ikki vætu.
7 Nakað fall mitt ímillum tornir; men tornirnir vuksu upp við og køvdu tað.
8 Men nakað fall í góða jørð; tað vaks upp og bar hundraðfalda grøði." Í tí Hann segði hetta, rópti Hann: "Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!"
9 Tá spurdu lærisveinar Hansara Hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða.
10 Hann segði: "Tykkum er givið at kenna loyndarmál Guds ríkis; men hinum verður tað givið í líknilsum, fyri at tey við síggjandi eygum einki skulu síggja og við hoyrandi oyrum einki fata.
11 Men hetta er líknilsið: Sáðið er orð Guds.
12 Og tey við vegin eru tey, sum hoyra tað; men so kemur Djevulin og tekur burt orðið úr hjarta teirra, fyri at tey skulu ikki trúgva og verða frelst.
13 Tey í gaddajørð eru tey, sum taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað; men hesi hava ikki rót; tey trúgva eina tíð og falla frá freistingarstundina.
14 Tað, sum fall millum tornir, eru tey, ið hava hoyrt og so fara avstað og verða køvd av stúran og ríkidømi og lystum lívsins og bera ikki búnan ávøkst.
15 Men tað í hini góðu jørðini eru tey, sum, táið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni.
16 Eingin, ið tendrar ljós, fjalir tað undir ílati ella setur tað undir song; nei, hann setur tað í ljósastaka, fyri at tey, sum inn koma, kunnu síggja ljósið.
17 Tí einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt og koma fyri ljósið.
18 Síggið tí til, hvussu tit hoyra! Tí tann, ið hevur, honum skal verða givið, og tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann heldur seg hava."
19 Móðir og brøður Hansara komu nú til Hansara, og tey sluppu ikki fram til Hansara fyri fólkinum.
20 Boð vórðu tá send til Hansara: "Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja hitta Teg."
21 Men Hann svaraði teimum: "Móðir Mín og brøður Mínir eru hesi, sum hoyra orð Guds og gera eftir tí."
22 Ein dag fór Hann í bát við lærisveinum Sínum, og Hann segði við teir: "Latið okkum fara yvir um vatnið!" Teir løgdu tá avstað.
23 Men meðan teir sigldu, sovnaði Hann. Stormur streyk nú oman yvir vatnið, báturin fyltist, og teir vóru í vanda.
24 Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: "Meistari, meistari, vit ganga burtur!" Hann reistist og hótti vind og sjógvar, og teir løgdust, og blikalogn varð.
25 Tá segði Hann við teir: "Hvar er trúgv tykkara!" Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: "Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?"
26 Teir hildu nú til lands, har sum Gadarenar búðu, beint yvir av Galilea.
27 Táið Hann steig á land, møtti Honum maður úr býnum, sum í langar tíðir hevði verið settur av illum andum og ikki verið í klæðum og ikki havt tilhald í húsum, men í grøvunum.
28 Táið hann sá Jesus, skar hann í róp, fall niður fyri Honum og rópti: "Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins Hægsta Guds! Eg biði Teg um, at Tú pínir meg ikki."
29 Tí Hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Mangan hevði hann gripið hann; og hann varð bundin við leinkjum og fótjørnum, og vakt varð hildin yvir honum; men hann sleit sundur tað, sum hann varð bundin við, og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimarkirnar.
30 Jesus spurdi hann nú: "Hvussu eitur tú?" Hann svaraði: "Legión" - tí nógvir illir andar vóru farnir í hann.
31 Og teir bóðu hann um ikki at siga við teir, at teir skuldu fara niður í avgrundina.
32 Nú var har stórt svínafylgi, sum lá og át á fjallinum; teir bóðu Hann tá loyva sær at fara í svínini, og Hann gav teimum loyvi til tað.
33 Tá fóru hinir illu andarnir út úr manninum og í svínini, og fylgið stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði.
34 Men táið hirðarnir sóu tað, sum hent hevði, flýddu teir og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum.
35 Fólk kom tá út at síggja tað, sum hent hevði; tey komu til Jesus og funnu mannin, ið hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi við føtur Jesusar, ílatnan og við seg sjálvan; tá óttaðust tey.
36 Teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum nú frá, hvussu hann, ið settur hevði verið av illum andum, var hjálpin.
37 Alt fólkið á teimum leiðum har hjá Gadarenum bað Hann tá um at fara burt frá sær; tí stór ræðsla var á teimum. So fór Hann í bátin og fór avstað aftur.
38 Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað Hann loyva sær at vera hjá Honum; men Hann læt hann fara frá Sær og segði:
39 "Far heimaftur til tín sjálvs og sig frá stórverkunum, ið Gud hevur gjørt fyri teg!" Tá fór hann avstað og kunngjørdi um allan býin stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann.
40 Táið Jesus nú kom aftur, tók fólkið ímóti Honum, tí øll bíðaðu eftir Honum.
41 Tá kom har maður, ið æt Jairus, og sum var fyristøðumaður fyri sýnagoguni; hann fall niður fyri fótum Jesusar og bað Hann koma inn hjá sær;
42 tí einkadóttir hansara - hon var um tólv ár - lá og stríddist. Táið nú Jesus fór avstað, troðkaðist fólkið um Hann.
43 Og ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hevði latið alt, ið hon átti, til læknar og onga hjálp kunnað fingið frá nøkrum,
44 kom aftanfrá og nam við klædnafald Hansara; við tað sama steðgaði blóðsótt hennara.
45 Tá spurdi Jesus: "Hvør var tað, sum nam við Meg?" Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: "Meistari, fólkið troðkar og treingir Teg jú!"
46 Men Jesus segði: "Onkur nam við Meg; tí Eg kendi, at kraft gekk út frá Mær."
47 Táið kvinnan nú sá, at tað var ikki dult, kom hon skelvandi og fall niður fyri Honum og segði, so alt fólkið hoyrdi, hví hon hevði nomið við Hann, og hvussu hon við tað sama varð grødd.
48 Tá segði Hann við hana: "Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!"
49 Meðan Hann enn talaði, kom eitt heiman frá sýnagogustjóranum og segði við hann: "Dóttir tín er deyð; ómaka ikki Meistaran!"
50 Men táið Jesus hoyrdi tað, segði Hann við hann: "Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!"
51 Táið Hann so kom til húsið, loyvdi Hann ongum at koma inn við Sær uttan Pæturi, Jóhannesi og Jákupi og faðir og móður gentuna.
52 Tey grótu øll har og venaðu seg uppi yvir henni; men Hann segði: "Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur."
53 Tá læðu tey at Honum; tey vitstu jú, at hon var deyð.
54 Men Hann tók í hond hennara og rópti: "Genta, reis teg upp!"
55 Tá kom andi hennara aftur, og hon reistist upp alt fyri eitt; og Hann beyð, at tey skuldu geva henni at eta.
56 Foreldur hennara vórðu ovfarin. Men Hann beyð teimum ongum at siga tað, sum hent hevði.