Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.
2 Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.
3 Hann segði: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.
4 Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði."
5 Táið nakrir søgdu um templið, at tað var prýtt við vøkrum steinum og tempulgávum, segði Hann:
6 "Hetta, sum tit síggja - dagar skulu koma, táið ikki steinur skal verða latin eftir á steini, sum ikki skal brótast niður."
7 Teir spurdu Hann: "Meistari, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið fyri, at hetta fer at henda?"
8 Hann svaraði: "Síggið til, at tit verða ikki villleiddir! Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: "Tað eri eg!" og: "Tíðin er nær!" - Farið ikki eftir teimum!
9 Men táið tit hoyra um hernað og uppreistur, tá ræðist ikki! Tí hetta má fyrst henda, men endin kemur ikki við tað sama."
10 So segði Hann við teir: "Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.
11 Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pestur; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.
12 Men framman undan øllum hesum skulu teir leggja hond á tykkum, søkja at tykkum og geva tykkum upp til sýnagogur og fangahús; og tit skulu verða førdir fram fyri kongar og landshøvdingar fyri navns Míns skuld.
13 Tað skal verða tykkum til vitnisburð.
14 Leggið tykkum tí á hjarta, at tit skulu ikki frammanundan grunda á, hvussu tit skulu verja tykkum!
15 Tí Eg skal geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera førir fyri at standa ímóti ella mótsiga.
16 Tit skulu verða sviknir enntá av foreldrum, brøðrum, frændum og vinum, og tey skulu drepa nakrar av tykkum.
17 Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld.
18 Men ikki hár á høvdi tykkara skal farast.
19 Við at vera áhaldandi skulu tit vinna sálir tykkara.
20 Men táið tit síggja Jerúsalem kringsett av herliðum, skulu tit vita, at oyðing tess er nær.
21 Tá skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; tey, sum inni í staðnum eru, skulu fara út úr honum, og tey, sum úti á bygdunum eru, skulu ikki fara inn í hann.
22 Tí hetta eru hevndardagarnir, táið alt tað, ið skrivað er, skal ganga út.
23 Men vei teimum, sum eru við barn, og teimum, sum geva bróst á teimum døgum! Tí tá skal vera stór neyð í landinum, og vreiði yvir hesum fólki.
24 Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðir, og Jerúsalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda.
25 Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa,
26 og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftir himmalsins skulu skakast.
27 Tá skal Menniskjasonurin verða sæddur koma í skýnum við mátti og miklari dýrd.
28 Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara, tí tá nærkast endurloysing tykkara!"
29 Og Hann setti teimum fram líknilsi: "Hyggið fikutræið og øll trøini!
30 So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær.
31 Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær.
32 Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn tað hevur hent alt samalt.
33 Himmal og jørð skulu forganga; men orð Míni skulu als ikki forganga.
34 Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!
35 Tí eins og snerra skal hann koma á øll tey, sum á allari jørðini búgva.
36 Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!"
37 Um dagarnar lærdi Hann í templinum, men um næturnar fór Hann út á fjallið, ið kallast Oljufjallið, og varð har.
38 Og alt fólkið kom tíðliga um morgunin til Hansara í templinum at lurta eftir Honum.