Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal.
2 Henda fyrsta innskrivingin var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi.
3 Tá fóru øll at lata seg skriva, hvør til sín egna bý.
4 Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem - tí hann var av húsi og ætt Dávids -
5 at lata seg skriva, saman við Mariu, trúlovaðu síni, sum var við barn.
6 Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga.
7 Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.
8 Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum.
9 Nú stóð eingil Harrans fyri teimum, og dýrd Harrans lýsti rundan um teir; tá vórðu teir ógvuliga ræddir.
10 Men eingilin segði við teir: "Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið:
11 Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.
12 Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu."
13 Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði:
14 "Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!"
15 Táið so einglarnir vóru farnir frá teimum upp til Himmals, søgdu hirðarnir hvør við annan: "Latið okkum tó fara til Betlehem og síggja hetta, ið hent hevur, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum!"
16 So skundaðu teir sær og komu og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið, sum lá í krubbuni.
17 Táið teir sóu tað, søgdu teir frá tí, sum talað var til teirra um hetta barn.
18 Og øll, sum hoyrdu tað, undraðust á tað, ið teimum varð sagt av hirðunum.
19 Men Maria legði sær øll hesi orð í minni og grundaði á tey í hjarta sínum.
20 Hirðarnir fóru so avstað aftur, prísandi og lovandi Gudi fyri alt tað, ið teir høvdu hoyrt og sæð - soleiðis sum teimum var sagt.
21 Táið nú átta dagar vóru gingnir, og Hann skuldi verða umskorin, varð navn Hansara kallað Jesus - sum tað var kallað av einglinum, áðrenn Hann var gitin í móðurlívi.
22 Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerúsalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran -
23 sum skrivað er í lóg Harrans, at alt mannkyn, ið opnar móðurlív, skal kallast heilagt fyri Harranum -
24 og fyri at bera fram offur eftir tí, sum sagt er í lóg Harrans, tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.
25 Í Jerúsalem var tá maður, ið æt Símeon; hesin maður var rættvísur og óttaðist Gud, og hann væntaði troyst Ísraels; og Heilagi Andin var yvir honum.
26 Honum var opinberað av Heilaga Andanum, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrrenn hann hevði sæð hin salvaða Harrans.
27 Hann kom nú, drivin av Andanum, inn í templið; og táið foreldrini bóru barnið Jesus inn at gera við Hann, sum siður var eftir lógini,
28 tók hann Hann í favn, lovaði Gudi og segði:
29 "Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt;
30 tí eygu míni hava sæð frelsu Tína,
31 sum Tú gjørdi til fyri eygum alra tjóða,
32 ljós til at lýsa upp heidningarnar, og Ísrael, fólki Tínum, dýrd."
33 Faðir og móðir Hansara undraðust á tað, ið sagt varð um Hann.
34 Símeon signaði tey nú og segði við Mariu, móður Hansara: "Hesin er settur mongum í Ísrael til fall og uppreising, og til tekin, ið verður mótsagt
35 - ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum - fyri at opinberast skal, hvat mong hjørtu hugsa."
36 Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað sjey ár við manni sínum, frá tí hon var moyggj.
37 og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.
38 Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerúsalems.
39 Táið tey nú høvdu fullført alt eftir lóg Harrans, fóru tey aftur til Galilea, til bý sín, Nazaret.
40 Men barnið vaks og varð sterkt og fult av vísdómi, og náði Guds var yvir Honum.
41 Foreldur Hansara fóru hvørt ár til Jerúsalem um páskahøgtíðina.
42 Táið Hann var tólv ára gamal, og tey fóru niðan hagar, sum siður var um høgtíðina,
43 og høvdu verið har teir dagarnar, varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, táið tey fóru heimaftur, og foreldur Hansara vitstu ikki av tí.
44 Tey hugsaðu, at Hann var millum ferðafólkið, og hildu so fram eina dagsferð; og tey leitaðu eftir Honum hjá skyldfólki og kunningum sínum.
45 Við tað at tey nú ikki funnu Hann, vendu tey aftur til Jerúsalem og leitaðu eftir Honum.
46 Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir.
47 Og øll, sum hoyrdu Hann, vóru heilt ovfarin av undran yvir vit og svar Hansara.
48 Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: "Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær."
49 Tá segði Hann við tey: "Hví leitaðu tit eftir Mær? Vitstu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?"
50 Men tey fataðu ikki tað, sum Hann segði við tey.
51 So fór Hann heim við teimum og kom til Nazaret og var teimum lýðin. Og móðir Hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.
52 Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum.