Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Og Hann segði við lærisveinar Sínar: "Ómøguligt er annað, enn at tað, sum voldir fall, má koma, men vei tí, sum tað kemur við!
2 Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt.
3 Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum!
4 Og um hann so sjey ferðir um dagin syndar móti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: "Eg angri tað!" - so skalt tú fyrigeva honum."
5 Ápostlarnir søgdu við Harran: "Gev okkum meiri trúgv!"
6 Tá segði Harrin: "Høvdu tit trúgv sum sinopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: "Rív teg upp við rót og planta teg í havið!" - Og tað skuldi aktað tykkum.
7 Men hvør tykkara, sum hevur tænara, ið pløgir ella situr hjá kríatúrum, sigur við hann, táið hann kemur heim av markini: "Far alt fyri eitt og set teg til borðs!"
8 Man hann ikki heldur siga við hann: "Ger til tað, sum eg skal hava til nátturða, og gyrð teg og gakk mær til handa, meðan eg eti og drekki - so kanst tú eta og drekka!"
9 Man hann takka tænaranum fyri, at hann gjørdi tað, ið honum var álagt! Eg haldi ikki.
10 Soleiðis skulu eisini tit, táið tit hava gjørt alt, ið tykkum er álagt, siga: "Vit eru ónýtir tænarar; vit hava einki gjørt uttan tað, ið vit vóru skyldigir at gera.""
11 Á ferðini til Jerúsalem lá leið Hansara mitt ímillum Samaria og Galilea.
12 Táið Hann nú fór inn í eina bygd, møttu Honum 10 spitalskir menn, sum stóðu langt burtur.
13 Teir róptu hart: "Jesus, meistari, miskunna okkum!"
14 Táið Hann sá teir, segði Hann við teir: "Farið og latið prestarnar sýna tykkum!" Meðan teir nú vóru á veg, vórðu teir reinsaðir.
15 Og ein teirra kom aftur, táið hann sá, at hann var grøddur, og prísaði Gudi við harðari rødd;
16 hann fall á andlit sítt fyri fótum Hansara og takkaði Honum - og hesin var Samverji.
17 Tá svaraði Jesus: "Vórðu teir ikki tíggju reinsaðir! Hvar eru hinir níggju?
18 Fanst eingin, sum kom aftur at geva Gudi dýrd, uttan hesin fremmandi?"
19 Og Hann segði við hann: "Reis teg og far avstað - trúgv tín hevur frelst teg!"
20 Táið Hann av Farisearunum varð spurdur, nær ríki Guds fór at koma, svaraði Hann teimum: "Ríki Guds kemur ikki á tann hátt, at tað sæst við eygunum.
21 Heldur ikki fer at verða sagt: "Hygg, her er tað!" ella: "Hygg, har er tað!" Tí ríki Guds er innan í tykkum."
22 Hann segði við lærisveinarnar: "Dagar skulu koma, táið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum Menniskjasonarins, og tit skulu ikki fáa hann at síggja.
23 Og sagt fer at verða við tykkum: "Hygg, her er Hann!" "Hygg, har er Hann!" - Farið ikki, og leypið ikki eftir tí!
24 Tí eins og snarljósið, táið tað skyggir, lýsir líka úr øðrum enda himmalsins í hin, so skal Menniskjasonurin vera á degi Sínum.
25 Men fyrst má Hann líða nógv og verða vrakaður av hesi ætt.
26 Sum tað gekk á døgum Nóa, so skal eisini verða á døgum Menniskjasonarins:
27 Tey ótu og drukku, tey giftust og vórðu burturgift, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og flóðin kom og gjørdi enda á øllum.
28 Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu;
29 men tann dag Lot fór úr Sodoma, regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum
30 - so skal eisini vera, tann dag Menniskjasonurin opinberast.
31 Tann dag má tann, ið er á takinum og hevur lutir sínar í húsinum, ikki fara niður eftir teimum, og heldur ikki má tann, ið úti á markini er, fara aftur til hús.
32 Minnist konu Lot!
33 Tann, ið roynir at bjarga lívi sínum, skal missa tað, og tann, ið missir tað, skal bjarga tí.
34 Eg sigi tykkum: Ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir.
35 Tvær kvinnur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur skal verða latin eftir.
36 Tveir menn skulu vera úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar skal verða latin eftir."
37 Tá svaraðu teir Honum: "Hvar, Harri?" Hann segði við teir: "Har sum ræið er, flykkjast eisini ørnirnar."