Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Evangeliið eftir Lukas
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24
1 Hann segði eisini við lærisveinarnar: "Ríkur maður var, sum hevði húshaldara, og húshaldarin varð klagaður fyri honum sum ein, ið spilti burtur ogn hansara.
2 Tá kallaði hann hann fyri seg og segði við hann: "Hvat er hetta, eg hoyri um teg! Ger roknskap fyri húshald títt, tí tú kanst ikki vera húshaldari longur!"
3 Men húshaldarin segði við sær sjálvum: "Hvat skal eg gera, nú harri mín tekur húshaldið av mær! Eg eri ikki mentur at velta, og eg skammist at bidda.
4 Nú veit eg, hvat eg skal gera, so tey taka móti mær í húsum sínum, táið eg verði settur frá húshaldinum!"
5 So kallaði hann til sín allar teir, sum stóðu í skuld til harra hansara, ein fyri og annan eftir. Hann segði við hin fyrsta: "Hvussu mikið skyldar tú harra mínum?"
6 Hann svaraði: "100 føt av olju." Tá segði hann við hann: "Tak skuldarbræv títt, set teg niður og skunda tær og skriva 50!"
7 So segði hann við ein annan: "Men tú, hvussu mikið skyldar tú?" Hann svaraði: "100 tunnur av hveiti." Tá segði hann við hann: "Tak skuldarbræv títt og skriva 80!"
8 Og harrin rósti hinum órættvísa húshaldara fyri, at hann hevði borið seg klókt at; tí børnini, ið hesin heimur eigur, eru klókari móti síni egnu ætt enn børn ljóssins.
9 Og Eg sigi tykkum: Gerið tykkum vinir við hinum órættvísa mammon, so teir, táið liðugt er við honum, kunnu taka móti tykkum í hinum ævigu bústøðum!
10 Tann, sum er trúgvur í hinum minsta, er eisini trúgvur í nógvum, og tann, sum er órættvísur í hinum minsta, er eisini órættvísur í nógvum.
11 Hava tit nú ikki verið trúgvir í hinum órættvísa mammon, hvør fer tá at líta tykkum hin sanna upp í hendur!
12 Og hava tit ikki verið trúgvir í tí, sum onnur eiga, hvør fer tá at geva tykkum sjálvum nakað at eiga!
13 Eingin tænari kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. - Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon."
14 Alt hetta hoyrdu Fariseararnir - sum vóru peningakærir - og teir spottaðu Hann.
15 Men Hann segði við teir: "Tit eru teir, ið gera tykkum sjálvar rættvísar fyri menniskjum, men Gud kennir hjørtu tykkara; tí tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi.
16 Lógin og profetarnir høvdu tíð sína inntil Jóhannes; síðani tá verður evangeliið um ríki Guds kunngjørt, og ein og hvør treingir seg inn í tað við valdi.
17 Men lættari er, at himmal og jørð forganga, enn at prikkur av lógini gongur úr gildi.
18 Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor.
19 Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.
20 Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.
21 Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.
22 Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.
23 Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum - har hann var í pínu - sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.
24 Tá rópti hann: "Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga."
25 Men Ábraham svaraði: "Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.
26 Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara."
27 Tá segði hann: "So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;
28 tí eg havi fimm brøður - fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað."
29 Men Ábraham segði við hann: "Teir hava Móses og profetarnar - lurti teir eftir teimum!"
30 Hann svaraði: "Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!"
31 Men hann segði við hann: "Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.""