Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Ezekiel
Kapittul 38
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
1 Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
2 Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Gog í Magogslandi, høvdinga yvir Ros, Mesek og Tubal - profetera móti honum!
3 Tú skalt siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Gog, høvdingi yvir Ros, Mesek og Tubal!
4 Eg skal venda tær við, krøkja krókar í kjálkar tínar og leiða teg út við øllum heri tínum, hestum og hestmonnum - allir eru teir í vøkrum klæðum, veldigur skari við stórum og smáum skjøldum, allir við svørði í hond.
5 Persarar, Etioparar og Putearar eru við teimum, allir við skjøldi og hjálmi.
6 Gomer við øllum herflokkum sínum, Togarmafólk úr ytsta Norðurlandi við øllum herflokkum sínum - mong fólkasløg eru við tær.
7 Vápna teg og ger alt liðugt, tú og allir skarar tínir, sum saman eru komnir hjá tær! Tú skalt vera yvirmaður teirra.
8 Táið long tíð er gingin, skulu boð koma eftir tær; táið árini eru at enda, skalt tú koma til tað land, sum aftur er vunnið undan svørðinum, til tjóð, ið savnað er saman frá mongum fólkasløgum, niðan á Ísraelsfjøll, sum so leingi lógu í oyði, tjóð, ið flutt er burt frá fólkasløgunum og nú býr trygt har tilsamans.
9 Tú skalt fara niðan hagar; sum stormur skalt tú koma, sum skýggj skalt tú vera til at fjala landið, tú og allir herflokkar tínir og mong fólkasløg við tær.
10 So sigur Harrin HARRIN: Tann dag skulu hugsanir koma upp í hjarta tínum, og tú skalt leggja upp ónd ráð
11 og siga: "Eg skal fara móti landi við opnum býum; eg skal koma yvir friðarlig fólk, sum búgva trygt, sum øll somul búgva við ongum múrum og hvørki hava porturstengur ella portur"
12 - til at ræna og taka herfong, til at venda hond tíni móti toftum, sum upp aftur eru bygdar, og móti fólki, ið savnað er saman frá heidningunum, sum hevur vunnið sær fæ og góðs, og sum býr á nalva jarðarinnar.
13 Sjeba, Dedan, keypmenninir úr Tarsis og allar ungu leyvur teirra skulu siga við teg: "Kemur tú at ræna? Hevur tú savnað skarar tínar til at taka herfong, til at fara avstað við silvuri og gulli, til at ræna fæ og góðs, til at taka rán í stórum?"
14 Profetera tí, menniskjasonur, og sig við Gog: So sigur Harrin HARRIN: Ja, tann dag Ísrael, fólk Mítt, býr trygt, skalt tú fáa at vita av tí.
15 Og tá skalt tú koma úr landi tínum, úr ytsta Norðurlandi, tú og mong fólkasløg við tær, allir samlir ríðandi á hestum, stórur skari, veldigur herur.
16 Sum skýggj skalt tú koma móti Ísrael, fólki Mínum, og fjala landið. Á síðstu døgum skal hetta henda; tá lati Eg teg koma yvir land Mítt - fyri at tjóðirnar skulu læra Meg at kenna, táið Eg fyri eygum teirra prógvi Meg heilagan á tær, Gog!
17 So sigur Harrin HARRIN: Er tað um teg, Eg havi talað í fornum døgum við tænarum Mínum profetum Ísraels, teimum, ið profeteraðu á teimum døgum, ár eftir ár, at Eg skuldi lata teg koma yvir tey?
18 Men sama dag, tann dag Gog kemur yvir Ísraelsland - sigur Harrin HARRIN - skal vreiði Mín stíga upp í ásjón Mína.
19 Og í vreiði Míni - í vreiðieldi Mínum - sigi Eg: Sanniliga, tann dag skal stórur jarðskjálvti verða í Ísraelslandi.
20 Fiskarnir í sjónum, fuglarnir undir himli, dýrini á markini, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, og øll menniskju, ið á jørðini búgva, skulu skelva fyri ásjón Míni, og fjøllini skulu detta umkoll, hamrarnir skulu rapla niður, og hvør múrur skal falla til jarðar.
21 Eg skal á øllum fjøllum Mínum kalla á svørðið móti honum - sigur Harrin HARRIN; svørð eins skal verða vent móti øðrum.
22 Eg skal halda dóm yvir honum við pesti og við blóði, við grovregni og við grótheglingi; eld og svávul skal Eg lata regna niður yvir hann og skarar hansara og yvir tey mongu fólkasløg, ið við honum eru.
23 Eg skal prógva Meg stóran og heilagan og gera Meg kendan, so mangar tjóðir síggja - og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN.